Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Søgan um forSetavalið hilary Clinton er frustererað, tí amerikansku miðlarnir eru mest sum forelskaðir í Barrack obama. John edwards stríðist við persónligar trupulleikar, og Sarah Palin er nakað heilt fyri seg. Í bókini game Change verður greitt frá forsetavalinum í uSa í 2008 á ein upplýsandi og undirhaldandi hátt. tveir virdir politiskir journalistar byggja søguna á samrøður við meira enn 300 samrøður, og teir fara sera nær. John heilemann & mark halperin game Change harper KJøtKvøld hevur tú hug at royna sjey ymisk sløg av turrum kjøti, turkaða danska skinku og síðani eina fulla matarskrá, so er hotel føroyar helst staðið fyri teg hetta vikuskiftið. leygarkvøldið hevur hotel føroyar sítt tiltikna Kjøtkvøld, og tá ber til at uppliva eitt sindur av hvørjum á tí kulinariska økinum. kJøtkvøld hotel føroyar leygarkvøldið 27/2 kl. 18.30 forBrenda felagið filmurin damned united verður roknaður sum ein tann besti fótbóltsfilmurin nakrantíð. dugnaligi sjónleikarin michael Sheen tulkar tiltikna venjaran Brian Clough, sum í 44 dagar var venjari í enska felagnum leeds united. hetta er ein ordiligur enskur filmur við humor og drama, sum bara bretar duga at ganda fram. the damned United dvd-filmur frÍtt at Koyra leygardagin er fyrsti tunnilsdagurin í Klaksvík hetta árið. hetta er døgnið, tá ið tað ber til at koyra ókeypis millum Klaksvík og eysturoynna. og norðoyingar plaga at spíla seg út við tiltøkum og tilboðum í sambandi við dagin. tUnnildagUr í klaksvík leygardagin 27/2 Sólrun og løKKE á Hvonn leygarkvøldið sendir rás2 aftur Hvonn live, og hesaferð eru donsku forsetahjúnini gestur í sendingini. Sólrun Jákupsdóttir og lars løkke rasmussen fara at greiða frá, hvussu tey uppliva avbjóðingarnar í politiska meldrinum í Danmark. Í sendingini verða eisini Tórður Mikkelsen og Jens Marni Hansen gestir. hvonn live rás2 leygarkvøldið 27/2 kl. 20.00 FrænDur á pallI um vikuskiftið hava Frændur tvær framførslur. Hetta er endabresturin av føðingardags­ kon sertunum, sum vóru hildnar seint í fjør. Fríggjakvøldið spæla frændur í rex í Havn, og leygar kvøldið fara teir á pallin í Mentanarhúsið í Fugla firði – tá fara onion Tree eisini at spæla. So hóast kavin liggur tjúkkur nú yvir bø og ong, so ber til at fara út at hugna sær saman við Frændum. FrændUr rex í Havn, fríggjakvøldið 26/2 Mentanarhúsið í Fuglafirði, leygarkvøldið 27/2 StórdyStur Í london leygardagin verður eitt ordans brak í enskum fótbólti. manchester City – nýríkir avbjóðarar – vilja so gjarna blanda seg upp í toppin í enskum fótbólti, og leygardagin fáa teir stóru avbjóðingina. teir vitja á Stamford Bridge, har oddaliðið Chelsea tekur ímóti teimum. Chelsea-manChester City Premier league Canal+ leygardagin 27/2 kl. 12.45