fríggjadagur 26. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
tíðindi
Eingin nýggj Icesave-avtala
Samráðingarnar millum Ísland øðrumegin og Bretland og
Niðurlond hinumegin um at endurskoða Icesave-avtaluna,
slitnaðu í gjárkvøldið. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Stein-
grímur J. Sigfússon, sigur, at íslendingar vónaðu at fáa eina
betri avtalu um, hvussu Icesave-skuldin skal gjaldast, men at
tað hevur ikki víst seg at bera til. Ætlanin hjá stjórnini var at
fáa eina nýggja avtalu við bretar og niðurlendingar nú fyri at
sleppa undan fólkaatkvøðuni 6. mars, men nú hevur stjórnin
smáar vónir um, at tað fer at bera til. Bretland og Niðurlond
løgdu eitt uppskot fyri íslendingar í síðstu viku, men tað kundu
íslendingar ikki góðtaka.
Fleiri vindmyllur á sjónum
Danir eiga at leggja seg eftir at útbyggja vindorkuna og aðra
varandi orku, tí á tann hátt sleppa teir undan at keypa olju og
gass frá óálítandi londum fyri at nøkta orkutørvin. Tað
stendur í einari arbeiðsætlan hjá stjórnini. Lykke Friis,
veðurlags- og orkumálaráðharri, sigur við kringvarpið DR,
at vindmyllur á sjónum verða høvuðsgrundarlagið undir
orkuframleiðsluni í framtíðini. Hon sigur, at møguleikarnir
við vindmyllum á sjónum eru so stórir, at tær kunnu nøkta
allan tann danska orkutørvin og meiri afturat. Danir hava
fleiri ætlanir um vindmyllur á sjónum, og ætlanir eru eisini
um samstarv við sviar og týskarar á økinum.
Tað er ikki ólógligt
at sleppa olju á sjógv,
tá ið skip bunkra
í føroyskari havn.
Hetta er óvæntaða
niðurstøðan hjá
dómaranum í Føroya
Rætti, nú tað fyrsta
málið um oljudálking
í sambandi við
bunkring, er roynt í
rættinum
Oljudálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað
er
yvirhøvur
ikki
ólógligt at lata olju renna á
sjógv, tá ið skip bunkra í
føroyskari havn ella á
føroyskum sjóøki.
Hetta
er
óvæntaða
niðurstøðan hjá dómaranum
í Føroya Rætti, nú hann
hevur tikið støðu til eina
ákæru um, at olja er farin á
sjógv
í
sambandi
við
bunkring.
Seinastu árini hava tað
verið óteljandi dømi um, at
havnarløg,
bátahylar
og
sjógvurin annars, eru illa
dálkað av olju, sum er farin
á sjógv av óhappum og
ósketni undir bunkring.
Og hvørja ferð hevur tað
elvt til stórt forargilsi og
krøvini um harðari revsing
hava fleiri ferðir verið
frammi, bæði frá um-
hvørvisfólkum, bátseigar-
um og politikarum.
Hava goldið uttan
at blunka
Veruleikin er eisini, at
seinastu árini hevur fútin
givið fleiri bøtur fyri at olja
er farin á sjógv unir
bunkring.
Higartil
er
bøturnar
goldnar uttan at blunka og tí
hevur ikki verið neyðugt at
fara í rættin við málunum.
Men tey, sum hava fingið
bót, høvdu kanska ikki
goldið so glaðbeint, høvdu
tey vita tað, sum nú er
komið fram.
Tí nú vísir tað seg , at tað
er als ikki ólógligt lata olju
fara á sjógv undir bunkring.
Fríkend
Nú er nevniliga fyrsta málið
av hesum slagnum roynt í
rættinum og tað fekk eitt
rættiliga óvæntað úrslit.
Tað var Strandferðslan
og førarin á einum tangabili,
sum vóru ákærd fyri at hava
slept heilum 2400 litrum av
olju á sjógv, tá ið Teistin
bunkraði í Skopun 25. apríl
í 2006.
Málið
hevur
verið
í
rættinum fleiri ferðir, men
nú er dómurin so fallin.
Og úrslitið hjá dómaran-
um er, at tað er ikki ólógligt
at lata olju fara á sjógv undir
bunkring og tí vórðu bæði
Strandferðslan og førarin á
tangabilinum fríkend.
Dómarin vísir til lógina
um havumhvørvið og har er
niðurstøðan, at tá ið tosað
verður um burturbeining í
havumhvørvislógini,
um-
fatar tað ikki bunkring.
Har stendur, at á føroysk-
um sjóumveldi er burtur-
beining av olju og olju-
dálkaðum vatni bannað.
Tað kann ikki hugsast, at
lóggevarin hevur ætlað, at
tað skal vera í stríð við
lógina at skip bunkra olju í
føroyskum havnum. Og
orðið burturbeining kann
natúrliga uppfatast sum tað
stendur og onki meir og tí
hevur tað onki við bunkring
at gera
Ein náturlig málslig fatan
av
havumhvørvislógini
talar ikki fyri aðrari niður-
støðu, sigur dómarin.
Í viðmerkingum til lógina
verður eisini staðfest, at
seinastu árini hava fleiri
tilburðir verið av oljudálking
í sambandi við bunkring.
Tað er tí komið upp á tal at
gera eina kunngerð um
bunkring
í
føroyskum
havnum.
Men hóast lógin er frá
2005 og sostatt er fimm ára
gomul, er hendan kunn-
gerðin ikki gjørd enn.
Fara víðari
Finn Ougaard sigur, at
ákærin heldur hinvegin, at
burturbeining eigur eisini
at umfata olju, sum fer á
sjógv
í
sambandi
við
bunkring.
Men nú hevur dómarin
so staðfest, at tá ið skip
bunkra, kunnu tey sleppa
so nógvari olju á sjógv, sum
tey vilja við teirri um-
hvørvisdálking ið tað ber í
sær.
Fútin fer nú at bigja um
loyvið at royna málið í
landsrætturin, men av tí, at
revsingin ikki er fongsul,
men bót, skal loyvi fáast til
tað frá ”processbevillingsn
ævnet” og tann avgerðin er
ikki tikin enn.
Lógligt at dálka við
olju tá skip bunkra
§ 7. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av
olju og oljudálkaðum vatni bannað.
§ 20. Landsstýrismaðurin kann…..áseta reglur um at
fyribyrgja og minka um dálking og aðra ávirkan á
náttúru og umhvørvi
Í viðmerkingunum til lógina stendur eisini:
Seinastu árini eru staðfestir fleiri tilburðir av
oljudálking í sambandi við bunkring. Tað er tí komið
upp á tal at gera eina kunngerð um bunkring í
føroyskum havnum.
Hendan kunngerðin er ongantíð komin, hóast lógin
er fimm ára gomul.
Tá ið skip bunkra olju í føroyskari
havn, er tað ikki ólógligt at lata olju
renna á sjógv, hevur Føroya Rættur
nú staðfest. Fleiri hava annars
glaðbeint betalt bót fyri hetta fyri at
sleppa undan at fara í rættin, men
høvdu tey vitað tað, tey vita nú,
kundu tey havt spart peningin