hósdagur 25. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2010
15
viðmerkingar
Rættleiðingin hjá lands
stýris kvinnuni í innlendis
málum styrkir tíverri bert
um illgrunan um, at veru
ligt javnbjóðis samskifti
um kommunureformin ikki
er á dagsskránni.
Eg bað sum formaður í
Kommunusamskipan
Føroya um, at umboð fyri
kommunufeløgini koma
við í arbeiðsbólkin – ikki
sum landsstýriskvinnan
skrivar, um at formaðurin
skuldi við. Tað sum um
ræður er, at kommunalu
sjónarmiðini verða um
boðað frá fyrsta degi. Hvør
persónur ið er við hvar, tað
hevur so nógv minni at
siga.
Eg ivist onga løtu í, at
landsstýriskvinnan meinar
tað, tá hon sigur seg vilja
virða kommunala sjálv
ræði. Men nøkur hugtøk í
rættleiðingini eru komin
heilt skeivt fyri, og kanska
er tað tað, sum ger, at
niðurstøðurnar hjá lands
stýriskvinnuni hesaferð
ikki eru so hepnar.
Ein fylgibólkur hevur,
sum heitið sigur, til upp
gávu at fylgja við í eini
tilgongd. Bólkurin sum
landsstýriskvinnan nevnir
fylgibólk, skal við hennara
orðum “....finna fram til
neyðugar semjur á kommu
nala økinum”
Tað ljóðar meira sum ein
arbeiðsbólkur enn sum ein
fylgibólkur.
Hvørki fylgibólkar ella
arbeiðsbólkar eru til í
mun til stýrisskipanina,
og einasta ferð, ið polit
isku flokkarnir á Tingi
verða nevndir í Stýris
skipannarlógini, er í § 28,
ið er um, tá ið løgmaður
verður tilnevndur. Tað er
tí positivt skeivt at siga,
at tað er móti stýris skip
anini, at umboð fyri
kommunurnar vera við í
arbeiðsbólkinum. Sjálv
andi skulu vit vera við.
Har er ongin formlig
forðing, tað er bert ein
spurningur um vilja. Her
hevur vegleiðingin til
landsstýriskvinnuna ikki
verið nóg góð. Um vit
endiliga skulu vera
formal istisk, so kunnu vit
harafturímóti í læruni
um valdsbýti finna sera
prinsipiellar stýrisskip
annarligar grund geving
ar ímóti at parla men tar
ikarar og stjórnarlimir
orða politikk saman í
einum arbeiðsbólki. Men
heldur ikki tað stendur
nakað um í okkara
stýris skipanarlóg, so
latum okkum heldur leita
eftir loysnum, ikki forð
ingum.
Og hví skulu vit lata
okk um avmarka av tí, sum
stendur í álitinum frá
kommunalu umskipanar
nevndini? Hon fekk ein
bundnan setning frá lands
politiska myndug leikanum.
Ikki tað, nógv er gott í
álitinum, men nevndin
kundi ikki seta seg útum
setningin, og tí eru nøkur
eyðsæð viðurskifti eftir at
viðgera. Latum okkum
taka tey við nú beinan
vegin.
Nei, kommunurnar eiga
ikki fyrr enn til seinast í
tilgongdini at fáa greitt at
vita, hvat skal henda á
kommunuøkinum. Fyrst
mugu vit sleppa framat at
hjálpa landspolitiska
myndugleikanum at seta
orð á trupulleikar og
møgu leikar á kommunu
økinum. Tástani hava
landspolitikararnir eitt
haldgott grundarlag at gera
semju á. Um tilgongdin
byrjar við, at landspolitik
ararnir fara haldandi fyri
eygu og oyru undir pott at
finna saman um eina
semju uttan at taka ímóti
teirri vitan, sum kommun
urnar kunnu geva teimum
fyrst, so er tann politiska
semjan deyðadømd,
beinan vegin sum hon møtir
kommunupolitiska veru
leikanum.
