Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hallið hjá Fótbóltssam­ band inum var í 2009 6,5 milliónir krónur. Bonus til landsliðsspælararnar eigur sín stóra part av hallinum, men aðrar rakstrarútreiðslur hækk­ aðu eisini nógv Fagnaðurin var stórur fyri einum ári síðani, tá FSF kundi boða frá, at nýggja avtalan við Kentaro um sjón­ varpsrættindi trífaldaði upphædd­ ina, sum føroyskur fótbóltur fekk fyri landsliðið. Við nýggju avtaluni sum trygd varð roknað við, at fíggjarliga støðan hjá FSF nú var somikið góð, at ætl­ anirnar um nýtt landsstadion kundu realiserast. Eitt stadion, sum gaman í eisini skuldi fáa fígging frá UEFA og FIFA, men har FSF so sannilig eisini skuldi bera sín stóra part av íløguni. Dýr landslið Eitt ár seinni er veruleikin tó langt ífrá eins ljósareyður. Hóast inntøkurnar hjá FSF enn einaferð eru kvinkaðar eina millión uppeftir, so eru útreiðslurnar øktar munandi meira. Fremsta orsøkin er bonus­upp­ hæddin til A­landsliðið, har spæl­ ararnir skulu hava 5.184.000 krónur. Verður hendan upphæddin drigin úr roknskapinum, er talan tó fram­ vegis um ein rakstur, sum gevur hall. Og sammett við 2008 er raksturin versnaður við fýra milliónum krón­ um. Eitt tal, sum samanhildið við inn tøkuøkingini boðar frá, at út reiðsluvøksturin í FSF í 2009 var fimm milliónir krónur. Ikki óvæntað eru útreiðslur til landsliðini størsti parturin av út ­ reiðs l unum. Men tað er merkisvert, at hesar í 2009 eru øktar hálva­ tíggjundu millión. Størstur er vøkst­ urin hjá A­landsliðnum, sum kostaði sjey milliónir meira í 2009, enn tað gjørdi í 2008 – harav altso tær fimm stava frá bonusavtaluni. Eitt frávik, sum ikki skyldast fleiri uttan lands­ ferðum. Hesar vóru í fjør tríggjar í tali – til Ísland, Eysturríki og Frakland/ Rumenia – meðan tær í 2008 vóru fimm í tali. Tá varð ferðast til Íslands, Estlands, Portugal, Serbia og Litava. Eginognin tódnar Á pappírinum er FSF framvegis ikki nakar fátækur felagsskapur. Nakað sum eisini fekk landsins kosnu at strika milliónina, sum FSF fyrr hevur fingið í almennum stuðuli. Eginognin er framvegis 11,5 mió kr., men stóri trupulleikin í hesum er, at talan í lítlan mun er um umsetilig virði, ið liggja aftan fyri eginognina. Bygningurin við Tórsvøll er einsa­ mallur bókaður til 11.8 mió kr., og tað sæst aftur í einum gjaldføris­ lutfalli, sum er farið niður um 100. Altso eru skjótt umsetiligu virðini hjá FSF við árslok minni enn tær skyldur, sum fella til gjaldingar innan eitt ár. Tað er heldur ikki beinleiðis huga­ ligt, at FSF í dag hevur trupulleikar við at útvega lánsfígging til eitt nú bonus­avtaluna við landsliðsspæl­ ar arnar, tí hetta bendir á, at pen­ inga stovnarnir ikki hava álit á einum burðardyggum rakstri av felags­ skap inum. Størsta vandatekinini av øllum man tó vera, at tað hevur ljóðað, at Kentaro, sum altso situr við sjón­ varpsrættindunum hjá FSF, er í tung­ um brotasjógvi, nú fíggjarkreppan hevur leikað í seinasta góða árið, og at tað tí eru kreftir, sum ivast í, um avtalan við Kentaro er eins nógv verd, sum tølini á pappírinum siga. Enn hevur Kentaro tó hildið tær skyldur, sum felagsskapurin hevur mótvegis FSF. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. februar 2010 Ikki ráð til landsliðið FSF hevur enn ikki fingið fígging til bonus­gjaldið hjá A­landsliðnum. Verður hendan ikki funnin, verður upphæddin goldin í 24 ratum, sigur FSF Eitt av heitu fótbóltskjakevn­ unum í heyst og vetur hevur verið bonus­upphæddin, sum spælararnir á A­landsliðnum skulu hava, eftir at teir við sigrum á Íslandi og Litava gjørdu eitt ordans lop á styrkis­ listanum hjá FIFA. Eitt lop, sum sambært roknskapinum hjá FSF kostar felagsskapinum 5.184.000 kr. Og hetta eru pengar, sum FSF ikki hevur tøkar. Og hvat verri er, so er tað enn ikki eydn­ ast hjá FSF at finna fígging til upphæddina. Í roknskapinum verður tí sagt, at eydnast tað ikki at finna fígging til upphæddina, verður hendan goldin yvir 24 mánaðir. Hetta fyri at útgjald­ ingin ikki skal darva virksem­ inum hjá FSF. Men hetta er ein leistur, sum spælararnir á landsliðnum ikki hava góðkent, og spurningurin er, um hetta er nakað, sum teir vilja góðtaka. Tí hóast upp­ hæddin er tann sama, so er munur á kensluni, um tú fært 24 kekkar á 7.000 krónur, ella um talan er um ein stóran kekk við 168.000 krónum á. mørk Høvuðstøl
úr
roknskapinum (tkr.) 2009 2008 Inntøkur 26,798 25,831 4rslit
9ðrenn
<gg>arpAstar ‐6,302 3,110 Ársúrslit ‐6,545 2,631 Ogn
íalt 23,420 26,290 Eginpeningur 11,466 18,009 Ogn
í
umferð 10,516 13,086 LtuMreistað
skulN 11,955 8,281 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Stórt hol í roknskapinum Fyri einum ári síðani tóktist fíggjarliga støðan hjá FSF at vera í sera tryggum hondum. Eitt ár seinni er veruleikin tó ein heilt annar. FSF fær ikki lán frá peningastovnum, og fær Kentaro álvarsligar fíggjarligar trupulleikar at dragast við, kann støðan gerast heilt óhugnalig fyri FSF