Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 4 VIKUSKIFTI Eg kEnni tað ikki sum nakra skyldu, mEn vil gjarna yrkja á føroyskum. Eg kundi sjálvandi valt at goymt mEg aftanfyri enska málið og vErið mEira bersøgin í mínum yrkingum, mEn mær dámar væl føroyska málið og havi Eisini flEiri litir á føroyskum, sigur Høgni reistrup, sum gEvur sína næstu fløgu út mánadagin myndir: rólant waag dam SAMRØÐA rólant Waag dam rolant@sosialurin.fo Ungi havnarmaðurin Høgni Reistrup varð fyri trimum árum síðani nógv róstur fyri fyrstu útgávu sína Hugafar á ferð. Lætti tónleikurin og føroysku yrkingarnar fóru beint inn í hjørtuni á mongum føroyingi, og onkur ummælari samanbar hann við sjálvan Kára P. Tá var Høgni Reistrup 23 ára gamal. Síðani eru smá trý ár løgd aftrat áru­ num, sum kortini ikki eru meira enn 26 í tali. Høgni Reistrup er nú klárur við síni næstu útgávu. Aftur hesaferð er talan um føroyskar yrkingar burturav. Tíggju yrkingar til­ samans. Drúgv og ósexutt tilgongd Uttan at Høgni sjálvur sigur tað, skuldu yrkingarnar helst verið sterkari í mun til fyrru útgávu hansara. Undir øllum umstøðum hevur hann gjørt sítt til at menna seg sum yrkjara. – Eg havi fingið fleiri royndir at byggja mínar yrkingar á nú. Eg havi lisið nógv, ikki minst á føroyskum. Serliga fagrar bókmentir. Enn tá Ó hjá Carl Jóhan Jensen havi eg lisið, helst sum tann einasti føroyingurin undir 30, sigur Høgni Reistrup skemtandi. Hóast hann gott kann skemta við hesum, tekur Høgni Reistrup yrk inga­ uppgávuna í stórum álvara. Føroysku bókmentirnar, hann hevur lisið, hava givið honum íblástur og ríkað hansara egna mál. Hetta hevur eisini verið ynski hans­ ara. Av tí sama hevur Høgni eisini verið partur av einum bólki, har tey hava skrivað yrkingar, útvekslað tilfar, lisið fyri hvørjum øðrum og fingið kritikk. Positivan eins væl og negativan kritikk. – Tað hevur verið ein drúgv til­ gongd, og eg brúki nógva tíð um at seta orð saman. Í so máta er talan um eina øgiliga ósexutta prosess, har eg siti langa tíð og arbeiði við einstøku yrkingunum, greiðir Høgni Reistrup frá og leggur aftrat: – Tað er lítið romantiskt, tí tað er ikki soleiðis, at eg vakni tíðliga á morgni og havi eina heila yrking í høvdinum, sum bara má festast á blað. Verið víða við tilfarinum Í roynd og veru fevnir tilfarið á nýggju fløguni, løg og yrkingar, yvir eitt trýáraskeið. Fyri einum ári síðani byrjaðu Høgni og nakrir aðrir at venja tilfarið á Øresunds Kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Í summar vórðu sangirnir spældir inn í ymsum upptøkuhølum í Havnini og úti í Nolsoy. Síðani hevur Høgni Reistrup verið í Dublin í Írlandi við fløguni, sum ein ávísur Kieran Lynch hevur ljóðblandað. Kieran Lynch hevur áður givið stórum nøvnum sum U2, R.E.M, The Corrs og Elvis Costello eina hjálpandi hond. – Meðan vit arbeiddu við míni út­ gávu í Dublin, ringdi telefonin. Tá vóru tað teir í U2, sum vildu hava Kieran Lynch at gera ljóð hjá The Edge í bólkinum til teirra World Tour, fortelur Høgni Reistrup, sum eftir øllum at døma hevur fingið ein dugnaligan íra at ljóðblanda sína fløgu, sum Tutl gevur út mánadagin. Øðrvísi útgáva Kieran Lynch hevur sostatt gjørt sítt til, at nýggja fløgan hjá Høgna Reistrup er ólík tí fyrru. – Fløgan ljóðar ikki so føroysk, sum Høgni sjálvur sigur tað. Men har­ umframt eru eisini fleiri onnur ting, ið gera hana øðrvísi í mun til fyrru útgávuna. Sambært Høgna Reistrup sjálvum er kompositiónin meira fjølbroytt. – Tað henda fleiri ting í sangunum og tað krevur meira fordjúpan av lurtaranum, heldur Høgni Reistrup. Hann vísir á, at hóast fløgan ikki telur Fleiri litir á føroyskum