leygardagur 22. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
C
M
Y
K
20
8
Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001
synirnar. Tá ið eg sum
óviti kom úr Skúgvi til
Havnar at ferðast og búði
hjá ommu, varð eg av
Regini, tí yngsta soninum
hjá Ásmundi, og øðrum
garpum av Abbatrøð
førdur inn í koboyverðina.
Sum bygdadrongur, við
munandi størri vitan um
Karlamagnus, Olgar
Danska og Regin smið enn
um amerikanskar neyta-
dreingir, fekk eg ein ofta
heldur eyðmjúkan leiklut í
kovoyspælinum. Men eg
haldi meg minnast, at
Regin ofta hevði leiklutin
sum Hopalong Cassidy, og
at hann spældi hesa rollu á
sera sannførandi hátt. Um
Ásmund er at siga, at hann
var fámæltur maður og
púra sørur fyri stjóralótir.
Sum arbeiðsmaður hjá
Ásmundi Poulsen upplivdi
eg einaferð, hvussu ein
samanbrestur millum,
øðrumegin mentan og
søgu, og hinumegin handil
og peningavald, kundi arta
seg. Ein danskur møbla-
handilsmaður hevði keypt
eitt grundstykki úti á
Skúlareyni, har hann
ætlaði at byggja handil ella
goymslu. Stykkið var tað,
sum rópt varð Hans Olsens
Havi, vestan fyri Snikk-
arastovu og húsini í Tranti.
Ásmund Poulsen stóð fyri
arbeiðinum, og farið varð
undir at grava út. Grivið
varð tætt yvir at Snikkara-
stovu. Í beninum, haldi eg
meg minnast, sást, at hesi
gomlu húsini vóru ikki
bygd á fastan botn, men
stóðu á loddrættum stólp-
um, sum so aftur stóðu á
bóndatrøum, ið vóru løgd
vatnrætt djúpt niðri í
moldini ella leirinum.
Sum ivaleyst mongum
kunnugt vórðu pokurnar
bornar til Havnar av tí
seinasta skipinum, sum var
í Føroyum á heysti 1709.
Farsóttin gjørdi rættiliga
feigdina um seg. Tríggir
fjórðingar av íbúgvunum á
býnum — tilsamans 250
fólk - doyðu av sjúkuni. Av
teimum 35, sum mannaðu
Skansan, doyðu 3 korpo-
rálar og 22 hermenn.
Somuleiðis doyðu tey
flestu skúlabørnini og 12
av 15 sjúklingum á
Spitalinum á Argjum.
Í Hans Olsens Hava var
Pokuholið, og fólk hildu
seg vita, at pokugravir
vóru á hesum stað.
Myndugleikarnir komu
upp í málið, og vit
arbeiðsmenn, sum høvdu
ábyrgd av at fáa alt tað frá
hondini, sum gravi-
maskinan ikki formáddi,
kundu eygleiða, hvussu
smáar Føroyar vóru. Um
tað lítla arbeiðsplássið
tyrptust eina stutta tíð
landsins fornfrøðingur
Sverri Dahl, landsins
jarðfrøðingur Jóannes
Rasmussen, umboð fyri
friðingarnevndina og til
endans eisini løgmaður
sjálvur — sum um hetta
mundið var Hákun
Djurhuus.
Stakroyndir vórðu tiknar,
Sverri og Jóannes, løgmað-
ur og friðingarmenn tutl-
aðu og tingaðust, her varð
fregnað og kannað, snýst
og fýst. Í Snikkarastovu og
Barnastovu, hjá Júst og á
Bakkahellu stóðu fólk og
skottaðust. Jarðarmunurin
var nógvur og útgrevsturin
av tí sama meira enn
manshædd djúpur eystaru-
megin. Tá ið Maddikk kom
út fyri dyr, hvítklæddur og
í seðlum, at spyrja, hvussu
leikur fór, sá hann út sum
skiparin á brúnni. At enda
var tað, sum øll verðin
bíðaði eftir, at ræið av
onkrum ólukkudýri frá tí
ræðuliga farsóttarárinum
1709 fór at koma undan.
Men tað var alt eitt stórt
vónbrot. Ikki eitt einasta
mannabein varð funnið í
Hans Olsens Hava. Burtur
úr hóvastákinum kom
kortini tað góða, at forboð
varð sett fyri bygging á
hesum stað.
TÍÐARSKEIÐIÐ EG av
og á hevði leiklutin sum
arbeiðsmaður í Havn
fevnir um árini 1956 til
1973, við øðrum orðum frá
tí Suezkreppan tók seg
upp, og til Augusto Pino-
chez bardi niður fólka-
ræðið í Chile. Tilsamans
man eg hava arbeitt hjá
einum 10-12 ymiskum
størri og smærri virkjum,
teirra millum eisini eitt nú
Bacalao, Pihl & Søn og
Lamhauge & Waagstein.
Hesi árini varð tann nýggja
Havnin til. Stoffalág,
Rættará, Heyggurin Mikli
og líðirnar niðan fyri
Marknagilsvegin vórðu
lagdar undir betong og
asfalt.
Arbeiðið við spaka í
hond, ella uppi yvir
blandimaskinuni, var ikki
altíð líka týdligt. Tað kundi
vera bæði tungt, skittligt,
møðsamt og eintáttað, ikki
minst á vetri, tá ið vestur-
ættin lá so trá, og regnið
díkti niður í mánar. Olju-
klæðini tyngdu, og heilin
var ikki annað enn mold
og sement.
Tað kundi lætta um
arbeiðið, tá menn fóru at
práta ella tingast um okk-
urt ávíst. Høvuðsevnini í
slíkum orðadráttum vóru
trý: mál, átrúni og politikk-
ur. Drúgvast vóru orða-
skiftini, um umboð fyri
øðrumegin fólkakirkjuna
og hinumegin Brøðrasam-
komuna brustu saman.
Hvat meinti Jesus í grund-
ini, tá hann á sinni bar
møguleikan fyri frelsu
saman við eitt nálareyga?
Hvat veitir rættvísgering
— trúgvin ella gerðin? Á
hittlistanum yvir mest um-
røddu persónar á føroysk-
um arbeiðsplássum hevði
Paulus lættliga skorað
fyrstaplássið.
Slík orðaskifti kundu
eisini gerast leiðilig, minna
um at ganga í kyksendi,
ella um javnfjarar linjur.
Ein visti, at tey kundu
halda á til dómadags, uttan
at ein niðurstøða tektist.
Sjálvur ivist eg ikki í, at
um hesir gudfrøðiligu
moldhólkar og orðklúgv-
arar komu í himmalin,
høvdu teir eisini har hildið
fram við sínum orðadrátti
um gerðina og náðina, til
slíkan ampa fyri bæði
Várharra og einglarnar, at
himmalsins Petur Michel-
sen at enda hevði læst teir
inni í onkrum serligum,
ljóðvardum kliva.
Ein skái av øðrvísi slag
kundi koma innanífrá.
Brádliga kundi ein, mitt í
arbeiðinum, uppliva løtur,
ið høvdu yvir sær okkurt
opinberingarkent, tað var
sum sálin, eins og ein
mortítlingur, smeyg sær út
um tann holdliga veru-
leikan, út um vætu, runu-
vatn, mógv, út um útsynn-
ing og oljuklæðir. Ein var á
lívi hóast alt. Vakrar
kvinnur vóru til. Heima
bíðaði ein nýggj pláta eftir
Leonard Cohen.
ØLL HESI árini hevði
hugurin til at brúka pennin
javnan gjørt vart við seg.
Sum mangir av mínum
javnaldrum royndi eg meg
fyrstu ferð í Vitanum, tí
lítla blaðnum, næmingar á
Preliminer- og Studenta-
skúlanum góvu út. Seinni
komu av og á greinir,
lesarabrøv og stubbar á
prent í eitt nú Oyggja-
skeggja, 14. September og
Dagblaðnum.
Fyrimyndirnar vóru frá
fyrstu løtu greiðar. So
skjótt eg av álvara fór at
lesa tekstir, ið bóru av eitt
nú Dumas ella Captain
Marryat, visti eg, at Guy
de Maupassant og Herman
Bang vóru heimsins
fremstu prosaistar. Seinni
komu onnur aftrat: Kafka,
Borges, Nabokov, Karen
Blixen.
Eg fari at loyva mær,
móti endanum, at gera eitt
lítið slank. Eg minnist,
hvussu merkiligt tað var
fyrstu ferð at standa við tí
lítlu bókini Tvär smásøvur
äv Guy de Maupassant
sættar út uppá førist, Tórs-
havn 1891, sum eg fekk til
gávus frá Inga Mohr, helst
í 1956 ella 1957. Tað
hevur altíð undrað meg, at
eingin føringur hevur spurt
seg sjálvan, hvat kundi
komið burtur úr Jakob
Jakobsen, um hann var
farin tann franska vegin,
hevði valt skaldskapin og
naturalismuna heldur enn
málfrøðina og Nólsoyar-
páll.
Hvat var so læran av
øllum hesum? Eydnaðist
tað nakrantíð at sameina
penn og spaka? Tað er
helst ilt at siga. Eingin
grund er til at sveipa eins
stokkutu løtur uppi yvir
spakanum inn í romantiskt
pynt, hvørki av idealistisk-
um ella proletariskum slag.
Arbeitt varð, tí ein hevði
brúk fyri pengum, ella tí
tað var skomm at ganga
fyri einki.
Aftaná tykist kortini
greitt, at eisini okkurt
annað kom burturúr.
Onkustaðni, aftarlaga í
vitskuni, hevur ant ein
longsul, kámur og kortini
seigur, eftir møði og
sveitta, eftir at royna sín
kropp, eftir at gróðurseta
sín anda í djúpum lendi.
Úrtøkan var, um væl visti
til, at okkurt slag av javn-
vág, kanska enntá eyð-
mýkt, kom í sálina. Og
hvat ein annars kann siga,
so var harðliga brúk fyri
hesum eginleikum.
Tá teir miðskeiðis í fimmtiárunum løgdu Havnará undir heilt á Tinghúsvøllinum. Nøkur ár
framman undan varð hon løgd undir fram við Áarvegnum niðan til Tinghúsvegin
Hendan myndin, sum er frá umleið 1974, vísir, hvussu nógv
ferðslan øktist í »nýggju Havnini«. Hetta førdi við sær, at
Havnin var eitt stórt byggipláss í nógv ár
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
9
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Teir eru her allir, tónleikararnir,
sum hetta seinasta árið hava fylt
airplay listan hjá donsku lurtara-
gjaldsgoldnu tónleikarásini P3
hjá Danmarks Radio. Høvið er
stórfingna heiðurslønarhandanin,
sum undir navninum P3-Prisen
hevur verið lýst, júkað og aftur
lýst í ein heilan mánað, serliga á
P3, men eisini alla møguliga
aðrastaðni. P3-Prisen er nýggja
árliga høvið hjá donskum popp-
tónleiki at heiðra seg sjálvan, og
eftir uppmøtingini at døma, er
hetta høvið vælkomið millum
kendar danskar tóleikarar.
At tað júst er P3, sum hevur
tikið stig til hesa heiðran, er ikki
tilvildarligt. Helvtin av teimum
tónum, sum væl umtókta
útvarpsstøðin sendir út, eru
danskir, og tí hevur P3 rættiliga
stóra ávirkan á, hvørjir danskir
tónleikarar koma fram í ljósið.
