Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 248 - 22. desember 2001 C M Y K 12 at altjóða dystir hjá feløg- unum kunnu leikast á heimavøllinum hjá lut- takandi felagnum. Út frá hesum er mest sannlíkt, at talið á altjóða dystum, sum verða leiktir á vanligum grasi fer at fækkast, og tí kann roknast við, at í framtíðini verða bert heilt fáir dystir leiktir á Tórsvølli pr. ár. Tað sum hevði tænt fót- bóltinum í Gundadali og í Havnini annars best var, um graslíki góðkent av UEFA og FIFA til altjóða dystir varð lagt á Tórsvøll, tí tá høvdu havnarfeløgini fing- ið ein vøll afturat til venj- ing og dystir, og hevði hetta ment fótbóltin í høvuðs- staðnum munandi. A-landsliðið á Tórsvølli — nøkur tøl Higartil eru 6 A-landsdystir leiktir á Tórsvølli, 3 í 1999, 1 í 2000 og 2 í 2001, og eru hesi miðaltøl: miðal áskoðaratal 2.957 miðal inntøkan pr. dyst kr. 261.035,- miðal áskoðaragjald kr. 88,- miðal útreiðsla: til ferðing, gisting, kost, samsýningar v.m. kr. 245.142,- miðal gjald til Tórsvøll pr. dyst kr. 70.000,- miðal hall pr. dyst leiktur á Tórsvølli higartil kr. 54.107,- Tórsvøllur Tað er alment kent, at Grunnurin Tórsvøllur er ein vinnurekandi grunnur, og var hesin grunnur stovn- aður fyri at fullføra verk- ætlanina Tórsvøllur, í Gundadali, og fyri á henda hátt at fáa til vega pening frá vinnulívinum, nakað sum Tórshavnar Kommuna ikki hevði góðar møguleika til. Stórar sum smáar fyri- tøkur hava latið grunninum stuðul, og tilsamans eru nógvar milliónir goldnar í stuðli, sum tá alt kemur til alt er eitt kommunalt byggjarí. Ítróttarfeløg og sersambond kenna uttan iva hesi orðini, »tíverri, vit hava valt at stuðla Tórs- vølli«, hesin peningur sum annars hevði farið til ítrótt og mentan. Hvussu Grunnurin Tórs- vøllur er fyri í dag, kann metast soleiðis um, saml- aða skuldin, sum ikki er fastløgd, er helst umleið 6 mill. kr. Og um 80’ara hug- burðurin verður brúktur, man helst verða ætlanin at byggja víðari, fyri at sleppa undan at síggja veruleikan í eyguni. Hinvegin kann eis- ini hugsast, at peninga- stovnarnir hava valt at slaka í rentu og møguligari skuld, og at Tórshavnar Kommuna letur vinnurekandi Grunn- inum Tórsvølli, stuðul so ella so, ella kemur at gera tað fyrr ella seinni. Fótbóltssambandið — Tórsvøllur Alla ta tíð Heðin Morten- sen arbeiddi við ætlanini í sambandi við Tórsvøll, vísti Fótbóltssambandið á, at Fótbóltssambandið ikki ynskti at verða fíggjarliga heft í sambandi við møgu- liga bygging av nýggjum altjóða leikvølli í høvuðs- staðnum, hóast FSF metti, at tørvur var á einum al- tjóða vølli afturat, um møguleiki skuldi verða fyri hjá FSF, eisini at hava eitt U21 landslið. Hinvegin var FSF avgjørt sinna at gera samstarvsavtalu við nýggja leikvøllin, um hesin gjørdist veruleiki. Í 1998 stovnar Tórs- havnar Býráð, vinnurek- andi grunnin Tórsvøllur, og verður Poul Michelsen valdur til formann. Eins og áður verður ført fram, at fyritreytin fyri, at fáa ætl- anina upp at standa er, at Fótbóltssambandið er við, bæði moralskt og fíggjar- liga. Uttan at fáa nakra nýggja ávirkan góðtekur Fótbóltssambandið at stuðla ætlanini við 1,5 mill. kr. Her skal viðmerkjast, at FIFA munnliga, yvirfyri undirritaða, hevur víst ónøgd við, at Fótbóltss- ambandið lat nevnda stuðul. Ein av treytunum frá FSF, fyri at lata stuðulin var, at »tornið« sum ætl- anin var at gera við lang- síðuna, varð víðkað so- leiðis, at húsið við Tórsvøll kundi