fríggjadagur 26. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
Stuðulin, sum
Nærverkið letur
til mattænastuna,
kommunur veita
penisionistum, er so
nógv minkaður, at
kommunurnar nú
mugu rinda væl
størri part
Eldratænasta
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Kommunur
kunnu
á
hvørjum ári søkja Nærverk
ið um stuðul til tænastuna
við at koyra mat út til pen
sjonistar.
Men
nú
er
samlaða játtin minkað so
nógv,
at
kommunurnar
mugu gjalda bróðurpartin
av tí, sum tænastan kostar.
Samlaða játtanin var 2,8
milliónir krónur, men søkt
varð um samanlagt 5,2
milliónir krónur.
Hetta
merkir
eingin
kommuna hevur fingið so
nógv, sum søkt varð um.
Nes kommuna kann tak
ast sum dømi.
Hendan kommunan søkti
um 279.000 krónur, men
fekk bara 77.000 krónur.
Kommunan
verður
noydd til at gjalda tað, sum
restar í, tí tænastan má ikki
detta niðurfyri, sigur Símun
Johannesen, borgarstjóri í
Nest kommunu.
Tænastan er at koyra
døgurðar út til pensjonistar,
og fyri tað mesta letur
skipanin um 20 døgurðar út
av húsinum um dagin.
Døgurðarnir verða gjørdir
í sambýlinum, har komm
unan hevur sett fólk at
arbeiða í nakrar tímar um
dagin.
Døgurðin til pensjonistar
í Nes kommunu kostar 35
krónur.
Mattænastan fer á kommunalar hendur
Verri at fáa Panodil
Teir politisku myndugleikarnir í Danmark hava ikki nóg gott
tamarhald á, hvussu ungfólk brúka pínulinnandi heilivág so
sum Panodiltablettir, og tí ætlar stjórnin at gera nakað við
trupulleikan. Hagtølini hjá heilsustýrinum vísa, at ongantíð
fyrr hava so nógv ungfólk roynt at taka lívið av sær við
pínulinnandi heilivági sum í fjør. Ætlanin hjá stjórnini er, at
fólk skulu hava fylt 18 ár, áðrenn tey kunnu fáa pínulinnandi
tablettir. Talsfólk hjá summum flokkum halda, at fólk skulu
hava ávísing frá lækna fyri at kunna keypa slíkar tablettir, og
at í mesta lagi 100 tablettir skulu vera í hvørjum pakka.
Ísland lán frá ES
Evropasamveldið hevur samtykt at læna Íslandi 300
milliónir, sum íslendingar skulu rinda aftur við fýra
prosentum í rentu. Sambært Viðskiftablaðnum skal
stjórnin brúka pengarnar til at tálma avleiðingunum av
kreppuni, sum landið er í. Blaðið sigur frá sínum keldum,
at tað var neyvan av tilvild, at tilsøgnin frá ES kom júst
nú, men at tað uttan iva hevur samband við samtyktina
hjá ESnevndini fyrradagin mæla samveldinum til at
samráðast við Ísland um limaskap. Lánið, sum Ísland ú
fær, er av sama slagi sum lán, ið ES fyrr hevur latið eitt
nú Balkanlondunum.
Á nýggjárinum hevur
Posta møguleikan
at niðurleggja fleiri
postavgreiðslur,
soleiðis at posthúsini
fara úr 21 niður í sjey.
Nakrar avgreiðslur
steingja heilt vist
tá, men tað er fram
vegis ivasamt, hvussu
nógvar lata aftur,
sigur Sofus Clement
sen, stjóri í Posta
Posta
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fleiri
av
teimum
20
starvsfólkunum, sum Posta
hósdagin segi úr starvi,
fingu ikki tann hvøkkin av
uppsagnunum. Nøgdin av
posti minkar støðugt, og
fleiri uppgávur, sum fólk
áður røktu, taka tólini sær
av nú.
Tá ið postverkið varð lagt
yvir í alment partafelag,
varð postverkið bundið við
lógini at hava so og so nógv
posthús. Í dag eru posthúsini
21 í tali.
Men bindingin av so
nógvum
posthúsunum
gongur bara til 31. desember
í ár. Tá kann Posta steingja
fleiri postavgreiðslur, so bara
sjey posthús verða eftir.
Men so nógv posthús
lata ikki aftur í senn. Vit
fara ikki at gera nakra koll
velting, sigur Sofus Clem
entsen, stjóri í Posta.
Hann sigur, at ymist má
gerast, tí tað ber ikki til, at
útreiðslurnar eru so nógv
størri
enn
inntøkurnar.
Posta Heima, Posta Her,
útbering
til
vinnu
í
arbeiðstíðini og útbering til
privatfólk um kvøldið eru
tiltøk, sum Sofus Clement
sen heldur eru at veita betri
tænastu. Sumt av hesum
hevur ymiskar barnasjúkur,
men tær lekjast við tíðini.
Nøgdirnar av posti minka
alsamt, og tær fara óivað at
minka meira enn, sigur
Sofus Clementsen, sum
ikki vísir aftur, at neyðugt
verður at gera aðrar um
leggingar ella sparingar.
Tað loysir seg ikki at
vera ov bjartskygd við
víkjandi nøgdini av posti í
framtíðini. Vit mugu laga
okkum eftir viðurskiftunum
sigur hann.
Fíggjarkreppan
rakt Posta
Sofus Clementsen ivast ikki
í, at fíggjarkreppan hevur
gjørt sítt til, at færri brøv
verða send nú. Fyri at spara
brúka
fyritøkur
heldur
elektroniskar miðlar enn at
senda brøv við posti.
Pakkaflutningurin í, til
og úr Føroyum er væl minni
enn
í
grannalondunum.
Sofus Clementsen gevur
tollingini
ein
part
av
skyldini. Fólk tíma ikki at
senda pakkar við tí forð
ingini, heldur hann.
Broytingartilgongdin er
ikki nakað eindømi innan
post og flutningsvirksemi.
Í øllum londum, vit vanliga
samanbera okkum við, eru
post
og
flutningsfeløg
farin undir og eru væl
ávegis í hesi tilgongd.
Tíðin farin frá
posthúsum
Sofus Clementsen heldur
tað vera sjálvsagt, at nøkur
posthús
lata
aftur
á
nýggjárinum.
Nøkur
av
smáu posthúsunum hava
bara opið ein ella tveir
tímar mitt um dagin, og
eingin fer á posthúsið tá.
Tað er eingin meining í
at hava tey posthúsini opin
longur, sigur stjórin.
Heldur enn at hava post
hús, heldur hann tænastuna
við at koyra allan postin út
vera nógv betri. Pakkarnir
eru so fáir kortini.
Uppsagnirnar
hósdagin
raktu breitt í Suðuroynni,
miðstaðarøkinum, í Norð
oyggjum og í Eysturoynni.
Vit fara sum nevnt ikki
at gera nakra kollvelting,
men tað verða alla tíðina
gjørdar broytingar, og vit
eru ikki komin á mál enn,
sigur Sofus Clementsen,
sum við vissu kann siga, at
fleiri starvsfólk verða ikki
søgd úr starvi í Posta í ár.
Posthúsini fækka
Posta hevur gjørt fleiri
automatiseringar, sum
hava havt við sær, at fólk
sjáldan hava ørindi á
posthúsinum
Fleiri kommunur hava
skipanir við at koyra døg
urðar út til pensjonistar. Nú
stuðulin til hesar skipanir er
minkaður, noyðast kommun
urnar at bera størsta partin
av kostnaðinum