leygardagur 22. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
C
M
Y
K
16
4
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
UMMÆLI
Jákup Mørk
At geva fótbóltsbøkur út, er als
ikki nakað nýtt fyribrigdi her
heima. Tvørtur ímóti hevur tað
nú í 10 ár verið fastur táttur, at
árbók er komin um landskapp-
ingina, eins og bók um altjóða
tilveruna hjá A-landsliði okkara
hevur verið útgivin.
Hvat er so tað, sum ger, at
útgávan hjá Súna Merkistein
»Føroyar í HM-fótbólti« hevur
uppiborið eitt serstakt ummæli?
Svarið er einfalt. Bókin, sum
ber undirheitið »Undankappingin
2000/2001« snýr seg sjálvandi
um fótbólt, men har umframt
snýr hon seg eisini um so øgiliga
nógv annað av tí, sum fyriferst
kring landsliðið.
Har aðrar bøkur av sínum slag
hava sum aðalmál at draga sam-
anum, og lýsa teir dystir, sum
landsliðið hevur leikt, so er hetta
mest sum minsti parturin av
bókini, og tað er so í øllum
førum nakað nýtt.
PERMAN MISPRÝÐIR
Hóast hesi vøkru orð, so er tó
eitt, sum misprýðir bókina, og
tað er perman. Tað er stórt spell,
at ein bók av slíkum slag, ikki er
at fáa við stívari permu.
Helst er tað óttin fyri, at bókin
hevði verið ov dýr, sum hevur
gjørt, at hetta er frávalt, men
spurningurin er, um tað so ikki
hevði verið betri at spart upp á
onkrar av vøkru litmyndunum.
Tær eru eisini nógvar í tali.
Myndirnar. Men tær verða ongan
tíð tað berandi elementið í slíkari
útgávu. Tað er perman kanska
heldur ikki, men ein bók av slík-
um slag eigur snøgt sagt at
síggja út av meira enn einari
»paperback-útgávu«.
VÆL SKRIVAÐ
Verður kortini farið inn í bókina,
so er eisini skjótt greitt, at
innihaldinum bilar einki. Ein
sveimandi, hugleiðandi, aftur-
lítandi og ikki minst vælskriv-
aðum fyrsti kapitul er allur sum
hann er halgaður til eitt bólt-
spark. Tað hjá Øssuri Hansen, tá
hann tryggjaði Føroyum javn-
leikin móti Slovenia, sum helst
var størsta bragdið í hesari
undankappingini.
Hetta slagið av skriving, sum
Súni Merkistein her avdúkar,
minnir ikki sørt um navnframa
danan, Per Høyer Hansen, sum í
mong ár varð mettur at vera
fremsti danski ítróttarblaðmað-
urin. Ivaleyst hevur tað eisini
verið við dananum í huganum, at
fyrsti parturin er skrivaður, og
skal rætt vera rætt, so er hendan
royndin hjá Súna sera væleydn-
að.
Eisini seinasti parturin í bók-
ini, har endin av føroyska tíðar-
skeiðinum hjá Allani Simonsen
verður umrøddur, ber brá av
líknandi skrivingarlagi, og tann
parturin fellir eins væl í eyguni,
sum hin fyrsti.
FRÁSAGNIRNAR
Tað eru hinir 13 partarnir í bók-
ini eisini. Sum nevnt omanfyri,
so snýr bókin seg um so nógv
annað enn bara spælið við
bóltinum, og tað er ein frægd at
liva seg inn í, hvussu alt vásið
kring ymsu dystirnar hevur lagað
seg. Ikki minst á ferðunum til
Russlands og Jugoslavia, har
fleiri meira ella minni skemti-
ligar – fyri ikki at siga klomb-
rutar – søgur eru á skránni.
Í hesum viðfangi skal eisini
verða nevnt, at konsekventi frá-
søguhátturin í bókini so avgjørt
stimbrar uppundir, at lesarin fær
innlivað seg í støðurnar. Skrivað
verður alla tíðina í nútíð og
fyrstapersóni, tá greitt verður frá
hendingum, sum hava tikið seg
upp, og stuttligt er at síggja,
hvussu nógvir smálutir eru við í
frásagnunum, sum til dømis í
hesum brotinum av russlands-
ferðini.
