leygardagur 22. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
14
15
2
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Í mun til vanligar fakta-
sendingar, leggja reality-tv
sendingarnar mestan dent-
in á undirhaldsvirði fram
um upplýsingarvirði. Tær
snúgva seg næstan bara
um psykologisk viður-
skifti, har lagt verður upp
til, at síggjararnir skulu
liva seg inn í uppliving-
arnar hjá luttakarunum í
sendingini. Hetta verður
gjørt við at fortelja spenn-
andi søgur, har síggjarin er
við ’har tað hendir’,
meðan tað hendir - er til
staðar, meðan politisturin
endiliga fær fatur í sinnis-
sjúka brotsmannin, ella tá
myndugleikarnir koma
eftir barninum hjá narko-
maninum, ella tá foreldini
fáa at vita á sjúkrahúsin-
um, at barn teirra er
álvarsliga sjúkt osfr. Aðrar
reality-tv sendingar senda
úrvaldar luttakarar til eitt
gjørt ella fremmant
umhvørvi, har tey møta
nøkrum líka so gjørdum
avbjóðingum, tey skulu
vinna á, men luttakararnir
og kenslurnar hjá luttakar-
unum kunnu vera eins
veruligar fyri tað.
Sendingar av hesum
slag sum t.d. Robinson,
Baren og Big Brother hava
sett met í síggjaratølum
seinastu árini. Áhugin fyri
júst hesum sendingunum
er dalaður eitt sindur, nú
tá fyrsta forvitni er nøkt-
að, men enn er reality-tv
nakað av tí best umtókta
sjónvarpsundirhaldinum.
Og sjónvarpsstøðirnar
finna uppá meira og meira
víðgongdar sendingar fyri
at lokka síggjararnar at
skifta til júst teirra rás.
Seinasta nýggja reality-
tv sendingin, sum TV3 fer
at senda í nýggja árinum
er sendingin ’Fear Factor’,
sum hevur havt sera nógv-
ar síggjarar í øðrum
londum. Hetta er ein
sending, har fólk verða
blakað út í víðgongdar
ræðsluvekjandi uppliv-
ingar. Tey verða hongd
upp yvir avgrundir, skulu
leypa t.d. frá einum last-
bili til ein annan, meðan
koyrt verður við stórari
ferð, lata seg verða grivin
í kyktum og ormum —
ella skulu eta ormarnar!
Og meira í den dur.
Hví elska síggjararnir
hetta - at velta sær runt í
kreppum og trupulleikum
hjá øðrum fólki? Hvat er
tað, sum er so áhugavert
við tí? Kanska er tað so, at
vit ikki longur meta okk-
ara lívsgóðsku í mun til,
hvussu støðugt og friðsamt
vit liva. Vit vilja hava
avbjóðingar — helst so
nógvar sum gjørligt. Á
arbeiðsplássunum ganga
vit til menningarsamrøður,
har vit tosa um, hvussu vit
skulu menna okkum fak-
liga og persónliga. Í par-
lagnum vilja vit hava
møguleika til at vaksa
bæði saman og hvør sær.
Vit eru forvitin, vilja vita
og royna meira. Sjónvarp-
ið roynir bara at nøkta
henda glúpandi tørvin eftir
avbjóðingum — við at
vísa avbjóðingar, onnur
útseta seg sjálvi fyri.
Sjónvarpið gevur okkum
harvið eisini møguleika at
bjóða okkara egnu mørk-
um av. Tað er at fara um
mørk at síggja onnur fólk í
djúpari persónligari
kreppu. Tað er at fara um
mørk at síggja onnur fólk
fara í song saman — í
veruleikanum. Hetta er eitt
psykologiskt spæl við okk-
ara mørk, sum er vágaligt
og sum okkum dámar, tí
vit velja tað framum so
nógv annað, vit kundu sæð
í sjónvarpinum
Vit kenna, hvussu hárini
í nakkanum ývna, tá onkur
av luttakarunum ger okk-
urt serliga býtt, ella tá
luttakararnir koma sæt út í
ósemjur og stríð, har
fasadurnar verða ryktar av
teimum. Vit krympa
tærnar og hugsa: Gott tað
ikki eri eg! Soleiðis njóta
vit spenningin og verða
avbjóðað — uttan sjálvi at
líða undir avbjóðingini.
Hetta er ein virkin nøktan
av sansunum.
Síggj-tað-henda-beint-
nú, áhugin fyri tí sensatio-
nella, tann persónligi
vinkulin, dyrkanin av
kenslunum — alt samalt
eyðkennir reality-tv send-
ingar. Men spurningurin
er, um ikki reality-tv gevur
eina sera avmarkandi
mynd av veruleikanum.