byggjast, við tí fyri eygað at krøvini frá UEFA, í sambandi við nýtslu av vøllinum kundu gangast á møti. Frá UEFA varð staðiliga víst á, at neyðugt var við hesum húsi, fyri at vøllurin skuldi verða góðkendur av UEFA til altjóða dystir, og at nýtsla av felagshúsunum í Gundadali so avgjørt var ein fyribilsloysn. Tíverri — vísti tað seg, at Grunnurin Tórsvøllur ikki megnaði, at gjøgnumføra ætlanina við húsinum, við tí úrsliti, at Fótbóltssam- bandið formliga »keypti« bygningin, frá Grunninum Tórsvølli, so sum byg- ningurin stóð, fyri 4 mill. kr. Síðani hevur Fót- bóltssambandið innilokað bygningin, og er samlaði kostnaðurin av hesum ar- beiðið umleið 2,6 mill. kr., men av tekniskum orsøkum er bygningurin ikki yvir- tikin av Fótbóltssam- bandinum enn. Tað vil við øðrum orðum siga, at »Tórsvøllur« higar- til hevur kostað Fótbólts- sambandi Føroya — før- oysku fótbóltsfeløgunum — umleið 8.1 mill. kr., trekkja vit lánið frá UEFA umleið 2 mill. kr. og gold- nan stuðul frá Mentamála- stýrinum kr. 1.350.000,- frá, eru kontant goldnar umleið 4,75 mill. kr. Tað hevur verið ført fram, at raksturin av Fót- bóltssambandinum ikki fór at verða raktur av Tórs- vallar ætlanini, og er tað rætt, tí nevnda íløga 4,75 mill. kr. eru eyka inntøkur Fótbóltssambandsins sein- astu trý árini. Eftir er liðugtgerð av bygninginum innan, og kann roknast við, at hetta arbeiðið við installatiónum, innbúgvi, telduútbúnaði v.m. kostar umleið 10 mill. kr. av hesum er FIFA sinna at rinda í stuðli umleið 6 mill. kr., men er hesin stuðul ikki oyramerktur til húsið við Tórsvøll, men er oyramerktur til høvuðs- miðstøð hjá Fótbóltssam- bandinum við øllum tí, sum eini høvuðsmiðstøð til hoyrir. Stuðulin frá UEFA er umleið 0,5 mill. kr., stuðulin frá Mentamála- stýrinum er 1.35 mill. Eftir at fíggja er umleið 2,15 mill. kr. Íløgan í bygningin, um- leið 1250 m2, við øllum installationum, innbúgvi v.m. — lyklaklárur, verður umleið 16.6 mill. kr. Leggja vit stuðulin til Tórsvøll afturat, er talan um eina samlaða íløgu uppá 18,1 mill. kr. Vit kunnu so spyrja, um hetta er skilabesta íløga sum Fótbóltssambandið, vegna feløgini er í holt við, — ella um peningurin kundi verið brúktur betur og á annan hátt. Nú farast skal undir liðugtgerð av bygninginum, er neyðugt hjá Fótbólts- sambandinum at hugsa seg serstakliga væl um, skal Fótbóltssambandið binda feløgini við eini samlaðari íløgu uppá 18,1 mill. kr. í Tórsvøll. Enn er formliga gjørligt hjá Fótbóltssambandinum at bakka út úr Tórsvallar ætlanini, og hevur Grunn- urin Tórsvøllur tá møgu- leika fyri, at yvirtaka bygningin sum hann stendur, virðið umleið 6,6 mill. kr. Síðan kann FSF byggja høvuðsmiðstøð til virksemi hjá Fótbólts- sambandinum — fótbólts- feløgunum aðrastaðni. Minstukrøvini frá UEFA til feløgini Sum øllum fótbóltsfeløg- unum kunnugt, koma um ikki so langa tíð, minstu- krøvini frá UEFA til feløg- ini í gildi, og leysliga mett, koma minstukrøvini at kosta feløgunum — umsit- ing og infrastrukturur — umleið 100 mill. kr. komandi 5 árini, hetta eru krøv sum UEFA setir, fyri at feløgini skulu varðveita rættin at luttaka í UEFA kappingum fyri lið. Vónandi kann skipast so fyri, at feløgini ikki føla seg sleptan upp á fjall, men at Fórbóltssambandið saman við landi og kommunum, stuðla upp undir, fyri at betra um umstøðurnar hjá fótbóltinum kring landi. Gamla verkætlanin Vísandi til gongdina í Tórs- vallarætlanini, menningina