fríggjadagur 26. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 40 - 26. februar 2010
Leygarkvøldið verður eitt
so kallað 70´ara kvøld í
Havnar Klubba. Tað er tón
leikabólkurin Deiggj sum
fer spæla góðan progressiv
an rocktónleik frá hálv
fjerdsunum.
Limirnir
í
Deiggj hava altíð havt ein
serligan tokka til tann klass
iska rockin sum serstakliga
gjørdi seg galdandi í 70’un
um. Eitt nú varð lurtað eftir
Deep Purple, Uriah Heep,
Fleedwood Mac, Gasolin,
Jetro Tull og øðrum bólkum
sum myndaðu tann meira
pro gressiva tónleikin í hálv
fjersunum. Eisini verður
okk urt lag hjá føroysku
Kræk lingum, Dire Straits,
Rolling Stones Creedens og
John Lennon spælt leygar
kvøldið. Deiggjarnir hava
seinastu árini lagt seg eftir,
at spæla tónleikin frá hesum
tíðarskeiðnum. Í Havnar
Klubba talan um blandað
programm við vælsvingandi
rútmum, bæði rockur og
róligar balladur. Manningin
í Deiggj er Dennis Lave, ið
syngur flestu løgini, Páll
Lave á gittari og kór, Pætur
Dam á hammond og klaver,
Fróði Vestergaard guitar og
sang, Sverri Heinesen á
bassi og nýggjasti limurin í
Deiggj er Rani H. Christian
sen sum spælur trummur.
Klubbin sum í 70'unum
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
1 0 . - 1 6 . M A I 2 0 1 0
Tórshavnar kommuna veitir stuðul á
hvørjum ári til heilsu- og umhvørvis-
tiltøk.
Stuðul verður latin
til verkætlanir sum:
• Menna vitanina um heilsu og/ella
umhvørvi
• Virka dálkingarfyribyrgjandi
og/ella avmarkandi
• Virka orku – og tilfeingissparandi
• Kunna almenningin um heilsu-
og/ella umhvørvisviðurskifti
• Verja landsløg, djóra- og/ella
plantusløg
Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum
og einstaklingum at søkja um stuðul.
Umsóknarblað og reglugerð fáast á
www.torshavn.fo ella í Snarskivuni.
Umsóknir skulu verða hjá Tórshavnar
kommunu í seinasta lagi 1. apríl 2010
og skulu sendast til:
Tórshavnar kommunu
heilsu- og umhvørvisdeildin
Postboks 32 • 110 Tórshavn
Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni,
sum verður 10. til 16. mai 2010.
Stuðul
Ung í Føroyum 2010 verður um vikuskiftið
UNGDÓMUR
Um
vikuskiftið
verður
Norð urlandahúsið
enda
vent. Húsið fer at surra av
virksemi, áræði og ikki
minst skapanar huga. Hetta
vikuskiftið er tað, at ársins
»Ung í Føroyumstevna«
fer av bakkastokki.
Ung í Føroyum er ein
heilt serlig mentanar hend
ing, har ung í aldrinum 13
til 18 ár sleppa at geva sítt
boð uppá, hvat ung dóms
mentan er. Í ár eru seks
verk smiðjur við tónleiki,
dansi, sirkusi, myndlist,
design og skriving. Verk
smiðjuleiðararnir
skulu
vera vegleiðarar meira enn
leiðarar, teir hava ikki fasta
skrá lagda fyri verk smiðj
una, men skulu í samstarvi
við tey ungu seta leggja
viku skiftið til rættis, so øll
fáa sum mest burturúr á tí
støði, tey eru komin til.