Tað er eitt stórt mál, ið
landsstýriskvinnan hevur
sett sær, at fara á fund við
allar kommunurnar hvør
sær. Eg kann tó ikki lata
vera við at stúra fyri, at ein
so stór odyssé ikki kann
annað enn taka so nógva
orku, at ov lítil orka verður
eftir til at arbeiða við
umskipanini. Vit hava ikki
minni enn tvey kommunu
feløg at samansjóva áhuga
málini hjá kommununum,
finna semjur og umboða
kommunalu sjónarmiðini
hjá bæði størri og smærru
kommununum.
Alt gott um hoyring,
men tað frægasta sum ber
til at fáa burtur úr eini
hoyring er, at vit pjøssa
uppá ringastu lýtini í ætl
aðu loysnunum. Hoyring
formar ongan politikk, hon
er eitt trygdarnet.
Tað kann ikki bera til, at
misskilt formalistisk atlit
skulu vera orsøkin til, at
vit enn einaferð einans fáa
eina hálvgum samanhang
andi og illa gjøgnum hugs
aða loysn fyri kommunu
økið.
Verður hetta endin, verð
ur úrslitið júst sum seinast,
at longu áðrenn hesin
kommunureformurin er
komin á tingborð, stendur
øllum greitt, at vit mugu
fáa ein aftrat. Og so verður
støðan júst sum lands
stýris kvinnan lýsir hana í
dag:
“Kommunubygnaðurin
hevur í mong ár staðið
ovast á breddanum hjá
politikarum”. Hetta má
halda uppat. Vit mugu
skapa eina so góða loysn,
at tey næstu nógvu árini
fara vit at tosa innihald,
heldur enn bygnað. Hinum
er for lítið flog yvir. Tað
fer enn einaferð at skerja,
tálma og benda menning
ina á kommunuøkini, og
vit kunnu sum onki røkka
longur:
Vit í kommununum hava
vitan, innlit og sjónarhorn
sum landspolitikarar ikki
kunnu hava, hvussu fegin
tey so vilja – og øvut,
sjálvandi. Tí sigur tað seg
sjálvt, at vit fáa eina nógv
heilari og betri loysn fyri
bæði land og kommunur,
um vit seta okkum saman
við eitt borð, og tosa opið
um trupulleikar og møgu
leikar, áðrenn nøkur upp
skot til loysn verða sett á
blað.
Mín boðskapur er tí, at
landspolitikarar og
kommunupolitikarar taka
lógvatak beinanvegin. Og á
tí grundarlagi, sum okkara
embætisfólk saman við
serfrøðingum á økinum við
kommunuálitinum hava
framleitt, í felag skapa
grundarlagið undir eini
tryggari loysn, kommunala
sjálvræðinum at frama. So
kunnu vit gevast við at tosa
bygnað, og í staðin tosa
um, hvussu vit dag um dag
gera landið liviligari og
betri. Á øllum økjum, og í
øllum kommunum.
Uppgávur og man
ning hjá Fíggjar
málaráðnum
Í grein í Sosialinum 16 februar í ár rør Jørgen Nicla
sen, uttanríkisráðharri uppundir, at tað starvast fleiri
enn 200 fólk í og fyri Fíggjarmálaráðið. Hetta er langt
frá veruleikanum, og skal tí her stutt greiðast frá
uppgávunum hjá Fíggjarmálaráðnum og hvussu ráðið
er mannað.
Í 1998 var táverandi Fíggjarog búskapardeildin í
landsstýrinum umskipað til Fíggjarmálaráðið. Fíggjar
málaráðið ráðgevur landsstýrismanninum í fíggjar
málum og tekur sær av planleggingini og stýringini á
økinum hjá landsstýrismanninum, t.v.s. innan fíggjar
mál, búskaparmál, skatta og lønarmál.
Stórur dentur varð lagdur á, ikki at hava málsviðgerð
av einstaka borgaranum og einstøku fyritøkuni í sjálv
um ráðnum. Hetta var gjørt fyri at landsstýrismaðurin
ikki skuldi enda sum ein slags supermálsviðgerði, og
fyri rættarkensluna hjá borgarunum, soleiðis at einstaki
borgarin ikki skuldi fáa ta fatan, at politisk atlit vóru
tikin, tá avgerðir um hansara viðurskifti vórðu tikin.