innan graslíkið og við atlitið til økið í Gundadali í síni heild, er stóri spurn- ingurin, um ikki fótbólturin og frælsi ítrótturin eiga at finna saman, heldur enn, at fótbólturin stuðlar upp- undir, at Gundadalur verður miðdepil fyri skriv- stovu/hotel/røktar- og handils virksemi. Tórshavnar Kommuna Tað er eitt sindur torskilt at finna út av, hvør varar av Gundadali, og hvat virk- semi, ætlanin er, skal vera í Gundadali. Men tað er einki dulsmál, at tað er Tórshavnar Kommuna, sum hevur lyk- ilin til loysn á trupulleik- unum í Gundadali, og eru møguleikarnir fleiri fyri eini skilagóðari loysn fyri ítróttin, um so er, at tað er aðalmálið, millum annað hesir: • Avtala verður gjørd mill- um Tórshavnar Komm- una og Fótbóltssam- bandið, har Fótbólts- sambandið yvirtekur Tórsvøll — undir ávís- um treytum — fíggjar- liga og ítróttarliga. • Tórshavnar Kommuna, endurrindar Fótbólts- sambandinum fyri íløg- una í húsið við Tórsvøll, soleiðis at Tórshavnar Kommuna eigur og rek- ur Tórsvøll á komm- unalum grundarlag. • Tórshavnar Kommuna, rekur Tórsvøll á komm- unalum grundarlag, tó so, at Fótbóltssamband- ið byggir húsið liðugt, og gjørd verður sam- starvsavtala millum Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssambandið um virksemi á Tórsvølli. Ynskt verður øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýtt ár. Framhald av síðu 11 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur Dagf. klokkan Dystur Dómarar 22.12 14.30 Neistin-VB Hannis/Uni 22.12 16.00 Sóljan-VÍF Poli/Jústines 1. deild menn 22.12 16.00 Tjaldur-StÍF Hjalmar/Kristian 22.12 16.00 Neistin-KÍF Hannis/Uni Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 22.12 13.00 Fleyr-ÍF Mjølnir 22.12 13.00 Dráttur-TB Mjølnir Meistaradeild menn 22.12 14.00 SÍ-Fram Mjølnir 22.12 15.00 Fleyr-ÍF Mjølnir Sum tað framgongur av blaðnum, sum lesarin hevur í hondini, so er hetta eitt av meira teimum meira rúgvusmiklu. Nakað sum lesararnir ivaleyst og vónandi eru fegnir um. Rúgvan av tilfarið hevur tó í hesum umfarinum viðført, at tað ikki hevur verið rúmd fyri upptaktunum, sum vit vanliga hava í blaðnum til vikuskiftið, tó at dystaryvirlitið fyri hond- og flogbólt framgongur á hesi síðu. Vit mugu tí biðja lesararnar halda okkum til góðar, og um tað kann vera ein hjálp, so eru vanligu upptaktirnar at finna á internetblað okkara, www.sosialurin.fo. At enda vil undirritaði nýta høvi til at ynskja lesarum, íðkarum og ikki minst trúgvu heimildarfólkum okkara eini gleðilig jól. -jm Upptaktirnar? Nr. 248 • leygardagur • 22. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Lesið á síðu 12-13 JÓL Jústinus Leivsson Eidesgaard Jens K. Vang (myndir) Rúnar Silvurstein er ein fittur og eygagóður sjey ára gamal smá- drongur í Hesti, og hann er ógvuliga spentur í hesum døg- um. Hann hevur fingið ein nýggjan vinmann og hesin býr heilt uppi á Oynni. - Eg veit ikki ordiliga, hvar hann býr, men hann man búgva aftanfyri ein stein har uppi. Hann er í hvussu er til, og hann er ein góður jólamaður, tí hann hevur givið mær gávur hvønn tann einasta dag nú í longri tíð. Hann kemur heim til okkum um nátt- ina og hongur gávurnar í kalend- aran, sigur Rúnar Silvurstein og er púra sannførdur. - Ofta fái eg bomm og onkun- tíð ein slikkipinn. Hendan eti eg beinanvegin áðrenn morgunmat, sjálvt um mamma ikki ordiliga vil, sigur Rúnar við einum smíli. - Onkuntíð fái eg ting, men eg havi enn ikki fingið