leygardagur 22. desember 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
11
10
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
FØROYINGAR Í
ÚTLONDUM
Orð og myndir: Jan Müller
Føroyingar eru allastaðni, hoyra
vit ofta tikið til. Um ikki nógvir í
tali á hvørjum stað, so er ikki
einki um hetta orðafellið. Tað er
ikki óvanligt, at føroyskar kvinn-
ur finna sær mann, tá tær á ung-
um árum fara út í stóru verð at
arbeiða ella at ferðast. Um tað er
tilvildin ella lagnan, sum ger, at
nógvar teirra ikki koma heim-
aftur, skulu vit lata verða ósvar-
að. Eftir tí vit vita, búgva í dag
tríggjar føroyskar kvinnur í
Grikkalandi, har tær hava fingið
sær grikskan mann. Tær tríggjar
búgva á trimum ymsum plássum,
í Athen, á Rhodos og á Kreta.
TÁ VITJAÐ varð á Kreta í
summar var eisini høvi at støkka
inn á gólvið hjá Jórun Jacobsen
úr Havn. Hon hevur búð á Kreta
seinastu 10 árini. Hon hevur
grikskan mann og eiga tey tvey
børn, Amalia, sum er 2 ár og
Napoleon, ið er 6.
Jórun arbeiðir í dag í einum
handli í stórbýnum Rethenion.
Hon selur gullvørur og hevur
gjørt tað í mong ár.
Jórun er fødd og uppvaksin í
Gundadali í Havn. Hon er dóttur
Napoleon og Ingibjørg Jacobsen.
Pápin doyði nøkur ár herfyri.
Jórun og grikska familja henn-
ara eru serstakliga blíð og fyri-
komandi, og tí var tað heldur
ikki so løgið at hoyra aðrar før-
oyingar, sum høvdu vitjað,
greiða frá gestablídninum. Tað
skortaði so heldur ikki uppá
gestablídni, tá blaðmaðurin á
Sosialinum saman við restini av
familjuni legði leiðina framvið
nýggju húsunum hjá Jórun og
Reno nakrar fáar kilometrar frá
stóra havnabýnum Rethimnon.
Har varð borðreitt við øllum
góðum, sum hoyrir einum
kretianskum køki til. Og í tí
heita og vakra kretakvøldinum
fingu vit so at hoyra søguna um
ta ungu havnagentuna, sum fekk
sín barnadreym uppfyltan, tá hon
fekk arbeiði sum ferðaleiðari hjá
Spies. Tað var eisini tað, sum
førdi hana og mannin saman, og
sum í dag er vorðin ein hampu-
liga stór familja.
BARNADREYMURIN
VERULEIKI
Tá Jórun bleiv studentur í 1988
arbeiddi hon fyrst eitt hálvt ár í
Havn. Hon hevði annars líka síð-
ani barnaárini havt ein dreym um
at fara út og síggja og uppliva
verðina við eygunum hjá einum
ferðaleiðara. Men tað var ongan-
tíð ætlanin ikki at skula koma
heimaftur.
Jórun fór at ferðaleiðaraskúla
á Mallorca í Spania í januar
1989. Frá Mallorca gekk leiðin
til Rhodos. Har var hon í eitt
hálvt ár. Eftir tað gekk leiðin til
Marokko. Tá enn eitt hálvt ár var
farið, varð kósin sett móti Kreta,
har Jórun seinni skuldi fáa sítt
núverandi heim. Tað var tá, at
hon møtti manninum. Men
ferðaleiðaraarbeiðið kallaði, og
hon varð nú aftur send til nýtt
stað, hesaferð til Gambia. Eftir
tað gekk leiðin aftur til Kreta, og
tá Spies vildi hava hana at fara
aftur til Marokko, var kærleikin
sterkari. Arbeiðið sum ferða-
leiðari mátti víkja fyri kærleik-
anum millum Jórun og Reno. Tá
gavst Jórun hjá Spies og fór
ístaðin at arbeiða hjá einum gull-
smiði í Aios Nicolaos, einum býi
á eysturstrond Kreta. Har var
hon í fimm ár, til hon fór at
arbeiða í Rethimnon, har hon
hevur verið síðani. Handilin er
ein av teimum stásiligastu og
mest vitjaðu í allari oynni
verður sagt.
Jórun dámar sera væl hetta ar-
beiðið og hevur hon eisini fingið
fleiri góðar starvsfelagar.
Hennara lætta og fryntliga lyndi
Jórun úr Havn býr á Kreta
ger eisini, at hon verður mett
gullverd sum sølukvinna í stás-
iliga handlinum við gullvørum.
Jórun arbeiðir frá apríl til endan
av oktober og hevur so frí í fimm
mánaðir.
Jórun og Reno giftust í 94 og
búsettu seg í lítlu fjallabygdini
Prines stutt frá Rethimnon.
