Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 19 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Lýsing inna törnroos inna@sosialurin.fo Menninir handan lýsingina eru Petur Slyne á Effo og filmsmaðurin Thomas Koba. Leiklutin sum mariuhønan Sonhard hevur sjón­ leikarin Jákup Veyhe, vælkendur frá millum annað »Pipari og salti«. Lýsingin var fystu ferð at síggja fríggjakvøldið fyri einari viku síð­ ani. Leygardagin var Sonhard úti á Facebook, og eftir fáum døg um var fjepparatalið hjá tí professionellu mariuhønuni uppi á 2.000. Petur Slyne er yvirraskaður av framgongdini. – Sjálvandi vónaðu vit, at Son­ hard mariuhønan fór at gerast ein sukse. Um man brúkar Jákup Veyhe, rakar man ofta eitt ella annað, sum nokk ikki fungerar líka væl, um ein annar sjónleikari var í leiklutinum, greiður Petur Slyne frá. Petur Slyne og Thomas Koba høvdu fleiri dýr á borðinum, tá lýsingin bleiv gjørd, men valið fall á mariuhønuna, eftirsum hon er eitt fitt og »eitt sindur kiksað« dýr. Tað er eitt rák innan lýsingaheim­ in at nýta humor fyri at selja sína vøru. Petur Slyne sigur seg hava fingið íblástur til Sonhard frá danska starvsfelag hansara »Vupti«. Petur er eitt sindur loyndarfullur um framtíðina hjá Sonhard, men hann avnoktar ikki, at fleiri filmar koma um ævintýrini hjá tí professionellu mariuhønuni. fær sonhard eina sonhardinu? – Tað er onkur av fjepparunum á Facebook, sum hava víst áhugað at blíva frú Sonhard, men eg veit ikki, hvussu tað verður við tí, sigur Petur Slyne. Aftan fyri Sonhard – tann pro fessionella mariuhønan lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Kristin av Kák Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 150 g av hveitimjøli 75 g av rugmjøli 3 tsk av bakipulvuri 1 egg 40 g av smøri 30 g sukuri 1½ dl av mjólk Lekkur skons Elt alt tilfarið saman. Rulla deiggið út til ein umleið 2-3 cm tjúkkan runding, sum skal skerast í seks bitar. Set ovnin á 200 hitastig. Skonsini skulu bakast í 10-12 minuttir ella til kanturin er ljósabrúnur. Perfekt til mannin sum vil forkela konuna ein sunnumorgun. Vælgagnist »Tað er meira enn eiTT arbeiði... tað er Mítt job!« Hesin seTningur er bara eina viku gamaL, men HóasT Tað er Hann Longu ein kLassikari. ProfessioneLLa Mariuhønan sonhard sigur HeTTa í sTuTTLigu Lýsingini fyri morgunbreyð. Mariuhønan Sonhard hevur heimsins besta arbeiði og verður nokk meir at síggja framyvir Mynd: Effo