tað sum eg ordiliga ynski mær. Tað er ein fartelefon og hon eitur Nokia 3330. Men eg haldi ikki, at jóla- maðurin klárar at geva mær eina fartelefon, tí tær eru ikki í Hesti, og slett ikki uppi á oynni, so hana má eg helst fáa úr Havn, sigur Rúnar og er eitt sindur keddur á málinum. NISSAN Tvey børn fáa gávur hvønn morgun í Hesti hesa tíðina. Vit hava longu skrivað um Rúnar og hin er ein genta, sum er átta ára gomul og eitur Malan Johanne- sen. Hon gongur í øðrum flokki. - Men eg fái ikki gávurnar frá jólamanninum, eg fái mínar frá eini jólanissu, sum eisini býr uppi á oynni og eg haldi saman við jólamanninum. Jú, hon býr á sama stað har sum jólamaðurin býr, eg eri púra sikkur, sigur Malan Johannesen. Hevur tú nakrantíð sæð niss- una? - Ja, men hon skundaði sær so nógv, at eg sá hana ikki ordiliga. Eg veit ikki ordiliga, hvussu hon sá út, men hon var í reyðum klæðum. Eg haldi, at hon er rík, tí onkuntíð havi eg fingið peng- ar, eg havi eisini fingið bomm og ting. Eg ynski mær eina súkklu, hana ynski eg mær allarmest, sigur Malan. - Men tað kann gott vera, at hon er í hoyggjhúsinum onkun- tíð. Eg havi verið og hugt, men eg havi ikki sæð hana enn, sigur Malan. Hevur tú prøvað at sett mjólk fyri hana í hoyggjhúsinum. Hvis glasið er tómt tá tú kemur aftur, so hevur hon verið har? -Nei, men hvis glasið var vekk og ein gáva lá í staðin, so hevði tað verið ordiliga gott, sigur Malan og nú hevur hon be- stemmað seg. Hon fer at seta mjólk í hoyggjhúsið. Rúnar hevur eisini sæð jólamannin, men hann minnist ikki heilt hvar. - Hann var stórur og var í reyðum klæðum, sigur Rúnar. Dugdi hann at snakka? -Ja, hann snakkaði líka sum vit gera í Hesti, akkurát líka haldi eg. Eg havi sæð hann í skúlanum og eg havi eisini sæð hann heima, men eg minnist ikki akkurát, hvussu tað var, sigur Rúnar. TRÝR IKKI UPPÁ JÓLAMANNIN Systurin hjá Rúnar eitur Jónvør og hon er 12 ára gomul. Hon gongur eisini í Skúla í Hesti, hon gongur í sætta flokki. Hon er eitt sindur óheldig, tí hon hevur ongantíð trúð upp á jólamannin hjá Rúnar ella Jólanissuna hjá Maluni og so fær hon heldur ikki nakra jólagávu. - Eg trúgvi so slett ikki upp á jólamenn og nissur, men eg gleði meg til jóla. Eg pynti og hugni mær og tað eru eisini so deiliga nógv fólk í Hesti um jólini, sigur hon. Jónvør er einasta 12 ára gamla gentan í Hesti og hon hevur so- statt heldur onga venindu í bygd- ini. Men hon hevur venindur og tær búgva í Havn og tær eru saman so ofta tað ber til. Um eitt ár fer hon at ganga í skúla í Havn. RÚNAR VERÐUR EINSAMALLUR Um tvey ár, í 2003 og fram til 2005 ,verður Rúnar einasti næm- ingur í skúlanum í Hesti. Tá fær hann selskap aftur frá einum fitt- um smádrongi sum eitur Niclas Lyngvej og hann er trý ára gamal í dag og trýr fast upp á bæði jólanissur og jólamenn. Lærarin í Hesti eitur Jóan Petur Midjord. Hann er úr Havn og hevur verið lærari í Hesti í tvey og eitt hálvt ár. 7 ára gamli Rúnar um jólamannin og nissuna í Hesti: Tey búgva uppi á oynni Rúnar hevur sæð jólamannin Malan fær ikki gávur frá jólamanninum, men frá eini nissu, sum eisini býr uppi á oynni. Jónvør trýr slett ikki upp á jólamenn og nissur og fær tí onga gávu frá teimum. Jólini eru vorðin ein sølustevna Støðan er so óhugnalig, at fólk eru farin at taka lán at keypa jólagávur fyri. Eini friðalig jól eru nokk ikki at finna longur, heldur Petur Martin Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur 13