Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. februar 2010 Giza vil verða limur Á aðalfundinum hjá FSF er eitt av málunum á skránni um ­ sóknin frá FF Giza um limaskap í FSF. FF Giza varð í 2005 bygt upp á leivdirnar hjá fótbóltsdeildini hjá Nólsoyar Ítróttarfelag, NÍF, og síðani hevur felagið tikið lut í kappingini í fjórðubestu deildini. Hesi árini hevur felagið form liga virkað sum partur av NÍF, men nú søkt verður um serstakan limaskap fyri FF Giza, er líkt til, at føroyskur fótbóltur verður ein familjulim ríkari. Enn er tað so ikki komið fyri, at umsókn um limaskap í FSF er avvíst. -mørk Kærulimir taka við afturvali Umframt forseta­ og aðal­ nevnd arval, er val til Aga­ og Yvirkærunevndina eisini á skránni á aðalfundinum. Her standa Anni á Hædd og Sissal K. Kristiansen fyri vali til Aganevndina, og tær hava báðar boðað frá, at tær taka við afturvali. Somuleiðis taka Andrass Holm Arge og Jens Erik Magn­ us sen við afturvali fyri Yvir­ kæru nevndina. Eingi uppskot eru um mót­ valevni til hesar postarnar, og tí er longu nú greitt, at tær báðar kærunevndirnar verða óbroyttar til komandi kapp­ ingar árið. -mørk Portugisiska fótbólts­ stjørnan harmast um, at hann vísir yvirkroppin, tá hann hevur skorað eitt mál Nógv tíðindafólk vóru møtt til tað árliga ”World Cup Summit”­tiltakið hjá kendu ítróttar­klædnafyritøkuni, Nike, sum var í London. Portugisiski, Christiano Ronaldo, sum er ein av høvuðs­lýsingar figur­ unum hjá Nike er kendur fyri at vísa yvirkroppin, tá hann skorar mál, men Christiano Ronaldo viðgongur nú, at hann er flóvur av hesum. – Hvat er mín størsti feilur? Eg geri nógvar feilir. Men størsti feilurin eg geri, er at taka troyggjuna av, tá eg skori mál. Mær nýtist jú ikki at gera hetta, og tað gevur mær eitt gult kort hvørja ferð, segði Ronaldo á tiltakinum hjá Nike. Sorry girls. Men Cristiano Ronaldo ætlar sær ikki longur at vísa yvirkroppin, tá hann skal fegnast um mál síni Leygardagin fellur dóm­ urin yvir framtíðina hjá Fótbóltssambandinum. Heldur semjan frá oktober mánaði merkir tað, at valið longu er avgjørt Feløgini, sum hava sett Christian Andreasen í støðu sum forseta val­ evni, høvdu í gjár felags fund, har uppstillingin til FSF­valið enn einaferð var til viðgerðar. Sum skilst, so vóru øll tey níggju feløgini, sum hava sett uppskotið fram, ikki til staðar á fundinum. Men kortini ljóðar, at semjan kring fors­ etavalið er somikið breið, at Christian Andreasen er púrasta vísur í at verða valdur til forseta. Semjan køvir stríðið Verður hetta so, so verður talan sam­ stundis um eitt val millum tvey val­ evni, sum at kalla ikki hava verið í valstríði. Í øllum førum ikki fyri opn­ um skíggja. Lítil ivi er um, at bæði sitandi for­ setin og avbjóðarin hava verið í samband við hópin av formonnum kring landið, og eitt nú hevur Høgni í Stórustovu sent bræv út til for­ menninar. Men hóast hetta, og hóast Høgni í Stórustovu var partur av 3­2 send­ ingini hjá Kringvarpinum, uttan at mótvalevni hansara stillaði upp, so tykist Christian Andreasen als ikki at hava hug at koma út í nakað alment orðaskifti kring valdystin. Semjan, sum varð gjørd í heyst, tá øll tey føroysku fótbóltsfeløgini vóru á fundi, innibar millum annað, at uppvaskið í FSF skuldi haldast innandura. Feløgini høvdu fingið nóg mikið av ósemjum, sum vórðu breiddar um allar geilar, og eftir at stóru linjurnar í semjuni vórðu lætn­ ar pressuni, hevur merkiliga lítið verið at hoyrt úr felagsskapinum. At broytingar skuldu koma, stóð tó alla tíðina greitt, og leygardagin skal semja, sum varð gjørd í heyst, standa sína roynd. Stendur semjan við, so er eingin ivi um, at Christian Andreasen verð­ ur nýggjur forseti, meðan Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Jákup Mart in Joensen verða nýggir nevnd­ arlimir. Stendur semjan hinvegin ikki royndina, er lagt upp til kampval um forsetasessin, meðan Heðin D. Poulsen úr Havn tá fer í spæl sum nevndarvalevni. Samgongan skal standa sína roynd Ronaldo ætlar ikki at vísa yvirkroppin heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Semja varð gjørd um stórar útskiftingar, tá føroysku fótboltsfeløgini í heyst fundaðust á Hotel Hafnia. Leygardagin skal semjan standa sína roynd jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk