leygardagur 22. desember 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
C
M
Y
K
18
6
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
Millum pennin og spakan
Lívið við spaka í hond, ella uppi yvir blandimaskinuni, var ikki altíð líka týdligt.
Kortini góvu hesar royndir eitt vet av kjølfestu. Sum rithøvundur vildi ein ikki
verið tær fyriuttan
ENDURMINNINGAR
Hanus Kamban
UPPALARAR OG skúla-
fólk føra viðhvørt fram ta
hugsan, at menniskjans
likam og sál eiga at sam-
starva. Í okkara lítla landi
hava vit — kanska serliga í
tíðini, eftir at vit fingu
almennan skúla — sæð
dømir um eina slíka
samvinnu.
Tak bara tann gamla
føroyska skúlalæraran. Um
væl vildi til, kundi ein
slíkur lærari vera bæði
lesandi, vitandi og skriv-
andi menniskja. Umframt
tað kundi hann, eisini um
væl visti til, gagna síni
bygd sum eitt nú timbur-
maður, snikkari, fín-
mekanikari og bátasmiður.
Hann var — í ófullkom-
num sniði, treyðugt so —
dømi um tað heila menn-
iskjað, sum gamli Aldous
Huxley plagdi at prædika
um.
Sjálvur havi eg altíð
hildið hesa hugsjón um
áralag millum andaligan og
likamligan róður verið
sanna. Eins og eitt nú
sjómaðurin kennir sakn í
ikki at hava kunnleika um
t.d. søgu og tí tekur bøkur
við sær til Grønlands ella
Svalbard, kann hin bókliga
menti viðhvørt føla longsul
eftir at fáa roðslu á fingr-
arnar ella mold undir
naglarnar.
Tá ið undirritaði á sumri
1956 sigldi úr Skúgvi til
Havnar við sluppini Selnes
— sum eisini førdi ogn-
irnar hjá foreldrum mínum
av útoyggj til høvuðsstaðin
— var tað sum tráðurin til
tann likamliga partin av
tilveruni varð slitin. Mínir
javnaldrar fóru til skips.
Sjálvur steig eg tey fyrstu
fetini inn í eitt annað ríki,
bygt av anda heldur enn
kroppi. Ein lærdi mál og
søgu. Ein varð førdur inn í
skaldskaparins heim. Men
alla tíðina andi onkustaðni
í huganum ein órógv, ein
kensla av, at okkurt
virðismikið var gloppið
einum av hondum.
GAMAN Í — sjómaður
bleiv ein ongantíð. Kortini
hevði verið skeivt at sagt,
at likamið púrasta varð
slept upp á fjall. Ivaleyst
vóru nakrir skúlanæm-
ingar, ið kundu hugsað sær
at gingið fyri einki í
summarfrítíðini. Men fá
foreldur lótu sær lynda, at
børnini gingu hendur í
favn í tveir mánar. Vit, sum
gingu á Preliminer- og
Studentaskeið Føroya
Løgtings, vóru sostatt
syndrað niður yvir tey
arbeiðspláss, sum tá vóru í
Føroyum. Genturnar stóðu
í handlum ella kioskum,
bygdadreingir sluppu ein
túr í sild ella við hvala-
bátum.
Hjá havnardreingjum,
sum ikki kendu ein skipara
ella ein reiðara, vóru aðrir
møguleikar. Í seinnu helvt
av fimtiárunum blómaði
byggivinnan í Havn. Fólk,
sum fluttu til Havnar,
skuldu hava tak yvir høvd-
ið. Tískil vórðu raðhús
bygd bæði í eystur- og
vesturbýnum. Hvørt
einstakt hús var vanliga í
tveimum ella trimum
hæddum, við einum lítlum
garði øðrumegin og einum
túni hinumegin.
FYRSTI ARBEIÐS-
GEVARI eg starvaðist hjá
var Petur í Gong. Lendið
frá Revagørðunum og
eystur móti Dalatrøðni, var
útstykkjað, og Petur í
Gong bygdi á hesum stað
raðhús, langar lonir við
tveimum hæddum.
Útgrevstrararbeiðið fyri
teimum fyrstu lonunum var
fingið frá hondini á sumri
1957, tá eg fór at arbeiða
hjá har. Nú varð blandað,
stoypt og steytað. Viður
var reinsaður og formar
settir upp.
Tað tykist at vera lagnan
hjá føringum, at í smáum
sum stórum viðurskiftum
enda teir við at sita og
munnhøggast um málsligar
spurningar. Komin av bygd
ansaði ein straks eftir, at
byggivinnan í Havn hevði
sítt serliga mál, at skumpa
æt t.d. at lempa, og ein
skupla æt ein skovl. Eg
hevði ongantíð hoyrt hesi
orðini fyrr og hevði lítlan
hug at brúka tey. Eg haldi
meg ikki vera ovurhonds
erkvisnan málsliga, men
eitt mark má vera. Eitt nú
havi eg ongantíð orka at
tikið orðið ein kúllingur í
mín munn. Hetta mishátta
orð átti at fingið dura-
fjórðingin ongantíð ov
skjótt. Tað eitur stutt og
greitt høsnarungi. Basta!
Eg loyvdi mær at mót-
mæla. Tað æt ikki ein
skovl, men ein skupla. Men
tá varð eg settur væl og
virðiliga upp á pláss av
einum eldri svíningi, sum
gjørdi greitt, at ein skupla
var eitt amboð, gjørt úr
herðablaðnum á hvali.
Maðurin var um tey sjeyti,
var væl skorin fyri tungu-
bandið og tosaði ramligt
svínoyarmál. Slíkum
myndugleika stóð eg ikki
kurl. So skovlin varð við
yvirlutan.
HETTA SUMMARIÐ hjá
Peturi í Gong kom eg at
kenna ein suðring, hann
var eldri maður, undir
miðal á vøkstri, stillførur,
eitt sindur bogin, við
mildum eygum og óvan-
liga góðvarnum andliti.
Maðurin æt, minnist meg
rætt, Salomon Djurhuus.
Blaðungir dreingir og eldri
menn vórðu ofta settir til
tað minst krevjandi
arbeiðið, at reinsa formar
og brettir ella taka seymir
út.
Salomon og eg komu at
arbeiða saman í longri tíð,
kanska fleiri vikur, og sum
vera man bleiv eisini
prátað. Eg síggi mannin
fyri mær, nú meðan eg
skrivi, hann er putlutur,
eitt sindur seinur, óvanliga
nossligur, javnan letur
hann seg úr handskunum
og skolar hendur og
handskar, ivaleyst hevur
hann fortreð av sveitta-
luktinum.
Tað serliga við hesum
Salomon var, at hann var
ikki bara lesandi maður,
men lesihestur. Hann
hevði, um meg minnist
rætt, verið sjómaður alt sítt
lív. At kalla hvørt oyra,
hann hevði forvunnið, var
farið til bøkur. Eg haldi
meg minnast, at hann var
ógiftur, haraftrat tóktist
hann røkin og pjøkin, so
eg kundi rokna út, at har
mundi vaksa skjótt í bóka-
rúgvuni. Eyguni vuksu í
mær, tá ið hann fortaldi,
hvussu mong bind hann
hevði sankað saman og
lisið. Hansara lív hevði
verið eitt slag av lærdum
háskúla, har hann var sín
egni lærari. Hann hevði
lært seg mál, kanska eisini
søgu. Men fyrst og fremst
hevði hann lagt seg eftir at
læra tey neyvu fakini,
støddfrøði, geometri, alis-
frøði, evnafrøði. Hann
reksaði upp alt, hann dugdi
og visti, greiddi frá líkn-
ingum og formlum. Hann
roknaði út fyri mær vídd-
ina á himmalrúminum. Eg
helt meg duga væl at
rokna, men her hevði eg
funnið mín yvirmann.
Hvat var í øllum hesum,
dugi eg ikki at siga í dag.
Salomon fortaldi, at hann í
einum føri hevði varnast
eitt mistak í eini stjørnu-
frøðiligari útrokning í
álmanakkanum, skrivað til
lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn, sum hevði
givið sær rætt og rættað
mistakið í næstu útgávu.
Eg var sjálvsagt bæði
ungur og góðtrúgvin. Og
onkursvegna tóktist tað tá,
sum gekk ein føroyskur
Pythagoras her og høsn-
aðist, við skavara og
hamri, gloymdur og for-
fjónaður. Í dag stendur
hann fyri mær sum dømi
um mín egna longsul, bara
í øvugtun sniði: slitmað-
urin, ið toyggir seg eftir
anda og vitan. Hann er
samstundis ivaleyst dømi
um eitt fólkaslag, sum
mennist í útjaðara, har øll
atgongd til skipaðan lestur
er stongd. Slíkir kunnu
gerast virdir granskarar,
men verða ofta — mis-
røktir og mismettir av sín-
um umhvørvi — bara til
serskøltar.
Á SUMRI árið eftir fekk
eg høvi til fyri fyrstu ferð
at arbeiða í fiski. Turki-
húsið hjá Karl á Lag stóð
sum kunnugt eystan fyri
Skansan, ein klombrutur,
døkkur kassi. Hellan
eystanfyri - har Fiskasølan
seinni fór at halda til —
varð brúkt til at breiða
fiskin á. Fiskaarbeiðið fór
helst fram á sama hátt,
sum tað hevði gjørt síðani
seinast í 19. øld. Manna-
gongdin var: at vaska,
salta, breiða út, vraka og
pakka.
Yvir virkinum hjá Karl á
Lag var ein kámur farri av
tign og varsemi. Mær er
sagt, at gamli Karl á Lag
skuldi vera ein av teimum
fáu, sum dugdi at leggja
upp fyri, tá ið kreppan
Útsýni frá torninum í
Vesturkirkjuni yvir raðhúsini
í J. Patursonargøtu niðan
yvir býarpartin »í
Grønlandi« og líðirnar niðan
fyri Marknagilsvegin:
– Tilsamans arbeiddi eg hjá
einum 10-12 ymiskum størri
og smærri virkjum,
teirramillum eisini eitt nú á
Bacalao, Phil & Søn og
Lamhauge & Waagstein,
sigur Hanus Kamban.
– Hesi árini varð tann
nýggja Havnin til. Stoffalág,
Rættará, Heyggurin Mikli og
líðirnar niðan fyri
Marknagilsvegin vórðu
lagdar undir betong og asfalt
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
7
kom í tríatiárunum, og sum
sostatt ikki fór á heysin.
Ein sonur hansara, róptur
Diaba, hevði verið arbeiðs-
formaður í tríatiárunum,
undir honum høvdu
mamma og onnur í henn-
ara ættarliði arbeitt. Diaba
var tiltikin dámligur mað-
ur, enn í dag hittir ein
gamlar konur, sum fáa ljós
í eyguni, tá hann verður
nevndur. Hesin ljóslynti
maður doyði á syrgiligan
hátt. Mær er sagt, at hann
hevði svomið á sjónum
yviri við Strond og aftaná
lagt seg at sova í tí kalda
turkihúsinum. Hann legðist
sjúkur, fekk lungnabruna
og doyði.
Jákup á Lag var fattur
maður, álvarsamur, ongan-
tíð fagurlátin, men kortini
dámligur. Eg haldi meg
minnast, at hann var ill-
sintur maður, tó at eg ikki
minnist nakra ávísa
hending.
Skrivstovan var vinstru-
megin inngongdina, í
ovaru síðu á turkihúsinum.
Inn hagar varð farið lønar-
dag seinast í vikuni. Løn-
ina fekk ein talda upp í ein
tunnan, ljósabláan ella
ljósagráan brævbjálva.
Tá ið eg í dag hugsi um
hesa gerandisligu hending,
hevur hon í minninum
okkurt rituelt yvir sær, sum
vóru tað bønarmenn í
Harrans víngarði, ið her
fingu samsýning fyri lokið
verk. Eg havi somu kenslu,
tá eg í dag síggi fólk
standa í stórbýnum og taka
pengar út úr kortautomat-
um. Tað er, sum fremja tey
okkurt loynt ritual, sum
kanska ikki tolir dagsins
ljós, við bakinum til, sum
vóru tey til altars. Pengar
eru í okkara samfelag
onkursvegna halgir, vit
fara um hesar lutir, sum
hava teir sakramentala
tign. Kanska hevur Jákup á
Lag havt hesa somu
kenslu.
At arbeiða í fiski var
munandi tyngri og ónoss-
ligari enn byggiarbeiði.
Ein kendi sjálvsagt til
vanligt arbeiði, sum tað fór
fram úti á bygd, at
hoyggja, bera tøð, velta og
saksa. Her var arbeiðs-
dagurin langur, við áhald-
andi, skipaðum arbeiði og
fáum og stuttum steðgum.
Tann moyri unglinga-
kroppurin skuldi venja seg
við nýggjar avbjóðingar.
Vanliga varð arbeitt minst
til klokkan sjey, ofta bæði
til klokkan níggju og
tíggju. Ein bleiv sárhentur,
deymurin av fiski og salti
hekk í kroppinum, á
morgni verkti andsperran í
hvørjari spong.
Í mínum minni er navnið
Camus samantvinnað við
turkihúsið hjá Karl á Lag.
Albert Camus hevði fingið
nobelvirðislønina í 1957,
og eg hevði árið eftir keypt
eina bók hjá honum, søgu-
savnið Útlegd og kongs-
ríki. Hvørt kvøld aftan á
arbeiðstíð lá eg í songini
og las, vanliga sovnaði eg
av møði niður yvir stav-
irnar. Um meg ikki minnist
skeivt, var ein av søgunum
um ein mann, sum arbeiðir
í eini veldugari salt-
goymslu. Onkursvegna var
tað sum saltið úr bók-
mentaheiminum og tað
ítøkiliga saltið hjá Karl á
Lag hetta summarið runnu
saman í eina eind, sum
føldist tung og nívandi,
sum vildi tað slúka ein.
HJÁ EINUM sum hevur
búð í Havnini í nítiárunum
kann tað tykjast merkiligt
at lata hugan reika aftur til
fimti- og sekstiárini. Hesi
seinastu mongu árini hevur
tað ikki verið ein sjálv-
fylgja, at skúlaungdómur
fekk arbeiði í frítíðini.
Kreppuárini 1992-96 var
Havnin mest sum ein oyði-
mørk. Tá eitt nú Skipa-
smiðjan er undantikin,
hoyrdist hesa tíðina nóg
illa eitt hamarsslag í
býnum. Í fimti- og seksti-
árunum harafturímóti var
Havnin øll eitt byggipláss.
Ein ikki lítil partur av
hesum byggiarbeiði fór
fram í miðbýnum.
Arbeiðsgevarar valdast.
Lyndi, umstøður og stødd
á virkinum hava her sín
týdning. Í Havnini vóru
ikki heilt fá smávirkir, har
arbeiðsgevarin átók sær so
pø á pø at stoypa eina
trappu, slætta eitt stykki,
grava út fyri einum rot-
tanga ella byggja eini set-
hús. Í slíkum førum kundi
arbeiðsgevarin vera
hálvgum skrivstovumaður,
hálvgum múrari ella
timburmaður, sum sjálvur
tók lut í arbeiðinum.
Eitt stig longur uppi
vóru tey hálvstóru virkini,
við kanska fimm ella
tíggju arbeiðsmonnum, har
arbeiðsgevarin var stjóri,
men kortini gekk arbeiðs-
klæddur og onkuntíð, eitt
nú tá á stóð at blanda
betong ein leygardag,
sjálvur kundi taka eina
hond í við arbeiðinum.
Ovast uppi vóru tey eftir
føroyskum viðurskiftum
stóru virkini. Í einum slík-
um virki hevði arbeiðs-
gevarin slept sambandinum
við tann reint likamliga
partin av tí organismu,
hann hevði ábyrgd av.
Hann var nú stjóri, fyri-
skipari, búskaparligur og
fakligur strategur.
PETUR MICHELSEN var
ein arbeiðstakari av hesum
seinasta slagnum. Hann
hevði í árunum undan
1960 og aftaná nógv fólk í
arbeiði. Vanliga hevði hann
ábyrgdina av einum trim-
um ella fýra miðalstórum
byggitiltøkum samstundis.
Tey sumrini, eg arbeiddi
hjá honum, bygdi hann
m.a. Sjúkrakassan, Havnar
Bio og Telegrafstøðina.
Samsvarandi hesum
noyddist hann at hava einar
3-4 álítandi og dugnaligar
arbeiðsformenn.
Tað peningaliga og
sosiala stigið, ein virkis-
leiðari er komin á, er sjálv-
sagt við til at skapa hans-
ara tignarkenslu, og hetta
fær aftur avleiðingar fyri
medferð, tosingarlag og
klædnabúna. Meðan Petur
í Gong, um meg ikki
minnist skeivt, vanliga
gekk í ketildrakt, ella í
jakka og posatroyggju,
gekk Petur Michelsen í
klædningsjakka og undir
hatti. Eg kann hugsa mær,
hóast eg einki vist veit um
hetta, at kappingin um
hetta mundið hevur verið
hørð, frá eitt nú uppaftur
størri fyritøkum sum Pihl
& Søn.
Í hvussu var, yvir Peturi
Michelsen var altíð ein
farri av fjáltri og órógv.
Hann var miðalmaður á
vøkstri, kvikgongdur og
hvattalandi, at síggja til eitt
sindur kýpin, í medferð og
vakstrarlag kanska ikki
ólíkur tí írska sangaranum
Van Morrison, sum eg
hevði tann stuttleika at
síggja og hoyra á konsert í
Falkonersentrinum í fjør
heyst.
Petur Michelsen gekk
vanliga við eini sigar, sum
ongantíð var í friði, eyguni
flakkaðu higar og hagar,
sum vildu tey vissa seg
um, at eingin sat hendur í
favn, og at alt fór fram á
líkinda hátt. Sá hann, at
onkur sat ov leingi og
letaðist, ella at arbeiðið
ikki varð gjørt, sum fyri-
skipað var, kundi hann
loysa av. Fjúsið var stutt,
skortfleingjurnar ógvis-
ligar. Petur Michelsen
hevði handilstenn, og
einaferð minnist eg hann
hava deilt so illa, at hann
misti tenninar niður í
betongið. Eisini minnist eg
hann einaferð hava kallað
ein skúladrong, sum
arbeiddi hjá honum, snott-
unga. Aftur er tað ivaleyst
mítt serliga málsliga við-
kvæmi, ið hevur gjørt vart
við seg. Eg helt orðið vera
óføroyskt, og havi tí varð-
veitt tað í minninum.
Í øllum menniskjanslig-
um viðurskiftum er altíð
eitt ávíst forvitni uppií.
Hóast vit, moyrir og óbúnir
skúlaungdómar sum vit
vóru, so avgjørt hoyrdu
heima niðast á tignarstig-
anum, høvdu vit bæði eygu
og oyru. Vit komu at kenna
menn úr bý og av bygd, vit
skiftu orð um átrúna og
politikk, vit gjørdu fortreð
og spældu monnum puss.
Og sjálvsagt fingu vit
eisini eina ávísa vitan um
arbeiðstakaran.
Hóast Petur Michelsen
var illsintur og sýntist lítið
fryntligur, var hann, hugsi
eg, virdur og á ein hátt
eisini dámdur. Eg visti, at
hann sum ungur hevði
verið við í fráhaldsrørsluni,
og at hann átti onkran sang
í fráhaldssangbókini. Hesa
vitan fekk eg illa at ríma
við tann turrisliga, heldur
fjálturstungna stjóran, sum
skuldi hava umsjón við
sínum ymisku ábyrgdar-
økjum. Viðurskiftir, sum
eg ikki havi hug at nevna í
eini jólahugleiðing, fingu
meg at halda, at Petur
Michelsen onkursvegna
var ein tragiskur persónur.
VIRKIÐ HJÁ Ásmundi
Poulsen var eitt av teimum
mongu smávirkjunum í
Havnini. Hjá honum ar-
beiddi eg í eitt stytri tíðar-
skeið mitt í sekstiárunum.
Frá grannalagnum í Jónas
Broncksgøtu kendi eg bæði
Ásmund, konu hansara og
Petur Michelsen hevði nógv fólk í arbeiði, og hann bygdi m. a. Havnar Bio, sum stóð liðugt á ólavsøku í 1961
Tríggir av arbeiðsgevarunum hjá Hanusi: – Jákup á Lag var fattur maður, álvarsamur, ongantíð fagurlátin, men kortini
dámligur. Petur Michelsen var stjóri, fyriskipari, búskaparlligur og fakligur strategur, meðan Petur í Gong vanliga gekk í
ketilsdrakt, jakka ella í posatroyggju…