fríggjadagur 26. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
Í dag savnast oman
fyri 200 fólk við
tilknýti til alivinn
una til árligu aliráð
stevnuna, sum Vinnu
húsið hevur skipað
fyri í fleiri ár
ALIRÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
eo@sosialurin.fo
Klokkan 9.30 í morgun setti
Jóhan Dahl, vinnumála ráð
harri, árligu aliráðstevnuna
hjá Vinnuhúsinum.
Sum undanfarin ár verður
skán fjølbroytt við fleiri
áhuga verdum fyrilestrum,
og tað var Hans Jákup
Mikk elsen frá Marine Har
vest, sum legði fyri við
»Markn aðar útlit fyri ali
vinn una í 2010«.
Níggju ymiskir fyrilestrar
og fyrilestrarhaldarar seta
dám á dagin, sum endar við
einari veitslu á Hotel Før
oyum í kvøld, har ráðstevnan
eisini hevur verið hildin.
Sjálv ráðstevnan endar
við at Rúni Dam tekur sam
an um, og tað verður umleið
klokk an 16.20 í dag.
Aliráðstevnan er í dag
Tað er teimum fáu
beskorið at kunna
halda diamant brúd
leyp, og tá gubbi til
brúðrina hartil kann
vera við, so er tað ikki
gerandiskostur
DIAMANTBRÚDLEYP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í dag eru liðin 60 ár síðani,
at Heinina og Sigurd Gaard
Hansen góvu hvør øðrum
sítt ja, og í morgin skal tað
há tíðar haldast við manér.
Stór veitsla verður í bygd
ar húsinum í Nólsoy, har
Heinina er fødd og upp
vaksin. Sigurd er havnar
mað ur, og tey bæði hava
eis ini livað og arbeitt alt sítt
vaksna lív í Havn. Men eftir
at tey bæði eru pensjónerað,
eru tey flutt út aftur til
Nóls oyar, og njóta nú sítt
otinum í barnaheiminum
hjá Heininu.
Sigurd Gaard Hansen
hevur arbeitt eitt langt lív á
Lønjavningargrunninum,
og man tí vera kendur – í
hvussu er av navni – av
mongum sjómanni, meðan
tey, sum hava havt sína
dagligu gongd á Konditt
arínum eisini hava upplivað
blíða brosið á Heininu.
Eisini í dag eru bæði tvey
frísk og ferug, og tað er ikki
dagur, at lína er at rekja um
hjá útróðrarbátinum Tóra,
sum systirsynirnir hjá Hein
inu eiga og reka, at Sigurd
ikki trúliga stendur í skúr
inum.
Gubbi við
Sjálvur diamantbrúd leyps
dagurin er sum nevnt í dag,
men slíkir dagar verða sum
kunnugt hildnir, tá best
ligg ur fyri.
So í morgin savnast stórur
partur
av
nólsoyarbygd
um framt umframt vinir og
kenn ing ar aðra staðni frá í
Roynd ar hús inum at halda
dagin saman við diamant
brúd leyps parinum og fam
ilju teirra.
Og gubbi brúðrina verður
við.
Richard Jacobsen var 20
ára gamal, tá hann stóð
fadd ur til Heininu, og hóast
hetta sjálvandi var ein stór
ur dagur fyri hann, legði
hann foreldrum og øðrum
eina við, ikki at lata leka, at
hann var vorðin gubbi. Tað
fekk hann at ljóða so gaml
an, helt hann.
Í dag kann so sigast, at
hann er gamal. Gongur
sterkt til tey 99. Og nógv
verður
gjørt
burtur
úr
Richard Jacobsen. Í fjør
varð ein høvdamynd gjørd
av hon um, og í løtuni fæst
en høv undur við at skriva
bók um hansara endur
minn ingar.
Við í bókina kemur uttan
iva eisini dagurin, tá hann
fór í diamantbrúdleyp hjá
20 ár yngru gubbadóttur
síni,
Heininu
Gaard
Hansen.
Í diamantbrúdleyp hjá gubbadóttrini
Ricdhard Jacobsen og
gubbadótturin, Heinina
Gaard Hansen, fara í
annaðkvøld at hátíaðarhalda
diamantbrúdleypið hjá seinni
nevndu
Mynd: Ivy Poulsen
FM í skerpikjøti
Í allan dag hava 15 fólk smakkað skerpikjøt, sum 7 bóndur ymsa staðni úr
landinum hava latið til eitt tiltak, sum Hotel Føroyar skipar fyri. Hesi
fólkini skula siga, hvat tey halda um kjøtið. Í annaðkvøld verður stór
veitsla á hotellinum, tá umleið 200 fólk so fara at siga sína hjartans
meining um kjøtið. Og eftir tað verður so talt upp og gjørt av, hvaðani
besta skerpikjøtið í Føroyum stavar. Á myndunum síggja vit tveir av
landsins "matfreakum" smakka kjøt, Pál Weihe og Mortan í Hamrabyrgi.
Myndir: Jens K Vang.
Jóhan Dahl, vinumála ráðharri, setur stevnuna
Mynd: Álvur Haraldsen