Og tað eru veruliga
dugna lig
listafólk,
sum
verða vegleiðarar: Á tón
leika verksmiðjuni
verða
Lena og Niclas, sum øll
ung kenna og nógv elska,
Vígdis Hentze kemur heim
úr New York at vegleiða
dansararnar,
yrkarin
og
rokk tónleikarin Petur Pól
son stendur á odda fyri
skrivi verksmiðjuni,
snið
gev in Katrina í Geil hevur
designverksmiðju,
lista
mað urin Janus á Húsagarði
skal læra frá sær á mynd
listaverksmiðuni og franski
klovn urin og línudansarin
Joel Colas kemur beint úr
Fraklandi at hava sirkus
verk smiðjuna undir hond.
Meðan arbeitt verður, eru
verksmiðjurnar
stongdar
fyri vitjandi, bert ein hevur
óavmarkaða atgongd, og
tað
er
orkesturleiðarin
Bern harður Wilkinson, sum
skal orkestrera stóru al
mennu
sýningina,
sum
verð ur
sunnu dagin
28.
februar klokkan 18 við
brot um av øllum tí, sum er
hent á stevnuni.
– Frágreiðing um
búskaparpolitiskar
forðingar og
møguleikar
TíðiNDaskRiv
Norðuratlantsbólkurin
Jóannes Jacobsen, Ph.d. í
búskaparfrøði leggur fram
búskaparpolitiska frágreið
ing um búskaparlig og
politisk viðurskifti ið hava
størstan týdning fyri einum
møguligum
føroyskum
sjálvberandi búskapi.
Í Miðlahúsinum í Vágs
botni mánakvøldið 1.
mars kl. 19.00
Eitt av kunngjørdu málun
um
hjá
Norður atlants
bólkinum hevur frá byrjan
verið at gjørt eina størri
óhefta kanning av politisku,
búskaparligu og vinnuligu
viðurskiftunum í Føroyum
og Grønlandi og sam band
inum við Danmark – her
undir leiklutin hjá ríkis veit
ingini í hesum skipanum og
møguleikarnir fyri sjálvber
andi búskapi.
Norðuratlantsbólkurin er
tískil sera fegin um, at tað
hevur eydnast at fáa ein
granskara í búskaparfrøði
og ein samfelagsfrøðing at
gera eina slíka kanning
viðvíkjandi Føroyum, sum
nú verður løgd fram.
Frágreiðingin viðgerð
millum annað hesar
spurningar:
• Hvussu er saman hang
urin millum politikk,
vinnu, ríkisveiting og
búskap?
• Forðar ríkisveitingin fyri
størri útflutningsvinnu?
• Ber fiskivinnan øllum
føroyska samfelags
búskapinum?
• Kann fiskivinnan kasta
meira av sær – og
hvørjar eru tær politisku
forðingarnar?
• Hvat hendir, tá vit skera
ríkisveitingina – og hvat
hendir, um vit ikki gera
tað?
Í frágreiðingini verður fyrst
hugt
eftir
yvirskipaðu
gongd ina í føroyska búskap
inum við atliti til m.a. inn
tøkustøði, vinnubólkabýti,
lønargongd,
miðsavning,
vinnu studning og ríkisveit
ing.
Hareftir viðgerð frágreið
ingin nakrar vinnupolitiskar
forðingar og møguleikar í
høvuðsvinnuni
umframt
ávirkanina av ríkisveitingini
á føroyska búskapin.
Ávirkanin av ríkisveit
ingini verður viðgjørd bæði
við atliti til hennara reint
búskaparligu ávirkan og
hennara ávirkan á búskap
arpolitikkin.
At enda verður hugt út í
framtíðina.
Frágreiðingin
við ger avleiðingarnar av
eini møguligari niðurlaging
av
ríkisveitingini.
Mett
verð ur eisini um, hvussu
ein sjálvberandi búskapur
kann væntast at síggja út.
Á kjakfundi í Miðlahús
inum fer Jóannes Jacobsen
at leggja fram sínar grein
ingar og niðurstøður og at
svara spurningum.
Fyrilestur og kjak í Miðlahúsinum um búskaparpolitiska frágreiðing
Á veg móti einum sjálvberandi búskapi