Tá Fíggjarmálastýrið, sum Fíggjarmálaráðið tá æt,
varð skipað í 1998, var stórur dentur eisini lagdur á at
sleppa undan dupultfunktiónum og fáa eina so bíliga
umsiting sum møguligt. Í staðin fyri t.d. at skipa eina
skattadeild við einum deildarstjora í ráðnum, varð
avtala gjørd við Toll og Skattstovu Føroya, sum TAKS
tá æt, um at útinna nakrar ráðsuppgávur fyri
Fíggjarmálaráðið.
Manningin í Fíggjarmálráðnum í dag er 7 fólk.
Ráðsuppgávur, ið stovnar á økinum hjá lands stýris
manninum útinna, eru minni enn 2 ársverk. Hetta er
áleið sama manning sum í 1998. Eisini má havast í
huga málsøkini eftirlønarskipan og kommunu
búskapar viðurskifti, sum í dag eru málsøki hjá lands
stýrismanninum í fíggjarmálum. Tað vóru tey ikki í
1998. Eisini áleggur nýggja játtanarlógin, ið samtykt
varð í 2009, landsstýrismanninum stórar skyldur.
Argir, tann 24. februar 2010
Fíggjarmálaráðið
Rættleiðingar og viðmerkingar til rættleiðing
frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum
Formaður í kommunu
samskipan Føroya
Heðin
Mortensen
Í grein í Sosialinum miku
dagin um skip, sum eru
sleipað úr Vágum til Vest
manna, ber blaðið púra
skeivar upplýsingar um
annað skipið, ið nevnt
verður.
Blaðmaðurin skrivar, at
Venus hjá partafelagnum
Fossá í Sandavági er komin
til Vestmanna at liggja, tí
felagið er í fíggjarligum
trupulleikum. Tað er ikki
satt. Venus er til fiskiskap,
og felagið er væl fyri
fíggjarliga.
Um blaðmaðurin hevði
gjørt sítt arbeiði til lítar og
bara ómakað sær at hugt í
Skipalistan, átti hann at
sæð, hvussu skeivur hann
er farin. Skipið á myndini í
blaðnum er Venus I, sum
Fossá ikki hevur átt í fleiri
ár.
Tann Venus, sum Fossá í
dag eigur, er, sum sagt
verður, fyrrverandi
Ekliptika. At blaðmaðurin
kemur við upplýsingum
um hetta skip, sum um
hann skuldi kent tað,
avdúkar bara, at hann veit
ikki nóg væl, hvat hann
ger. So mikið stórur munur
er á skipunum, at bert við
at hugt í Skipalistan átti
einhvør at sæð, at hesi
bæði skipini líkjast ikki.
Í Skipalistanum hevði
blaðmaðurin eisini sæð, at
tað er ikki Fossá, sum
eigur Venus I.
Blaðmaðurin blandar tingini saman
Tað er sjálvandi púra rætt,
sum tú sigur, Hálvdan Gud
mundsen, og eg biði teg um
umbering fyri mistakið.
Hevði eg havt hugt betur
at myndini, tá eg fekk
hana, hevði eingin ivi verið
um, at skipið IKKI er fyrr
verandi Ekliptika og
Øyliner.
Tá eg tosaði við Fiski
veiðieftirlitið og havnar
skrivstovuna í Vestmanna
um skipið, varð einki sagt
um, at hetta er Venus 1,
men tað frítekur meg als
ikki frá ábyrgdini at geva
lesarunum rætta saman
hangin.
Vit kunnu øll gera mis
tøk, men tað er keðiligt, tá
tað hendir.
Hinvegin er gleðiligt at
frætta, at tað gongur væl
hjá Venusi og tykkum, sum
reka skipið.
Tað er flott í hesum
tíðum!
Eg var umborð á Øy
liner, nú nýggja Venusi,
einaferð skipið var á
Havnini. Eigi ein svág,
sum tá sigldi við.
Vit ynskja Hálvdani
Gudmundsen og P/F Fossá
bestu eydnu.
Vilmund Jacobsen,
blaðmaður
Umbering til Hálvdan
V/ Pf. fossá
HálVdan GudMundsen
reiðari