So P3-Prisen snýr seg kanska
líka nógv um, at danskur popp-
tónleikur heiðrar P3.
FLATT AV FLATLONDUM
Falconersalurin á Fredriksberg er
fyltur á tremur av kendum og
minni kendum tónleikarum, fjøl-
miðlum og einari fjøld av fólki,
ið hevur tikið djúpt niður í
lumman fyri at sleppa við. Stóri
spurningurin tygara útsendi setti
sær sjálvum á veg inn í salin er,
um danskur popptónleikur
veruliga hevur so nógv at feira í
løtuni, at tað er vert alt hetta
stríðið. Eitt skjótt afturlit at tí,
sum hevur verið at hoyrt á P3
hetta seinasta árið, fekk meg at
ivast í um
popptónleikalandslagið her á
flatlondum ikki er nakað flatt.
Tak til dømis ein teirra, sum
hevur verið einamest at hoyrt
hendan seinasta mánaðin, 80’ara
popparan Thomas Helmig, sum
júst hevur uppfunnið seg sjálvan
fyri guð viti hvørja ferð nú
undan jólunum og sent eina
fløgu út við nøkrum, sum í besta
føri kann kallast lítið sigandi
honningspoppur. Helmig var
nomineraður til eina heiðursløn,
men fekk onga.
Og so er tað Tim Christensen,
fyrrverandi sangari í kenda
fyrrverandi danska rockbólk-
inum Dizzy Miss Lizzy, sum í ár
reisti seg frá gloymskustøvinum
við einari solofløgu í stórt sæð
sama stíli sum Dizzy Miss Lizzy
fløgurnar. Tim Christensen vann
heiðurslønina fyri at eiga mest
spælda lag á P3 hetta farna árið.
Til teir meira frægu hoyrir
Erann DD, funktónleikarin, sum
í fjør knappliga bleiv poppari og
síðan hevur verið at hoyrt hvønn
dag á P3. Tað sama var galdandi
fyri Útvarp Føroya, tá Erann DD
legði leiðina framvið Høllini á
Hálsi í august í ár. Erann vann
heiðurslønina »Årets P3
kunstner«, ið varð givin til tann
tónleikaran, ið hevur verið mest
spældur á P3 hetta seinasta árið.
MEN EITT ER tónleikarar, sum
enduruppfinna seg sjálvar og liva
upp á, at fólk enn ikki hava
gloymt teirra fortíðar avrik. Verri
er tað, at fólk, sum hvørki hava
verið, ella nakrantíð fara at ger-
ast, góðir tónleikarar mynda
danska poppallin í løtuni. Ring-
asta dømið um hetta er gent-
bólkurin EyeQ. Bólkurin er
sjálvt úrslitið av sera vælumtóktu
sendingini »Popstars« á sjón-
varpsrásini TV2, har ungar gent-
ur úr øllum landinum, ja øllum
ríkinum, telur man føroyska
innslagið við, kappaðust um at
gerast partur av einum gentu-
bólki. Við tímalangum sjón-
varpssendingum, pinup kalend-
arum, bókum, videoløgum og
einari rúgvu av airplay hevur
miðlaapparatið handan Popstars
konseptið fingið gentubólkin
upp á donsku popptindarnar. Tí-
betur fyri danskan popptónleik,
eru genturnar ikki nomineraðar
til nakra P3-heiðursløn.
TAÐ ER EIN ONNUR miðla-
framleidd poppvøra hinvegin.Við
síðuna av mær situr tann í Dan-
mark so víðargitni ungi maðurin
Christian, sum hvørt mannsbarn
hevur kent við fornavni, síðan
hann fór inn í eitt hús fylt við
myndatólum og lat allar landins
sjónvarpshyggjarar fylgja honum
í øllum lívsins viðurskiftum í
væl umtóktu sjónvarpssendingini
Big Brother.