Fáa vit veruliga víðkað
okkara sjónarring, tá vit
lata okkum undirhalda av
hesum sendingunum? Vit
síggja jú bara hvat hendir
— aldrin hví tað hendir.
Reality-tv – avbjóðing
ella avmarkan
Elin Heinesen:
HUGLEIÐING UM
TÓNLEIKAJÓL
Orð og myndir: Jan Müller
Børnini og tey ungu, ið
ganga í Tórshavnar Musik-
skúla, eru á hvørjum ári
undan jólum við til at
skapa hugna og gleði.
Allan desember mánað
sleppa tey at vísa øðrum,
hvat tey hava lært hjá
frægum tónleikalærarum.
Og tað er einki at siga til,
at boð eru eftir hesum fittu
og góðu ungfólkunum við
sínum violinum, guitarum
og øðrum ljóðførum. Tí
tey eru við til at skapa ein
serstakan dám undan
jólahøgtíðini. Og har tað
ikki eru boð eftir teimum,
har fara tey sjálvi út og
bjóða seg fram.
Tey vitja á sjúkrahúsum,
á røktar- og ellisheimum, á
dagstovnum, í skúlum og
hvar tað skal vera. Man
kann lættliga siga, at hesi
ungu, sum kanska einaferð
í framtíðini fara at teljast
millum okkara bestu tón-
leikarar, eru til konsert
nærum hvønn dag. Hetta
er samtíðis sera góð
venjing, sigur ein av tón-
leikalærarunum, Bo Is-
holm, sum nú um dagarnar
stóð á odda fyri umleið 16
ungum guitarspælarum, ið
m.a. spældu til jólahaldið á
Barnadeildini á Lands-
sjúkrahúsinum. Og saman
við teimum vórðu eisini
10-15 ungir violinistar
undir leiðslu av enn einum
kønum musikskúlalærara,
Nikos Kampnas. Í góðan
tíma spældu børn og ung
fyri sjúku børnunum,
starvsfólki og avvarðandi á
B4, har pyntað varð til
jóla. Eisini jólamaðurin
Kjøtkrókur vitjaði og tók
sær væl av børnunum.
Og soleiðis fara tey úr
einum stað í annað. Tey
spæla fyri teimum gomlu
og sjúku á pleygudeildini á
Landssjúkrahúsunum, tey
spæla fyri teimum, sum
hava fingið sítt heim á
Lágargarði og soleiðis
kundi tú hildið fram. Á
henda hátt gera tey bæði
sær sjálvum væl og teim-
um tey spæla fyri.
Bo Isholm heldur tað er
eitt gott tiltak at fara út úr
skúlastovuni allan
desember mánað. Hann
heldur tað er gott fyri tey
ungu og fyri øll tey, sum
lýða á. Tað er eisini við til
at gera henda so týdningar-
mikla og grundleggjandi
skúlan meira sjónligan í
samfelagnum.
Tað skilst eisini á hon-
um, at tað eru góðir dagar
í Musikskúlanum í løtuni,
serliga eftir at skúlin hevur
fingið eykajáttan til fleiri
lærarar. Tað hevur minkað
um bíðirøðirnar, tó at tað
framvegis innan nøkur øki
eru langir bíðilistar, eitt nú
til klaver og guitar. Tað
ganga eini 60 til guitar í
løtuni, men bíðitíðin er
umleið eitt ár. Til klaver er
hann tó fleiri ár. Soleiðis
hevur tað altíð verið, tó at
tað eru hendar nógvar
betringar. Í dag ganga
umleið 500 børn og ung á
Musikskúlanum í Havn.
Um alt landið er talið
omanfyri 1000.
Eftir at hava sæð og
hoyrt henda fjølmenta og
evnaríka skara av ungfólki
spæla fyri børnum og
gomlum, er eingin ivi
longur um tann ómetaliga
týdning, sum Musikskúl-
arnir við sínum evnaríku
lærarum hava fyri ikki
bara blómandi mentanar-
lívið, men fyri alla sam-
felagssálina sum heild.
Tá samfelagið skapar og
betrar umstøðurnar hjá
børnum og ungum at fáa
tónleikafrálæru, er tað heilt
givið eitt tekin um, at tað
grør um gangandi fót. Tí er
hetta at skapa tónleikafrá-
læruni fyri uppvaksandi
ættarliðum góðar umstøður
tann besta jólagávan, sum
bæði myndugleikar og
tann, ið varir av øllum,
kunnu geva lítla oyggja-
samfelagnum Føroyum.