DÁMAR VÆL FÓLKIÐ
Tað var ongantíð ætlanin, at hon
skuldi blíva verandi á Kreta. Tað
var meira av óvart – ella var tað
lagnan heldur enn tilvildin? Men
hon hevur ikki angrað tað, tí
henni dámar sera væl fólkið og
landið. Sjálv heldur hon tað gera
stóran mun at búgva inni á meg-
inlandinum og so úti á eini oyggj
sum Kreta. Familjusamanhaldið
er øgiliga sterkt á Kreta. Man
tekur sær av hvørjum øðrum.
Fólk eru heldur ikki so stressað.
–Fólkið her er sera blítt og fyri-
komandi. Øll royna at hjálpa
hvørjum øðrum, sigur Jórun og
vísir á, at tá ein vinur teirra,
doyði herfyri - hvørki vinurin
ella konan vórðu av Kreta - tóku
tey seg saman og samlaðu
75.000 kr. fyri at hjálpa konuni.
SAKNAR FAMILJUNA
Jórun roynir at vitja heima, tá
høvi býðst. Fyrr vitjaði hon á
hvørjum ári, men nú er eitt sind-
ur longri ímillum. Hon saknar
mest familjuna og vinfólkini,
føroyska matin og so eisini
føroysku náttúruna, her serliga
dagarnar og næturnar á sumri.
Hon roynir annars at fylgja við á
internetinum, hvat hendir heima í
Føroyum. Og so fer væl av tíð til
at tosa í telefon mest við mamm-
una, men eisini við vinkonurnar,
sum hon møtir, tá hon er heima.
Tað hendir seg so eisini, at Jórun
og Reno fáa vitjan av føroying-
um, sum dámar væl at vitja eina
slíka oyggj mitt í Miðalhavinum
á sumri.
Jórun hevur ongar ítøkiligar
ætlanir um at fara heimaftur í
bræði. Maðurin er løgreglumað-
ur og hevur nokk at síggja til.
Tey hava júst bygt síni egnu hús í
Prines og eru tey sera errin av
húsunum, ið liggja umgyrd av
trøum. Jórun vísir á, at nógv,
sum koma henda vegin og búseta
seg her, finna seinni út av, at tey
hoyra ikki til her og fara heim-
aftur.
Men Jórun dámar væl og hon
vil eisini fegin læra seg at liva
sum kretabúgvi við teirra siðum
og livihátti.
– Tú mást góðtaka fólkini, sum
búgva her og ikki royna at broyta
tey. Eg haldi, at tá tú kemur til
eitt fremmant stað, so mást tú
góðtaka tingini, soleiðis sum tey
eru og ikki royna at halda lív í
teimum siðum tú kanska hevur
við tær heimanífrá.
Hóast mammuni heima í Før-
oyum leingist eftir dóttrini og
fegin sá, at hon búði í Føroyum,
so heldur hon tað er gott at vita,
at dótturin og Reno hava tað
gott og eru góð hvør við annan.
- Hvør sigur, at eg hevði verið
meira lukkulig, um eg hevði
verið heima og fingið mær før-
oying til mann, sigur Jórun. Hon
og Reno vóru so eisini saman í
fimm ár, áðrenn tey gjørdu av at
gifta seg. Og brúdleypið var
eisini hildið við maner. Umleið
600 fólk av Kreta og aðrastaðni í
Grikkalandi, úr Danmark, Før-
oyum, Noregi og Svøríki vóru
við til brúdleypið, sum varð hild-
ið á torginum í heimbygdini hjá
Reno til klokkan 6 á morgni.
Umframt Jórun búgva eisini
tvær aðrar føroyskar kvinnur í
Grikkalandi. Aimi Thomsen av
Strondum býr í Athen, meðan
Sólrun Andreassen úr Havn býr á
Rhodos. Allar hava tær grikskar
menn. Tað hendir seg, at tær
tríggjar hittast í Athen, men
søgan sigur einki um nakað før-
oyingafelag finst í Grikkalandi.
Barnadreymurin var at sleppa út og síggja verðina við eygunum hjá einum ferðaleiðara. Ætlanin var altíð at koma heimaftur. Men Jórun úr Havn kom ongantíð
heimaftur at búgva. Hon fann sær grikskan mann á Kreta, har tey hava tvey børn. Familjan er júst flutt inn í nýggj hús
Jórun og grikski maðurin Reno hava tað gott saman.
Jórun saman við tveimum av starvsfólkunum í gullhandlinum
Jórun er sera væl dámd. Hennara lætta og fryntliga lyndið er gullvert, tá ræður um at fáa
nógvar og góðar kundar.
Nýggju húsini liggja í Prines
Dótturin Amalia
Sonurin er uppkallaður eftir
abbanum úr Havn, Napoleon, sála.
23
C
M
Y
K
22