Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 40 - 26. februar 2010 Jens Marni syngur Gloria Jens Marni Hansen var framúr góður í danska Grand Prixnum herfyri, og hann fekk stóra undirtøku frá dønum, sum atkvøddu. Eftir stendur ein frálík framførsla og ein fínur sangur. Leygarkvøldið spælir Jens Marni í Hvonn Live, og Gloria verður ein av sangunum, hann fer at tríva í. Tórður skiftir hest Hann er kendur sum tann ídni veturin og reportarin í ítróttarsendingini 3-2, men nú gevst hann í 3-2 og fer í holt við aðra sjónvarpssending. Vit tosa við Tórð um drúgvu ítróttarvaktina í Kringvarpinum, um at rokast um vikuskiftini, og um at seta øðrvísi spurningar og vísa gleði fyri opnum skíggja. Orð og pappír Virðislønti yrkjarin Peter Laugesen hevur givið eina øgrynnu av yrk- ingasøvnum út, og hann hevur eisini verið virkin sum upplesari – til dømis til jazztónleik. Tosað verður við Peter Laugesen um at seta orð á pappírið, og hvat tað er, sum pappír og orð í felag kunnu avrika.