»Trý fólk eru á skrivstovuni,
tveir tilkomnir men og eitt yngri
konufólk. Ivan skiftir orð við
annan av monnunum, hann er
heldur førur og jótrar seigliga
okkurt tyggigummi í munninum.
Okkum vendir hann sær ikki til,
er helst ikki stívur í enskum, og
tí fer alt samskiftið um Ivan.«
Soleiðis er alla tíðina, tá
hendingar verða lýstar, meðan
talan er um ein meira afturlítandi
frásøguhátt, tá tikið verður
samanum, ella greiðast skal
nærri frá onkrum.
Kanska eitt sindur serstakt við
slíkari nýtslu av frásøguhátti,
men aftur ein roynd, sum
høvundurin sleppur væl frá.
BEINRAKIN
Á baksíðuni á bókini verður
millum annað sagt um bókina, at
hurðin til landsliðið verður
gloppað innanífrá, og at ljós
verður varpað á tað, sum fer
fram handan leiktjøldini.
Kanska stór orð, men helst er
tað júst hesin parturin av bókini,
sum er tann mest áhugaverdi.
Súni Merkistein bæði dugir og
ikki minst torir at vera beinrakin,
tá hendingar kring liðið verða
umrøddar.
Avboð og væntandi úttøkur
verða lagdar undir sjóneyku, eins
og fráveran hjá Toda Jónsson fær
sína serstaka viðgerð, og hjá
teimum, sum annars hava fylgt
væl við landsliðnum, kann meira
enn so vera, at okkurt nýtt er at
lesa í hesum. Ikki minst tí
høvundurin hevur havt dirvi til at
skera inn á bein.
Kanska vil onkur vera við, at
skurðurin er somikið djúpur, at
hann viðhvørt stígur inn um
markið millum tað fakliga og
persónliga, men bókin er so-
mikið stóran mun merkt av per-
sónligum upplivingum, at tað
valla fær verið øðrvísi. Og í
øllum førum er stigið ongan tíð
somikið stórt, at høvundurin ikki
fær staðið inni fyri tí, sum
skrivað er.
TRÝ Í EINUM
Samanumtikið er bókin mest
sum eitt fullkomið yvirlit yvir
tann partin av føroyskari
fótbóltssøgu, sum eitur HM-
undankappingin 2000/2001.
Spektrið í bókini er tó somikið
breitt, at hon væl kann lesast av
øðrum enn fótbóltsfólki, tó at
reyði tráðurin í bókini sjálvandi
snýr seg um fótbólt.
Vandin í slíkari bók er sjálv-
andi, at høvundurin mest sum
setir seg millum tveir stólar.
Øðrumegin skal talan vera um
eina fótbóltsbók – ætlað fót-
bóltsfólki – meðan hon sam-
stundis skal vera álík eini skald-
søgu.
Tað er ofta, at slíkt eksperi-
ment miseydnast, men hesa ferð
er Súni Merkistein sloppin óvan-
liga væl frá uppgávuni. Somikið
væl, at talan nærum er um tríggj-
ar bøkur í einum.
Kanska er hon fyrst og fremst
ein fótbóltsbók um landsliðið við
stuttum dystarfrásagnum og
neyðugu hagtølunum.
Harafturat er tó eisini talan um
eina skaldsøgu. Ein søga um
undankappingina 2000/2001 við
øllum tí, sum hartil hoyrir.
Uttanlandsferðir, fremmand
mentan, klandur av ymsum slag
og bæði halló og farvæl til meira
ella minni almennar persónar.
Í triðja lagi er bókin eisini
nakað annað. Eitt stuttsøgusavn.
Tí hóast partarnir í bókini sjálv-
andi eru framhald av hvørjum
øðrum, so eru teir somikið sjálv-
støðugir, at tað saktans ber til at
lesa teir einsæris.
Handan leiktjøldini við landsliðnum
Sum heitið sigur, so snýr nýggja landsliðsbókin seg um fótbólt, men
harafturat snýr hon seg eisini um so øgiliga nógv annað
Nýggja bókin um føroyska fótbóltslandsliðið hjá Súna Merkistein
er í veruleikanum nógv meira enn ein vanlig fótbóltsbók. Hon er
bæði víttfevnandi og eksperimenterandi, men samstundis
beinreikin, og sum heild undirhaldandi lesnaður
Rithøvundurin at bókini, Súni Merkistein, heldur alla tíðina
fast um serstaka frásøguháttin, og hetta ger, at lesarin hevur
nógv lættari við at liva seg inn í bókina
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
5
FLOGSØGA
Kaj Joensen
Tað man vera mangur smá-
drongur, sum hevur havt
eitt ynski um at blíva flog-
skipari. Soleiðis var tað
eisini fyri teir báðar flog-
skipararnar, Terja Jacobsen
og Villads Bøgesvang, sum
báðir hava droymt at blíva
flogskipari frá barnsbeini
av. Men tað skal meira enn
bara ein barnadreymur til.
Tað krevur veruliga, at tú
hevur eitt brennandi ynski
um at røkka málinum, tí
útbúgving er strævin og
kostnaðarmikil. Men
barnadreymurin er gingin
út fyri teir báðar
flogskipararnar.
HENDAN DAGIN vit eru
við tyrluni, er nógv ferða-
fólk við norðureftir. Øll
skulu tey til útoyggjarnar,
Fugloy og Svínoy. Tyrlan
er stúgvandi full av fólki,
og ein kemur at hugsa, um
ikki hetta er eitt stressandi
tíðarskeið hjá flogskipar-
unum nú tað stundar til
jólar. Men soleiðis er ikki.
- Tað er eitt sindur fleiri
ferðafólk við nú til jólar
enn vanligt, men hetta er
lágárstíð viðvíkjandi tyrlu-
flúgving. Tað eru nógv
fleiri ferðafólk um summ-
arið, sigur Terji Jacobsen.
Men tað er eitt sindur
meira av farmi at flyta, nú
Súlan ikki siglur út til
Mykinesar, leggur Terji
aftrat.
Um summarið kemur
tað ofta fyri, at teir verða
noyddir at gera eykatúrar.
Men nú hesa tíðina plaga
teir at kunna nøkta tørvin
við verðandi ferðaætlan,
sum umfatar tríggjar dagar
um vikuna. Men farmurin
er heilt ein annar nú tað
nærkast jólum. Eftir at
hava flogið krov og annað í
samband við, at heystfjøll-
ini eru gingin, er farmurin
broyttur til jólapakkar og
annað, sum kann setast í
samband við jólini. Eisini
ferðafólkini eru øðrvísi nú,
fólkini eru fínari nú enn
vanligt og hýrurin er betri
enn vanligt á fólki.
AT TAÐ KREVUR sín
mann at verða flogskipari,
er lítið at ivast í, og báðir
flenna játtandi, tá ið teir
verða spurdir um ein krev-
ur at vera av einum serlig-
um slagið fyri at kunna
gerast tyrluflogskipari. Ja,
ein má vera ørur bara at
fara undir eina tílíka
útbúgving, halda teir við.
Fyri tað fyrsta er útbúgv-
ingin sera kostnaðarmikil,
og ein má sjálvur gjalda
fyri útbúgvingina. Bara
hetta man fáa tey flestu at
falla frá longu nú, umframt
at útbúgvingin er torfør at
koma ígjøgnum, sjálvt um
hon “bara tekur 2 ár”.
Eisini mugu tyrluflog-
skipararnir hjá Atlantic
Airways eftirútbúgva seg
allatíðina, sum teir sjálvir
kalla fyri heimsins bestu
eftirútbúgving. Teir meta
nevniliga, at onga aðra-
staðni í heiminum verða
tyrluflogskiparar hildnir so
væl “up to date” sum her í
Føroyum.
Sjálvt arbeiði er eisini
slítandi. Umframt at flúgva
ferðafólk, eru eisini aðrar
uppgávir. Tað kunnu vera
uppgávur, har tyrlan verður
leigað til at flyta eitthvørt
út á tær smáu oyggjarnar,
men tað sum er mest slít-
andi er uttan iva sjúkra-
flutningurin. Har kunnu
verða løtur sum ikki altíð
eru so tespiligar. Men
tíbetur kunnu løtur sum at
flúgva í so góðum veðri
sum hendan dagin, vit
vóru við, javnviga við tær
minni góðu løturnar.