Í Big Brother húsinum spældi
hann upp á guitar, og eftir at
hann saman við tveimum øðrum
luttakarum eina náttina rýmdi úr
húsinum í fylliskapi, fór hann í
gongd við at stápla sær eina
tónleikakarrieru á beinini. Hann
innspældi eitt lag, sum onkur
annar hevði gjørt, og áðrenn
hann visti av, var hann ein landa-
plága alt summar við lagnum
»Du kan gøre hvad du vil«.
Síðan hevur hann lænt eitt lag
hjá svianum Patrik Isakson og
hetta lagið er nú at hoyra í einari
danskari útgávu á P3 hvønn
einasta dag. Christian vann
lurtaraheiðurslønina hjá P3 fyri
at tað ikki skal vera lygn.
MEN TÍBETUR fyri P3, dansk-
an popptónleik og tann vanliga
útvarpslurtaran, so vóru tað ikki
bara avdankaðir tónleikadino-
saurar og miðlaskaptar døgn-
flugur, ið blivu heiðraðar. Tær
báðar mest týðandi heiðurs-
lønirnar á skránni fóru nevniliga
til tveir tónleikabólkar, sum
veruliga hava nakað nýtt at bjóða
donskum tónleiki. P3-prisen,
sum eisini inniber 75 túsund
krónur og tvær vikur í upptøku-
høluum hjá Danmarks Radio,
varð latin melodiøsa rockbólk-
inum Saybia, sum uttan iva fer at
vera nógv at hoyra komandi
tíðina.
Tann kanska mest áhugaverda
av heiðurslønunum, ið P3 lat
hetta kvøldið, var MP3-prisen.
Fimm bólkar, sum enn ikki hava
fingið sáttmála við nakað plátu-
felag, men sum í vón um at
verða »funnir« bjóða øllum at
ogna sær teirra tónleik ókeypis
ígjøgnum internetið, vóru
nomineraðir. Vitjandi á vevsíðuni
hjá P3 valdu áhugaverda bólkin
Carpark North sum vinnara av
MP3-prisen.
HVAT VIÐ FØROYSKUM
BÓLKUM?
Aftaná at hava verið vitni til
hesa fyrstu tónleikaheiðranina
hjá P3 og hava hoyrt eina løgna
blanding av nøkrum tí ringasta
og nøkrum tí frægasta, sum
danskur poptónleikur hevur at
bjóða, rennur føroyskur popp-
tónleikur mær í hug. Høvdu før-
oysku bólkarnir havt nakran
kjans millum teir donsku?
Og svarið er avgjørt ja, sjálv-
andi. Hví skuldu teir ikki havt
tað? Men tað tekur tíð og krevur
arbeiði. Bólkurin Saybia, sum
hetta kvøldið bleiv útróptur sum
størsta nýggja talentið í donskum
popptónleiki, hevur seinastu
árini verið alt landið runt fleiri
ferðir og spælt á einum ótali av
smærri spælistøðum og soleiðis
spakuliga uppbygt sær ein lurt-
araskara. Ikki fyrr enn í ár hevur
hetta rættiliga givið úrslit, fyrst
við einari framførslu á Camping
scenuni á Roskilde Festivalinum,
síðan við einum plátusáttmála
við EMI, og nú við at vinna
størstu heiðurslønina frá P3.
Men enn er eitt møguligt altjóða
gjøgnumbrot langt frammi í
tíðini.
So føroyskir tónleikabólkar
skulu helst ikki seta nøsina alt ov
høgt alt ov tíðliga.
Danskur tónleikur heiðrar
seg sjálvan
Mikudagin 5. desember hittust fólkini, ið mynda danskan popptónleik, og fólkini handan tónleikarásina
P3 hjá Danmarks Radio fyri at heiðra hvønn annan og seg sjálvan framman fyri fimtanhundrað
áskoðarum í Falconersalinum á Fredriksberg í Keypmannahavn og nøkrum hundraðtúsund útvarpslurtarum.
Sosialurin var við á fremsta bonki