leygardagur 22. desember 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
13
12
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
JÓLAPRÁT
Edvard Joensen
Petur Martin Rasmussen, fyrr-
verandi sóknarprestur, sigur hava
frætt, at tað er komið so vítt, at
fólk eru farin at taka lán at keypa
jólagávur fyri.
– Tað er rættiliga óhugnaligt,
heldur hann, men undrast kortini
ikki. Tað kann ikki vera øðrvísi
við øllum hesum handilslýsing-
unum, sum gera fólk í ørviti. Tað
byrjar longu fyrst í november,
ella fyrr, og heldur á til jólaaftan.
Jólini eru mestsum vorðin
»business« burturav. Eini friðalig
kirkjujól eru ikki at finna longur,
heldur Petur Martin Rasmussen
um alt rokilsið, sum í dag stendst
av jólunum.
Petur Martin Rasmusesn vísir
á, at tað er so nógv, sum komið
er uttan eftir inn á jól okkara, at
tað vendist nokk ikki aftur til
eini friðalig, føroysk kirkjujól,
sum hann minnist og kundi
hugsað sær.
Tað er eitt sovorðið rokilsi
jólaaftan, at fólk sita bara og
gapa, tá kvøldið kemur, heldur
hann. Eitt sindur frægari er
kanska jóladag. Og so er aftur
ball beinanveg annan dag, og tað
heldur so bara fram við umbýti
av jólagávum og øllum tilhoyri-
num.
– Jú, jólini eru farin at snúgva
seg mest sum bara um pengar,
staðfestir prestur.
Og so argar tað hann eisini, at
sjálvt føroyska málið er ávirkað
av jólastákan uttaneftir. Í dag
ynskja fólk hvørjum øðrum »góð
jól«. Tað er púra skeivt, tí tað
eitur einki annað enn: »Gleðilig
jól«.
EISINI Í KIRKJUNI eru jólini
broytt, sigur Petur Martin Ras-
mussen.
Gamalt var ikki at halda jóla-
aftan, og langt upp í hansara tíð
sum prestur, varð heldur ikki
farið í kirkju jólaaftan. Eisini í
bygdum, hann hevur verið pres-
tur í.
Tann stóri høgtíðsdagurin var
jóladagur. Nú eru allir dagar líka,
so ein kennir ikki mun. Tað tekur
eisini eitt sindur av tí serliga
dámi, jóladagur hevði, og eftir
prestsins meting eisini framhald-
andi átti at havt.
Hetta skilið hevur bara vundið
upp á seg, sum tíðin er farin.
Petur Martin Rasmussen sigur, at
hann líka síðan hann gjørdist
prestur fyri meira enn 40 árum
síðan, hevur hann tosað um
hetta, men eingin hevur lurtað.
Nú gerast alt fleiri greið yvir,
hvussu vorðið er, men nú vendist
nokk ikki aftur, óttast prestur
fyri.
Men tað er ikki bara jólini,
sum eru broytt, sigur hann, Tað
er so galið, at eisini sjálv kristni-
boðanin tykist vera farin av lagi.
–Mær dámar einki talebanar,
sigur Petur Martin Rasmussen,
men tað er ikki langt frá, at vit
eisini hava onkrar her hjá okk-
um.
Í øllum førum tykir tað hon-
um, sum fólk eru, ið gera sær
sínar egnu metingar av, hvussu
boðskapurin skal leggjast út.
Fyrr var tað so, at vit høvdu
tríggjar trúargreinir. Faðir, Son
og Heilagan Anda. Tað vóru alt
persónar, sum vit trúðu uppá.
Men í dag er ein fjórða grein
komin afturat hjá summum. Tað
er skriftin sjálv. Fólk eru farin at
trúgva upp á bók, sum menniskju
hava skrivað. Soleiðis leggja tey
tað út heldur enn at trúgva orð-
inum, sum skrivað er upp og
honum, sum givið tey hevur.
– Fólk hava gloymt Jesus. Og
alt skal lesast út frá honum, ella
verður alt ein vavgreytur, sigur
Petur Martin Rasmussen,
fyrrverandi sóknarprestur, sum
nú hevur lagt frá sær vegna
aldur.
ØÐRVÍSI JÓL
Jólini í ár verða øðrvísi, enn tey
vanliga hava verið, sigur Petur
Martin Rasmussen. Í ár fer hann
ikki at prædika nakrastaðni á jól-
um, og tað er óvanligt. Tað kenst
eitt sindur løgið, og ein skal
venja seg við tað, sigur hann.
Petur Martin Rasmussen fer í
ár at halda jól hjá dóttrini í Dan-
mark. Og hann fer í kirkju á jól-
um, sum hannn plagar, hóast
hann nú bara fer at lurta.