- Ein sær annaðleiðis
uppá á lívið eftir at hava
upplivað løtur tá ið tað
hevur leikað hart á, eru teir
báðir samdir um.
- Eisini krevur tað nógv
og gott tol og ikki minst
góðan stuðul frá familjuni,
tí tað munnu verða fáir
sjómenn sum eru so lítið
heima við hús sum vit eru,
siga teir.
TEIR FÝRA tyrluflog-
skipararnir, sum eru knýttir
at tyrludeildini, ganga á
vakt tríggjar dagar og hava
síðan tríggjar dagar frí. Á
vaktini búgva teir í Sør-
vági, har Atlantsflog leigar
eitt hús til teir. Tað krevst,
at teir eru tøkir alt sam-
døgnið og eru búgvandi so
nær við tyrlupallin sum
møguligt, fyri at kunna
rykkja út so skjótt sum
gjørligt, um tað er
neyðugt.
Uppgávubýtið er greitt,
tá ið teir ganga á vakt. Teir
dagar tá ið flogið verður
eftir ferðaætlani er tað
uppgávan hjá stýrimannin-
um at kanna, hvussu
veðrið er og ferðafólka-
listan, meðan skiparin
kannar tyrluna eftir at
mekanikarnir hava hugt
eftir henni.
Terji sigur, at teir fylgja
gjølla við veðrinum gjøg-
num dagin. Stýrimaðurin
hevur altíð samband við
plássini, har teir skulu til,
áðrenn farið verður, fyri at
tryggja, at líkindini eru í
lagi.
- Tað skal helst verða so
behagiligt hjá ferðafólkun-
um sum møguligt, men
sjálvt um tað eru fáir
dagar, har tað ikki verður
flogið, so leggja vit ikki
nógv fyri. Tað eru greiðar
reglar fyri, hvussu líkindi
skulu verða fyri at kunna
flúgva. Til dømis verður
ikki flogið ferðafólkaflúgv-
ing í mjørka, greiðir Terji
frá.
Annars eru uppgávurnar
ójavnar teir dagar, tá tað
ikki verður flogið eftir
ferðaætlani. Tað eru nógv
sum munnu hava notið væl
av tyrluni, sum eitt sera
hent amboð, tá ið okkurt
skal flytast niðan í fjøllini
ella til aðrar líknandi
uppgávur.
Venjingar eru eisini ein
fastur partur í arbeiðs-
gongdini hjá tyrluflog-
skiparanum. Tað kann
verða venjing í náttar-
flúgving so væl sum um
dagin. Terji leggur áherðslu
á, at teir arbeiða væl
saman, bæði flogskipar-
arnir og hini starvsfólkini á
tyrludeildini. Hann saman-
ber teir við eitthvørt
ítróttarlið. Meir teir venja,
betri blíva teir.
BÆÐI TERJI og Villads
skulu hava vakt á jólum, so
jólini verða hildin vesturi í
Vágum í ár. Tað er kanska
óhugaligt at hugsa sær at
arbeiða á jólum, og teir
kunnu skjótt fáa ein leik-
lut, har teir skulu hjálpa
øðrum á jólum. Terji
minnist serliga eina
hending fyri nøkrum árum
síðani. Familjan, sum búði
úti í Stóru Dímun, slapp
ikki út vegna veður.
- Vit høvdu roynt í tveir
dagar, men einki bar til,
men so triðja dagin, sjálv-
an jólaaftan bar endiliga
til, og familjan kundi verða
heima og halda jól. Tað var
nakað serligt at kunna fáa
tey heim til jólar, tí eg
haldi, at øll vilja sleppa at
halda jól heima hjá sær
sjálvum, sigur Terji.
Eitt brennandi ynski
Ætlar tú at verða tyrluflogskipari, skalt tú veruliga hava eitt brennandi
ynski um at røkka málinum. Útbúgvingin er alt ov kostnaðarmikil og
strævin fyri at gevast á hálvari leið
Villads Bøgesvang
Mynd: Edvard Joensen