Skapa hugna og gleði
undan jóladegi
Tá børn og ung hava góðar møguleikar at fáa tónleikafrálæru er tað eitt tekin um, at tað
grør um gangandi fót. Tí er hetta at skapa tónleikafrálæruni hjá uppvaksandi ættar-
liðinum góðar umstøður tann besta jólagávan, sum bæði myndugleikar og tann, ið varir av
øllum, kunnu geva lítla oyggjasamfelagnum Føroyum
Frá jólahaldinum á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
3
JÓL
Elin Winther Poulsen
Nú eru jólini í hondum, og
eisini her í Los Angeles
verður stákast óført til
høgtíðina. Seinasta hósdag
í oktober mánaði halda vit
Thanksgiving. Fyri flestu
amerikanarar man henda
høgtíð vera ein hin týd-
ningarmiklasta á árinum,
og hetta vikuskiftið fara
sera nógv fólk út at ferð-
ast, tey flestu heim til
familjuna at eta kalkun og
hátíðarhalda Thanksgiving.
Upprunaliga vóru tað
fyrstu niðursetufólkini, ið
hildu Thanksgiving at
takka fyri fyrsta heystið og
grøðina, og einki átrún-
aðarligt er tengt at høg-
tíðini. Hetta merkir, at allir
amerikumenn framvegis
kunnu savnast um júst hesa
høgtíðina, tí í Ameriku, og
serliga her í Los Angeles,
eru sera nógv ymisk fólka-
sløg savnað, og sostatt eis-
ini nógvar religiónir. Tí eru
eisini nógv, ið als ikki
halda jól.
Í Westwood, her vit
búgva, og í Beverly Hills
búgva sera nógvir jødar, og
í skúla og barnagarði, har
okkara børn ganga, er
helvtin av børnunum jødar.
Jødarnir halda, sum vera
man, ikki jól, og børnini
hoyra einki um jólaboð-
skapin í skúlanum. Tað er,
heilt einfalt, ikki loyvt at
undirvísa børnum í átrún-
aðarligum evnum, og tey
fáa t.d. ikki jólafrí, men
vetrarfrí. Og fólk her
ynskja heldur ikki hvør
øðrum Gleðilig Jól, men
siga heldur Happy Holi-
days.
FRÍGGJADAGURIN eftir
Thanksgiving er størsti út-
søludagur um alt landið,
og henda dagin verður eis-
ini jólapyntið sett á hill-
arnar. Síðani tá hava hand-
larnir fyrireikað okkum og
boðað frá, at jólini nærkast
í hvørjum, og at tíð aftur er
at brúka alt ov nógvan
pening uppá alt ov nógv
óneyðugt og ónýtiligt
órudd.
Fyri handilsmenninar
ræður sjálvandi um at selja
so nógv sum til ber, og á
hesum økinum er einki
fólkaslag so dugnaligt sum
júst tað amerikanska. Nú
skal eg ikki gera handils-
menninar í Havn til reinar
einglar, sum einans hugsa
um gleðiboðskapin í hes-
um døgum, men her í
Ameriku eru jólini, eins og
allar aðrar høgtíðir, ómeta-
liga handilsligar. Fórt tú
t.d. inn í ta størstu handils-
miðstøðina í Beverly Hills
fyrst í november mánaði,
sat jólamaðurin longu í
einum lenistóli og bíðaði
eftir foreldrum, sum høvdu
hug at seta børnini í fang
hansara, og síðani rinda 30
dollarar fyri eina mynd.
Og alla staðni eru hús,
vegir og handlar ovur-
pyntað við milliónatals
ljósperum, hjørtum og
stjørnum. Nógv múgvandi
fólk búgva, sum kunnugt, í
Beverly Hills, og har eru
húsini pyntað so listarliga,
og summi líkjast einamest
ævintýrslottum. Gloymd er
orkukreppa, nú trø og hús
eru pyntað til jóla.
Serliga eitt á Sunset
Boulevard miðskeiðis í
Beverly Hills er víðagitið,
tí tað er so vakurt og ovur-
hondspyntað, at fólk í
hópatali steðga á at hyggja
og taka myndir. Eftir-
gjørdur kavi liggur framvið
garðinum, og jólatræið á
grasplenuni er eins stórt og
tað á Tinghúsvøllinum.
JÓLAFYRIREIKINGAR-
NAR í ár eru merktar av
fylgjunum av yvirgangs-
álopunum hin 11. septem-
ber, og av, at landið er í
kríggi. Handilsfólk óttast
fyri, at áhaldandi yvir-
gangshóttanir og vandin
fyri Anthrax skulu fáa
fólk at sita heima, heldur
enn at fara til handils.
Fyribils metingar siga eis-
ini, at hesin ótti er grund-
aður, og at fólk neyvan
fara at keypa eins nógv og
vanligt til jóla. Tey flestu
hava ikki tann sama hugin
at fara í handlarnar, og
nógv hava minni pening at
keypa jólagávur fyri.
