Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2010 23 lýsingar Nú ber til at fara inn á www.parykkar.fo og síggja ymiskar møguleikar, um tygum hava tunt ella einki hár. Salong Fríðgerð · Niðaragøta 52 · 188 Hoyvík · Tel. 51 15 45 Salong Fríðgerð www.parykkar.fo ...hár alt lívið CLAUS OG HENNING TOFTHILD kema til Føroya fyri seinastu ferð og eru at hitta á salongini 7. mars. Ring og fá tíð á 311545 ella 511545 Sosialurin / KvR 34 18 00 Løgfrøðingur og skrivstovu­ lærlingur til Føroya Kærustovn Vit hava fingið nýggjar uppgávur og hava brúk fyri einum løgfrøðingi og einum skrivstovulærlingi. Løgfrøðingurin Arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum, at gera kærunevndunum til­ mæli um avgerð, at hava samskifti við kærarar og stovnar innan kæruøki og at luttaka í gerð av ársfrágreiðingum, av­ gerðarsøvnum og vegleiðingum til stovn­ ar og borgaran Vit bjóða spennandi starv við avbjóð­ ingum, fakliga eins væl og persónliga. Talan er um sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi og góðar skeið­ og eft irútbúgvingarmøguleikar Tú hevur løgfrøðiliga útbúgving og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum um størri arbeiðsuppgávur. Lesandi, sum eru um at vera liðug við lesnaðin, eru eisini vælkomin at søkja. Løn­ og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar­ og løgfrøðingafelagið. Starvið verður at seta frá 1. apríl ella eftir avtalu. Talan er um parttíðarstarv, svarandi til 60% av fullari tíð fram til 1. september 2010, tá møguleiki er fyri at fara upp á fulla tíð. Skrivstovulærlingurin Talan er um eitt gott og fjølbroytt læru­ pláss innan almenna fyrisiting. Umframt vanligt skrivstovuarbeiði við telefon­ og viðskiftaavgreiðslu, skjalaskráseting og málsviðgerð, fevnir arbeiði eisini um kærufundaravgreiðslur og bókhald. Tú hevur HF­, HH­ ella studentsprógv, góðan málsligan kunnleika og dugir væl at brúka teldu. Løn­ og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður at seta frá 1. apríl ella eftir avtalu. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. mars 2010. Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Anju Hovgaard, stjóra ella Peturbjørg Jensen, deildarleiðara fyri at frætta nærri um størvini. Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Innlendismálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina og Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnev ndini og Fjølmiðlanevndini. Á stovninum starvast í løtuni 7 fólk, stjórin, tríggir løgfrøðingar og trý skrivstovufólk. Føroya Kærustovnur Undir Hornabakka · Postsmoga 45 · 110 Tórshavn · Tel 32 05 85 Fax 32 05 90 · teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo