leygardagur 22. desember 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
15
14
Sosialurin Nr. 248 - 22. desmber 2001
SAMRØÐA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens K. Vang (mynd)
Vit sita inni í hugnaligu lesi-
stovuni hjá Hensari Anthoniusen
á Morkranesi. Stovan er full av
bókum frá gólvi og upp undir
loftið. Har er ikki ein blettur á
vegginum berur og hevði tað
borið til at hongt reolir upp á
hurðini og gluggan við, so hevði
Hensar gjørt tað. Allar hillar eru
fullar. Og stór rúgva stendur
eisini á gólvinum. Yvir 2000
bind eru savnaði á hesum lítla
stað og pláss er ikki fyri øllum
bókunum hjá Hensari. Hetta er
eitt tað størsta privata bóka-
savnið við andaligum bókum
sum høvuðsevni í landinum.
- Eg havi ikki pláss fyri øllum
bókunum. Eg havi latið bóka-
savninum í Stranda Skúla nakrar
hundrað. So kunnu næmingarnir
har fáa gleði av teimum, sigur
Hensar og ressar seg í djúpa
reyða lenistólinum. Hann er eitt
sindur boygdur, skallutur og
hevur nakað álvarsligt yvir sær.
Hann sær belisin út.
- Jú endin er nær. Tað hoyra
vit um í tekstinum til annan
sunnudag í advent, men tekin eru
eisini í sól og mána og stjørnum
um at endin er nær. Les bara
skriftirnar og hygg eftir, hvat
hendir í Miðeystri í dag. Tað
verður ongantíð aftur friður í
Miðeystri. Og her heima síggja
vit eisini, at endin er nær. Hygg
eftir hjúnarlagnum. Sáttmálar
vera inngingnir millum fólk um
heilaga hjúnalagið og stutt eftir
eru sáttmálarnir upploystir, eitt
greitt tekin um at endin er nær,
sigur Hensar Antoniussen.
- Men eg óttist ikki endan. Tað
snýr seg um at vera tilbúgvin og
tá er endin ikki nakað ringt, sigur
hann.
Hurðin gongur og ein vøkur
postkvinna av Strondum kemur
inn um dyrnar. Hon hevur ein
lítlan pakka í hondini. Tað er
heilivágur úr Heilsu úr Havn.
Hensar fer eftir pengum og
pakkin verður avgreiddur.
- Eg lesi nógv og tað gongur
út yvir eyguni, tí havi eg brúk
fyri heilivági, umber Hensar
steðgin í samrøðuni og sessast
aftur.
Hann er 68 ára gamal, føddur í
18/3 1933, uppvaksin á Morkra-
nesi, sonur Hans og Sunnevu
Antoniussen á Morkranesi.
LOVSONGUR Í KELDUNI
Hensar er virkin andaliga og
hann ber orð fyri at ferðast víða
millum kirkjur og samkomur.
- Eg haldi meg til kirkjuna og
missiónshúsið og seinastu tíðina
havi eg verið nógv í Kelduni í
Skálafirði. Eg eri hugtikin av
lovsonginum í hesi samkomu,
hóast onnur kalla hetta fyri tað
reina klapparí. Eisini tiltalar tað
meg, at Keldan ikki er nøkur
statsmeinigheit og har er ein so
vælsignaður blandingur av ung-
um og eldri. Eg haldi ikki, at
mørkini eiga at vera so stór mill-
um samkomuna og eg trívist
allastaðni. Tað er júst barlastin
frá bókunum, sum ger, at mítt
útsýni er víðari. Eg trúgvi, at tol-
semi veksur, meira tú veit. Og
reformatión er altíð góð í trúar-
viðurskiftum, sigur Hensar
Antoniussen.
- Sjálvur haldi eg, at andaliga
heilsan er eitt sindur svikalig í
Føroyum. Føroyingar eru ov lítið
trúgvandi, tó onkrum glógvar í
kortini. Størsta spillan í føroysk-
um andslívi kom, tá fiskimenn
fóru at arbeiða sunnudag, hetta
órógvaði andaligu menningina
hjá føroyingum.
Og Hensar tosar av royndum.
Hann hevur verið fiskimaður alt
lívið. Hann hevur verið við før-
oyskum fiskiskipum frá tí hann
var heilt ungur til hann legðist
uppi á landi í 1992 í kreppuár-
unum. Hann sigldi í samfull 14
ár við toftalínubátinum, Jógvan í
Norði.
HILDIN AT VERA
MERKILIGUR
- Áhugin hjá mær fyri bókum
var ikki altíð so væl upptikin
millum fiskimenn, sum als ikki
skiltu hendan áhuga. Men tað
legði eg einki í. Hevði eg eina
fríløtu, so setti eg meg at lesa og
tað havi eg gjørt øll árini eg
sigldi. Eg havi eisini lisið nógv
umborð, tá vit sigldu á ella av
fiskileið. Á reisum, sum sjómenn
kalla tað.
Og áhugin fyri bókum byrjaði
á heilt ungum árum. Sum 10 ára
gamal plagdi Hensar at lesa søg-
urnar í Nýggja Testamenti og
hesar hugtóku hann nógv. Síðan
fór hann eisini at lesa úr Gamla
Testamenti.
- Eg havi ongantíð hildið, at
tað hevur verið nóg mikið bara at
lesa Bíbliuna. Tú verður noyddur
at víðka sjónarringin. Bíblian er
leiðutráðurin og bøkurnar eru til
fyri at stuðla vitanini. Sum 20
ára gamal byrjaði eg at keypa
bøkur, tá eg var í Havn. Men
áhugin fyri bókum tók rættuliga
dik á seg, tá eg var um 40 ár,
sigur hann.
HÁSKÚLI STIMBRAÐI
Sum 28 ára gamal fór Hensar á
háskúla í Haslev og beint aftaná
á diakonskúla í Århus. Bæði
háskúlin og diakonskúlin
stimbraðu undir lestrarhugin hjá
Hensari og nú legði hann seg
serliga eftir bókum, sum høvdu
við andaligar lutir at gera. Tað
var ikki nóg mikið hjá honum at
lesa eitt nú sálmarnar í Gamla
Testamenti, nei, hann vildi aftur
um sálmarnar. Hann vildi kenna
Ein bókaormur metir um heimsstøðuna:
Endin er nær
samtíðina hjá sálmunum, hann
vildi kenna undir hvørjum um-
støðum teir vóru skrivaðir, hann
vildi kenna dagsaktuella íblást-
urin og tástaðni kundi hann
draga teir fram til gerandisdagin
í dag og tulka teir.
- Eg ætlaði mær at fara at ar-
beiða sum diakon, men eg veit
ikki, tað bleiv av ongum. Men
hugurin fyri andaligum bókment-
um varð skaptur. Serliga frá tí eg
fylti 40 og næstu 10 árini keypti
eg nógvar bøkur. Eg hevði
samband við ein antikvarhandil í
Danmark. Talan var um tveir
brøður og teir vóru ógvuliga
beinasamir at fáa júst tær bøk-
urnar til vega, sum eg hevði tørv
á. Nú eru teir deyðir, men eg
hevði gott samband við teir í
samfull 30 ár, sigur Hensar
Antoniussen.
- Eg fall fyri gomlum lestrum.
Serliga var tað Gruntvig, sum
hugtók meg. Eg havi lisið 19
bind av lestrum hjá Gruntvig.
Grundvig var ein framskygdur
maður og sjálvt um hansara
lestrar í dag eru um yvir 150 ára
gamlir, so eru teir dagsaktuellur.
Eg havi virðing fyri Grundtvig, tí
hann var ein djarvur maður. Bøk-
urnar »Mandsminde« eru fyltar
við boðskapi, sum er skrivaður
fram í tíðina til okkum. Grundt-
vig tordi eisini at skriva teimum
ráðandi ímóti og hetta førdi við
sær, at hann einaferð varð
sensoreraður og helt til í Eng-
landi, til sjógvarnir høvdu lagt
seg. Hann varð náðaður í 1838,
sigur Hensar Antoniussen.
