Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 25. februar 2010 – Nr. 39 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Sølvi nýggjur formaður í NSÍ Fráfarandi forsetin í Ítróttarsambandinum, Sølvi Reinert Hansen, er nú formaður í NSÍ, sum hevði aðalfund í gjár, har øll nevndin var skift, umframt at felagið broytti bygnað Tá Sølvi Reinert Hansen herfyri boðaði frá, at hann á komandi ÍSF-aðalfundi fór at siga seg frá sum ovasti leiðari fyri føroyskum ítrótti, segði hann millum annað, at hann helt seg hava ov lítlar stundir til annað frítíðar virk- semi. Í fyrrakvøldið bleiv hann í øllum førum upptikin av øðrum virksemi í frítíðini, tí á aðalfundi hjá fótbóltsfelagnum NSÍ bleiv hann valdur í nevndina og er nú nýggjur formaður í NSÍ, har hann avloysir Andrias Lam- hauge. Á aðalfundinum fór øll tann gamla nevndin frá – púra ódramat iskt – og umframt Sølva, eru tey nýggju í starvs- nevndini Bjarti á Gerðisbakka, Gudny Nielsen, Tanja Huneck og Árni Midjord. Tiltakslimir eru Selinda í Heiðunum og Ragnhild Knudsen. Í longri tíð hava starvsnevndin og fótbóltsnevndin í NSÍ arbeitt við umfatandi bygnaðar broyt- ingum, sum fingu fulla undirtøku frá vælmannaða aðalfundinum. Hesar bygnaðarbroytingar merkja millum annað, at NSÍ nú hevur fýra nevndir. Tær eru starvsnevnd, sum er hægsti fyrisitingarligi myndug- leiki, Vodafone-nevnd, sum tek- ur sær av fótbóltinum hjá teim- um vaksnu, ungdómsnevnd, sum tekur sær av ungdóms fót- bóltinum, og fíggjarnevnd, sum tekur sær av fíggjarligu viður- skiftunum. Spenningurin var intensur, tá tað í gjárkvøldið eydn­ að ist Inter at vinna 2­1 á Chelsea í Champions League Mourinho móti Chelsae. Tað var stóra yvirskriftin, longu tá lutakastið til 1/8-finalurnar í Champions League var á skránni, og tað var eisini tema’ið, sum varð umrøtt flestu staðni undan dystinum í gjár- kvøldið. Og í fyrstu atløgu varð tað Mourin- ho, sum dró longra stráðið. Inter legði seg á odda tíðliga í dystinum við máli frá Diego Milito. Stutt eftir hálvleikssteðgin javnaði Salomon Kalou, men Esteban Cam- biasso fekk seinasta orðið. Fýra minuttir seinni legði hann Chelsea á odda 2-1. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Kalou kendi seg annars væl og virðiliga snýttan fyri eitt brotsspark beint undan steðginum, men hóast Chelsea iðrar seg um hetta, so er 1-2 ikki tað ringast hugsandi útgangs- støðið undan returdystinum, sum verður á Stamford Bridge tann 16. mars. Gott hjá Sevilla Í Moskova fekk spanska Sevilla eitt frálíkt útgangsstøði, tá dysturin móti CSKA Moskva endaði við 1-1 javn- leiki. Álvaro Negredo legði Sevilla á odda um miðjan fyrra hálvleik. Vert- irnir svaraðu aftur í seinna hálvleiki við máli frá Mark Gonzalez. Slovakia, Kanada, USA og Finnland spældu seg í hálvfinalurnar í íshockey Tað var at kalla landasorg í Svøríki í morgun. Svenska flaggskipið innan liðítrótt, íshockeylandsliðið ”Tre Kronor” sleppur ikki at verja sítt olymp iska gullmerkið frá vetrarleik- unum í 2006. Svøríki tapti 3-4 móti Slovakia í OL-fjórðingsfinaluni í Vancouver. – Eg eri ótrúliga vónbrotin. Hetta er ein dystur vit burdu vunnið. Men vit komu aftur um við tveimum málum, og máttu stríðast alla tíðina. Slovakia spældi væl í verjuni, og gav okkum allar hugsandi