fríggjadagur 26. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Tað er rímiliga gott. Eg eri ikki nakar
veðursjúkur harri, og er mann tað í Føroyum,
so er mann nokk skeivt plaseraður.
Hvør er besti sjónleikur, tú hevur sæð?
Eg havi sæð nógvar góðar leikir her í Føroyum.
Mær hevur altíð dámt væl leikir hjá Dario Fo,
og ein av teimum, sum eg var sera glaður fyri í
sínari tíð, var »Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki
eitt oyra«. Mær dámdi eisini sera væl leikin hjá
Jóanes Nielsen, »Eitur nakað land Week-end?«
Hvør er tín dreyma leiklutur?
Eg havi ikki havt nakrar stórar høvuðsleiklutir,
og onkur kallaði meg síðu 89 drongurin, tí
eg kom ofta seint inn í leikirnar. Men tað
seinastu løtuna, tá eg spældi við, so var
tað ofta rokmikið. Um eg skuldi ynskt mær
ein leiklut, so skuldi tað verið í einum filmi
hjá Woody Allen – mær dámar væl handan
jødiska forvirringin í New York umhvørvinum.
Hvør er Føroya besti leikari?
Vit hava nógvar góðar leikarar, og mær
dámar ikki orðið »best«. Men ein, sum
altíð imponerar meg, er Hans Tórgarð.
Hvat er tað besta við at
búgva í Føroyum?
Tað er so deiliga lítið skil á í Føroyum.
Mann følir seg ikki trýstan av systeminum.
Hvat er tað ringasta við at
búgva í Føroyum?
Tað er so lítið skil á, at vit rudda ongantíð
upp. Alt flýtur, og ein høvuðsreingerð
hevði verið upp á pláss.
Hvussu er at
verða kendur
í Føroyum?
Eg veit ikki, um
eg eri so kendur.
Og tað er í øllum
førum ikki so
belastandi at
verða kendur fyri
at stýra einum
bingospæli. Tað
er til at liva við.
Hevur tú nakrantíð vunnið í Gekkinum?
Eg havi spælt við eitt sindur Gekk, men
eg havi ongantíð vunnið. Einferð ringdi
eg inn fyri eina damu, sum ikki tordi at
ringja, men eg hevði ikki vunnið sjálvur.
Hvør er mest inspirerandi
persónur, tú hevur hitt?
Eg havi hitt nógvar inspirerandi persónar.
Ein tann mest áhugaverdi er Jákup Veyhe
– hansara verð er ikki á okkara mjólkavegi.
Hvat heldur tú, tað verður
ov lítið tosa um?
Tann vanliga føroyingin á gólvinum.
Men annars vil eg siga, at føryingar
snakka meira um alt millum himmal
og jørð, enn vit plagdu at gera.
Hvat verður ov nógv tosa um?
Facebook.
Hvat er størsti brølarin, sum
er gjørdur í Føroyum?
Hin yvirfylta fiskidagaskipanin.
Hvat ger teg glaðan?
Tá tingini – sum tað eitur á góðum
føroyskum – fløska seg.
Hvat ger teg illan?
Eg kann blívur illur um ymiskt, men kanska
eri eg blivin eitt sindur meira líkaglaður
við árum. Eitt aktuelt mál, sum kann
øsa meg, er, at føroyingar jagstra eitt
burðardygt stempul í Bretlandi, í staðin
fyri at gera fiskiskapin burðardyggan.
Hvør er tín lívrættur?
Trupulleikin í mínum lívi hevur verið, at næstan
alt er lívrættur – serliga allur føroyskur matur.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
var ósjónligur ein dag?
Set meg í tað sokallaða føroyska uttanríkisráðið.
Um tú slapp at liva lívið umaftur,
hvat hevði tú gjørt øðrvísi?
Nógv hevði verið øðrvísi, um mann ikki tók
tann fyrsta snapsin. Har vóru nøkur ár,
har eg kundi fingið meira við av tí heila.
Hvat er eitt gott lív?
At hava rímiligan sálarfrið.
Hvat hevur lívið lært teg?
Lívið hevur lært meg, at tað gongur skjótt fyri
seg. Tað ræður um at njóta lívið ein dag í senn.
Nær veit mann, at mann
er ein klaksvíkingur?
Tá mann er limur í felagsskapinum Orginalar.
Rudolf er síðu 89 drongurin
Rudolf Joensen
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
fakta RUDOLF
Navn: Rudolf Joensen
Aldur: 56 ár
Bústaður: Havn
Starv: Lærari í skúlanum í Kaldbak