Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 2 VIKUSKIFTI Hvønn morgun klokkan 9:00 Tá ið tygor lukta blóð ... Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Høgni Reistrup / Rólant Waag Dam 4 SamRøða: Høgni ReisTRup um nýggju fløguna 6 TIPS: RæTTan liT Til Tína Húð 8 90 SEKunD: Rudolf joensen 10 SamRøða: HeilsufRøðinguRin BjøRgHild djuRHuus 12 TIl aRbEIðIS: William mackay 13 umafTuRafTuRum: Høgni djuRHuus 14 bóKmEnTuR: kaRl ove knausgåRd 15 REPoRTaSJa: BuRTuRmisT á poliTisTøðini 16 GREInaRøð: kalda kRíggi 18 SPyRST So lIvST: RigmoR svaRaR 19 mín bESTa uPPSKRIfT: skons 23 Tað HEnDuR: konseRTiR, BøkuR, sendingaR osfR 24 vIKumynDIn: BesTa myndin í vikuni KlUmma Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hetta var eitt hóskvøld miðskeiðis í 80’unum. Veðurgudarnir vístu seg frá síni ringastu síðu, og herviligt ódnarveður herjaði kring landið. Eisini á flogvøllinum í Vágum var vindurin hin mesti, – í roynd og veru so nógvur, at tyrlan sum stóð parkerað har koppaði. Hetta vóru sjálvandi stórtíðindi á redak­ sjónunum morgunin eftir. Vit á Dimma­ lætting avgjørdu at hetta skuldi á forsíðuna. Vit avgjørdu, at eg skuldi fara vestur at taka myndina, meðan eitt av hinum blaðfólkunum ordnaði tekstin. Her ráddi um at gera skjótt av, tí blaðið hevði deadline nakað eftir døgurða. Men trupulleikin var, at ein mátti sigla um Vest­ mannasund við ferjuni. Ein kundi rokna við bíðitíð, bæði á Oyrargjógv og í Vest manna. Umborðkomin hitti eg tíðindamann frá øðrum miðli í somu ørindum, og komu vit í prát. Ikki høvdu vit sitið leingi, fyrrenn ein koyrilærari kom og setti seg við okkara borð. Hann skuldi eisini á flogvøllin, – ikki eftir ferðafólki; ikki at fregnast um tyrluna; men á eitt skeið í ferðslutrygd fyri koyrilærarar á Hotel Vágum. Hjá mær ráddi um at gera skjótt av: Taka myndina, og so avstað aftur móti høvuðs­ stað num. Eg náddi so akkurát at síggja, at koyrilærararnir koyrdu við bilum sínum úti á sjálvum flogvøllinum, áðrenn kósin varð sett móti Oyrargjógv. Hetta fyribyrgjandi arbeiðið hevði ikki mín stóra áhuga beint tá. Umborð á ferjuni hendi tað sama sum á útferðini. Tveir tíðindamenn og sami koyri lærarin hittust til prát. Koyrilærarin fregn aðist eftir, um vit høvdu loyst okkara uppgávu. Jú, so var. Hann hevði verið á skeiði hjá koyrilær­ arum fyri at læra, hvussu ein kundi forða ferðsluvanlukkum á føroysku vegunum. Vit høvdu verið har eftir eini sensa sjón, men høvdu als, als ongan áhuga í tí fyribyrgjandi arbeiðinum hjá koyrilærarunum. Tá er tað, at hann tekur til orðanna og við rámandi suðuroyarmáli tók til: »Tá ið tygor lukta blóð, tá kom tygor!« Tað var eitt gott petti av sannleika í hes­ um orðum hansara. Havi ikki gloymt tey síð ani! INNIHALD So trúfastur sum nakar. Eisini í morgun fer Jógvan á Dul á sama stað klokkan 9:00 at taka mynd – her í Grím Kambansgøtu í Havn 29. januar 2010, kl. 9.00 24. februar 2010, kl. 9.00 24. desember 2009, kl. 9.00 23. november 2009, kl. 9.00 myndiR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Eg havi altíð havt áhuga fyri foto­ graf ering, sigur 67 ára gamli Jógvan á Dul. Soleiðis hevur tað verið í mong ár. Hann er at kalla vorðin ein havnamynd, har hann gongur túr við hundi sínum og við einum myndatóli í lummanum. – Við tí digitala myndatólinum er alt so nógv lættari, sigur hann. Longu sum smádrongur fekk Jógvan á Dul sítt fyrsta myndatól – í roynd og veru fyri 55 árum síðani. – Og síðani tá, havi eg tikið myndir, onkutíð nógvar og til aðrar tíðir færri, sigur hann brosandi. Sum limur í Gongufelagnum í Havn stendur hann á 1. parkett til vakrar myndir, tá tey fara gonguferðir kring landið. Tað var eftir ein slíkan túr á Eystnesi at ein av gongufelagum hansara spurdi, hví hann ikki gav uppaftur fleiri fólkum møguleika at síggja myndir hansara umvegis alnótina. Hetta var sjálvandi gamaní, men tað kravdi kortini at Jógvan gjørdi eina kollveltandi íløgu: Hann noyddist at keypa sær eitt digitalt myndatól og nýggja teldu. Men hvat ger ein ikki fyri sítt ítriv? Hann so gjørdi; keypti sær teldu og eitt lítið myndatól fyri 600 krónur. Og í januar mánaði í ár, fekk hann enn eina áheitan um tað sama, hesa­ ferð frá Elini Heinesen um loyvi at brúka myndirnar á heimasíðuni www. heinesen.fo. Nú ber til at síggja mongu og for­ vitnis ligu myndir hansara á hesi heima síðuni, umframt tað at hann eis ini almannakunnger tær á sínum Facebook­profili og umvegis www. flickr.com. – Eg fái nógvar reaksjónir frá fólki, serliga frá fólki úr Havn sum búgva úti í heimi, t.d. í USA, Mexico, Týsklandi og Norðurlondum. – Tey halda tað vera áhugavert at kunna síggja nýggjar myndir úr Før­ oyum, serliga ta myndina sum eg taki á sama staði og somu tíð hvønn einasta dag, greiðir hann íðin frá. Henda myndin verður tikin soleiðis, at ein sær hvussu veðrið er og hvussu árstíðin skiftir. – Jú, fólki dámar væl hesar mynd­ irnar. Eg havi hoyrt frá fólki, at tey brúka mínar myndir sum bakgrund á telduskíggjanum. So heilt av leið kunnu myndirnar ikki vera! GonGur tú ein morGuntúr eftir Grím KAmBANSGøtu í Havn KL. 9:00, er ein ávís sjón púra viss: JóGvAN á DuL stendur við myNDAtóLI sínum oG tekur enn eina myND. myND: jens kristian vang