Hann sigur, at honum altíð
Jólini eru vorðin ein stór sølustevna, sum hevur yvirtikið ta kirkjuligu høgtíðina, ið jólini upprunaliga vóru. Støðan er so óhugnalig, at fólk eru farin at taka lán
at keypa jólagávur fyri. Eini friðalig jól eru nokk ikki at finna longur, heldur fyrrverandi sóknarprestur
hevur dámt sera væl at ganga í
kirkju í Danmark.
– Mær dámar væl danskar
sálmar, sigur hann og heldur tað
koma av, at tá hann vaks upp á
Skála, varð bara donsk sálmabók
nýtt í Føroyum, og tað situr eftir
sum eitt serligt minni at syngja
danskt í kirkjuni.
At hann so metir donsku sálm-
arnar sum nakað heilt serligt í al-
tjóða skaldskapi yvirhøvur, ger
tað ikki verri. Hann heldur tað
vera rættiliga sjáldsamt, at eitt
lítið land sum Danmark skal
hava fostrað menn sum Kingo,
Brorson og Grundtvig.
Hesum seinasta er hann ikki
einki ávirkaður av, sigur Petur
Martin Rasmussen. Tann ávirk-
anin stavar frá lestrartíðini í
København, har serliga ein
professari, Hal Koch, var, sum
var bergtikin av Grundtvig. Tað
smittaði so av aftur á studentar-
nar, greiðir Petur Martin frá.
Hesin Hal Koch æt veruliga
Hans Harald Koch og var giftur
við Bodil Koch, sum onkuntíð
var kirkjumálaráðharri í Dan-
mark.
Ein annar, sum hann varð
ávirkaður av uttan nakrantið at
hava sæð hann, var týski
professarin í Nýggja Testamenti,
Rudolf Bultmann, greiðir Petur
Martin Rasmussen frá.
EITT SINDUR GAMAL man
hann vera vorðin, heldur Petur
Martin Rasmussen, sum nú er
farin frá sum 70 ára gamal. Hó-
ast 70 ár í dag ikki verður rokn-
að fyri so nógv, staðfestir hann
tó, at hann er einasti núlivandi
persónur, sum hevur verið prest-
ur í gomlu Klaksvíkar Kirkju.
Hann kom til Klaksvíkar í
1960 sum persónligur hjálpar-
prestur hjá Johan Nielsen, sum
var fólkatingsmaður. Tað var ein
sera góð tíð, greiðir Petur Martin
Rasmussen frá.
– Eg plagi at siga, at eg var
arbeiðskona hjá Johan Nielsen,
flennir hann.
Síðan hevur hann verið prestur
í Havn, á Eiði og á Tvøroyri, til
hann gavst 1. oktober í ár. Hann
var eitt skifti dómpróstur, áðrenn
hann fór til Suðuroyar.
Inn í millum prestastørvini
hevur hann verið lærari á
Studentaskúlanum í Hoydølum,
eins og hann eisini hevur undir-
víst og granskað á Fróðskapar-
setrinum í átta ár. Serliga var tað
kirkjusøgu, hann granskaði og
undirvísti í, greiðir Petur Martin
Rasmussen frá.
Meðan hann var á Fróðskapar-
setrinum skrivaði hann »dis-
putats« um politiska stríðið um
føroyskt kirkjumál, nevnt »Den
færøske sprogrejsning«, ið varð
vard sum doktararitgerð í Lund í
1987.
Sjálvur hevði hann ætlað sær
frá sum 67 ára gamal. Men um
tað mundið var hann prestur á
Tvøroyri, og illa gekk at manna
prestaembætini í Suðuroy tá, so
hann játtaði at halda fram, til
hann gjørdist 70 ár.
Tað verður ikki neyðugt at
ganga fyri einki, hóast ein er
pensioneraður, heldur Petur
Martin Rasmussen. Bara tað at
hava hús og urtagarð krevur
nógva tíð.
So er tað eisini tað, greiðir
hann frá, at heitt er á meg saman
við øðrum um at vera við til at
skriva Skála søgu. Eg eri jú
uppvaksin har, so tað var so
sjálvandi.
Hann heldur, at tað er rímiliga
lætt at skriva søgu í Eysturoy, tí
har ganga kirkjubøkurnar so
langt aftur. Líka til 1687, veit
hann at siga. Fyrsta skrásetta
barnadóp í Føroyum finna vit í
Skálafirði, greiðir hann frá.
Jú, Petur Martin Rasmussen,
fyrrverandi sóknarprestur, metir,
at hann nokk fer at finna okkurt
at taka í, hóast hann er pension-
istur. Men hann hevur ikki hugs-
að um at skrivað nakrar endur-
minningar, leggur hann afturat.
Jólini eru vorðin ein sølustevna