Bara í Californiu eru
fleiri enn 100.000 fólk
vorðin arbeiðsleys síðani
11. september, og í oktober
mánaði mistu fleiri ameri-
kanarar arbeiðið, enn ann-
an mánaða tey seinastu 20
árini. Tey, sum eru so
heppin at fáa arbeiðs-
loysisstuðul, fáa í miðal
140 dollarar ella góðar
1000 krónur um vikuna.
Men einans 40 % av teim-
um, sum eru vorðin ar-
beiðsleys, fáa stuðul, so
hjá nógvum verður smáligt
við jólagávum í ár.
Frá almennari síðu verð-
ur nógv gjørt burturúr at
sannføra fólkið um, at
»shopping is patriotism«,
og Bush, forseti, heitir í
fjølmiðlunum so staðiliga
á amerikanarar um at
brúka pening, so handils-
lívið ikki steðgar upp.
Í FØROYUM verður á
hvørjum ári nógv tosað
um, hvørt jólini verða hvít
ella ikki. Útvarpið hevur í
jólavikuni dagligt samband
við Petur Skeel ella Veður-
støðina í Keypmannahavn
at kanna útlitini fyri jóla-
kava. Í Los Angeles kunnu
vit gloyma alt um hvít jól
og spurningurin er ikki um
men heldur hvussu heitt
tað verður á jólum. Eitt
sindur torført at koma í
jólahýr í hesum veðrinum,
og løgið er at fara í san-
dalum í býin at keypa
jólatræ.
Jólakavi ella ikki: Heima
hjá okkum stendur ein
kavamaður úr plastikki og
sveittar í sólskininum úti á
altanuni. Hann er hálvan-
annan metur høgur, og
hevur eina ravmagnsperu í
búkinum. Um kvøldið
stendur hann so fittur og
lýsir til stóra fragd fyri
børnini, sum sjálvandi
heldur vildu sloppið at
gjørt ein rættiligan kava-
mann heima í Føroyum á
jólum.
UPPRUNALIGA høvdu
vit roknað við gestum úr
Føroyum til jóla. M.a.
orsakað av tí, sum hendi
hin 11. september, vórðu
hesar ætlanir broyttar, og
gestirnir settust aftur. Hetta
halda vit vera ógvuliga
stórt spell, ikki minst tí, at
millum gestirnar var ein
framúr góður kokkur, sum
skuldi hava ábyrgdina av
jóladøgurðanum. Ístaðin
noyðast vit sjálvi í holt við
dunnur, rís-a-la-mande og
tað, sum annars hoyrir
jóladøgurðanum til. Hetta
er sjálvandi risky business,
men vónandi verða øll
mett, kortini.
Teir seinastu tríggjar
mánaðirnar hava vit havt
Alexandru, yngstu fastrina
úr Klaksvík í húsinum. Tá
hon í gjár setti seg í flog-
farið og legði leiðina heim
til Klaksvíkar at halda jól,
vóru vit fleiri, sum høvdu
hug at goyma okkum í
kuffertinum. Tí hóast vit
halda eini nøkulunda
»ordilig« jól her, er tað
ikki tað sama, sum at vera
heima um høgtíðina. Ikki
bara ta løtuna, tað tekur at
eta dunnuna, og at dansa
um jólatræið sakna vit,
men eins nógv allan
jólamángt heima. Vit hava
sjálvandi lyndi til at
romantisera eitt sindur, og
ímynda okkum hvítan kava
og stilli, kaffi og heitt
kakao á Kondittarínum
o.s.fr. Veruleikin er, sum
kunnugt, ofta ein annar:
Eingin kavi, men nógv
regn, stress ístaðin fyri
hugnaligar løtur á
Kondittarínum. Hetta er í
øllum førum tað, vit hava
at ugga okkum við, tá
heimlongsulin gerst ov
ringur.
Og so lata vit okkum í
sandalir, fara ein túr út í
sólskinið, og gleða okkum
til næsta ár, tá vit halda jól
í Hoyvík!
Jól í Los Angeles
Eisini á Rodeo Drive í Beverly Hills er pyntað til jóla. Hetta er ein hin dýrasta handilsgøta í
heiminum. Longst burturi á myndini sæst The Beverly Regent Hotel, har Julia Roberts og
Richard Gere hildu til í filminum Pretty Woman.
Hetta húsið, sum stendur á Sunset Boulevard í Beverly Hills, er jólapyntað, og líkist mest einum
ævintýrslotti.
Halgir, Marianna, Eva og kavamaðurin.
Í Føroyum verður á hvørjum ári nógv tosað um, hvørt jólini verða hvít ella ikki. Í Los Angeles kunnu vit
gloyma alt um hvít jól og spurningurin er ikki um men heldur hvussu heitt tað verður á jólum