- Mær hevur eisini altíð dámt
væl danskar rithøvundar, serliga
Steen Steensen Blicher, og H. C.
Andersen, men eisini Søren
Kierkegaard. Eg haldi, at eg havi
lisið alt sum Kierkegaard hevur
skrivað. Av føroyskum
rithøvundum dámar mær ikki
William Heinesen, men mær
dámar væl H. A. Djurhuus,
Heðin Brú og Martin Joensen.
FORVITIN
Hyggur tú teg um í lestrarstovuni
hjá Hensari, so sær tú hópin av
djúpum teologiskum verkum.
Her standa fleiri bókarøðir um
Luther, Kierkegaard og aðrar
stórar teinkjarar. Tú sær eisini
árgangir av teologiskum tíðar-
ritum og teologiskum avhand-
lingum.
- Tað kann tykjast eitt sindur
løgið fyri tann ið uttanfyri stend-
ur, at eg havi so stóran áhuga í
teologi. Eg havi ongantíð sjálvur
havt nakrar dreymar um at vera
prestur, men eg havi svøltað eftir
vitan.
- Eg havi altíð hildið, at tað er
ov einstátt bara at lesa Bíbliuna,
men hon má vera leiðbeinarin.
Nýggj vitan víðkar um útsýnið.
Eg haldi tað er av stórum týd-
ningi at seta seg inn í ta tíðina
Bíblian er skrivað og síðan føra
hana fram til nútíðina, sigur
Hensar Antoniussen.
- Mín lestrarhugur botnar eis-
ini í forvitni. Eg haldi sjálvur, at
føroyingar eru ov lítið belisnir.
Fólk hava ikki so góðan hug at
lesa og tað er spell, tí stór barlast
er í bókum.
Tað liggur eisini eitt sindur til
familjuna hjá Hensari at lesa.
Hann átti eitt systkinnabarn í
Danmark, ein leirvíking, nevndur
Jógvan Hansen, ið nú er deyður.
Hann hevði sama áhuga. Men í
barnaheiminum hjá Hensari
hevur lestrarhugurin neyvan
verið meira enn heilt almindiligt
í Føroyum.
BØKUR KUNNU SKAKA
TRÚNNA:
- Ein vandi við bókum kann
verða, at tær kunnu skaka trúnna.
Eg havi tó ongantíð mist trúnna,
men tað skerst ikki burtur, at
nýggj vitan kann broyta tína fat-
an og broyta hana álvarsliga.
- Men nýggj vitan økir eisini
um tolsemi, tú sær ikki alt so
svart og hvítt og tú hevur breið-
ari grundarlag at standa á. Meira
vitan økir eisini um tolsemi til
onnur trúgvandi og aðrar religi-
ónir: Fólk áttu at lisið meira,
sigur Hensar Antoniussen.
Samrøðan er komin at enda,
vit kundu kanska fordjúpa
okkum í okkurt av evnunum,
sum Hensar eigur heili bókaverk
um, eitt nú orIginalu Broch-
mannslestrarbókina, sum var
høvuðsvegleiðari føroyinga á
andaliga økinum í fleiri hundrað
ár, men tað verður eina aðruferð.
Nú veit lesarin, at á Morskranesi
situr ein lesihestur í sínum heilt
egna heimi og oysir av ríkidømi,
sum flest av okkum einki vita
um, og hann kann vera hollur í
ráðum, skuldi tú staðið fastur í
onkrum.
- Tað eru tekin bæði í sól, mána og stjørnum um, at endin er nær. Hygg bara eftir gongdini í Ísrael. Tað sum har hendir er í samsvari við skriftina og har verður
ongantíð friður. Eisini heima hjá okkum eru tekin í sól og mána um, at endin er nær. Hygg bara eftir sáttmálunum, sum verða inngingnir millum mann og
kvinnu, teir verða upploystir stutta tíð aftaná, sigur Hensar Anthoniussen av Morkranesi
Hensar í holu síni, tann ríkasta andaliga lesistovan i allari
Eysturoynni og kanska Føroyum við.
27
C
M
Y
K
26