trupuleikar, segði ein ógvuliga hugtungur svensk ur liðskipari, Daniel Alfreds- son við svenskar miðlar aftaná dystin. Á vetrarleikunum í 2002 fekk Svøríki eisini ein líknandi skelk, tá teir taptu 3-4 ímóti Hvítarusslandi. Kanadisku vertirnir vóru flúgvandi ímóti Russlandi. Mong høvdu vænt- að eina javna og spennandi fjórð- ingsfinalu, men kanadiska liðið spældi dreymahokki, og teir vunnu ein sannførandi 7-3 sigur á Russ- landi. USA mátti stríðast væl og leingi, áðrenn teir settu tingini uppá pláss ímóti Sveis. Ì triðju periodini eydn- aðist tað amerikumonnum at fáa tvey mál, og vinna seg í hálv- finaluna. Tað verður Finnland sum skal verja ta norðurlendsku æruna. Leingi stóð á jøvnum 0-0 millum Finnland og Kekkia, men seinastu seks minuttirnar skoraðu Niklas Hag mann og Valtteri Filppula fyri Finnland, og tryggjaðu harvið finska liðnum, ”Lejonit” eitt pláss í hálv- finaluni. Hálvfinalurnar verða fríggja kvøld- ið, og náttina til leygardag. Klokkan 19 spæla Finnland og USA, og klokkan hálvgum tvey um náttina spæla Kanada og Slovakia. Cech kanska skjótur aftur Líkt er til, at skaðin, sum Chelsea-málverjin fekk í gjár, ikki er heilt so álvarsligur, sum tað av fyrstan tíð tóktist. Cech varð skiftur út í 2-1 tapinum hjá Chelsea móti Inter í gjár, og tað tóktist, sum var talan um álvarsligan knæskaða, eftir at hann einsamallur lendi skeivt, tá hann hevði loftað einum innleggi. Við enskar miðlar sigur venjari hansara, Carlo Ancelotti, at skaðin kanska ikki er heilt so álvarsligur, sum av fyrstan tíð. - Vit vita ikki heilt, hvussu álvars- ligt tað er. Í løtuni bíða vit, tí knæið skal kannast einaferð afturat. Enn vita vit ikki, nær hann verður tøkur aftur. Men kanska verður tað leygardagin, og kanska ikki, segði Ancelotti í gjárkvøldið. Manchester City úti av FA Cup Mancini og Manchester City taptu í gjár 3-1 móti Stoke, og eru sostatt ikki longur ein partur av FA Cup. Emmanuel Adebayor varð útvístur, tá City mátti út í umdyst móti Stoke, og her eydnaðist Stoke at skora tvær ferðir. Og annað av málunum kom eftir langt innkast frá Rory Delap. Tvey brotsspørk í seinastu tíggju minuttinum bjargaðu Aston Villa, sum á heimavøll tók í móti Crystal Palace. Gabriel Agbonlahor legði Aston Villa á odda stutt fyri hálvleik, men eitt korter fyri tíð, javnaði Darren Ambrose fyri Crystal Palace uppá brotsspark. Eftir hetta fekk Aston Villa tvey brotsspørk. Báðu ferðirnar skoraði John Carew uppá tey, so endaliga støðan gjørdist 3-1 til Aston Villa. Tottenham vann á heimavølli greiðan 4-0 sigur á Bolton. Roman Pavlyuchenko skoraði tvey, meðan Bolton tvær ferðir koyrdi bóltin í egi mál. Reading, sum sendi Liverpool úr FA Cup, vunnu 3-2 á útivølli móti WBA. Her stóð á jøvnum 2-2 eftir vanliga leiktíð, men í umdystinum var tað íslendski Gylfi Sigurdsson, sum skoraði avgerandi málið fyri Reading. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Mourinho basti Chelsea Slovakia sendi Svøríki út í myrkrið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Stoltleikin hjá Svøríki í vetrar- ol, tre-kronor, mátti í gjár siga farvæl við Vancouver, eftir at liðið tapti fjórðingsfinaluna móti Slovakia Nógv stóð á José Mourinho í gjárkvøldið, og tað eydnaðist honum og Inter at vinna 2-1 í fyrru uppgerðini móti Chelsea