Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. februar 2010 – Nr. 40 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Greiðari kappingar­ treytir Eitt av trætumálunum, sum sá dagsins ljós móti kappingar­ enda, var viðvíkjandi kappingin í aðru deild, har B71 tók liðið úr kappingini. Her valdi Kappingarnevndin, at dystirnir móti B71 ikki skuldu strikast, og tað skapti ónøgd hjá AB, ið var tað einasta av oddaliðunum, sum hevði mist stig móti sandoying un­ um. Nú er ætlanin, at grein 12 í kappingarreglunum skal strammast upp, soleiðis at tað er púrasta greitt, hvørjar av ­ leið ingar tað fær fyri kapp­ ingina, um felag velur at taka liðið út. Nakað sum tað fyrr hev ur verið upp til Kappingar­ nevndina at taka støðu til í hvørjum einstøkum føri. Bæði tá felag sjálvboðið tekur lið úr kappingini, og tá lið verður koyrt úr kappingini, tí uppmøtingin til dystir ikki hevur verið nógv góð, verður avleiðingarnar nú settar eftir, hvussu væl kappingin er komin ávegis. Er helvtin ella minni enn helvtin av kappingini spæld, skulu allir dystir hjá avvarandi felag strikast, meðan stig og mál hinvegin standa eftir, um farið er um helvtina av kapp­ ingini, tá lið verður tikið ella koyrt út. Í seinna førinum verður hartil galdandi, at allir eftirfylgjandi dystir hjá liðnum verða taptir 3­0. -mørk Steypakapping á Stórheyggi Seinna av tveimum steypakappingum í amboðsfimleiki verður í høllini á Stórheyggi í Han nú leygardagin klokkan 14. Til hesa kappingina kappast kvinnuunglingar og kvinnur í amboðinum: Biti. Menninir kappast í amboðunum: Beinsveiggi og Paralell Barr. Inniróður um vikuskiftið Havnar Róðrarfelag hevur gjørt av, at Formula­kappingin í inniróðri nú verður hildin um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin upprunaliga var. Fyri viku síðani boðaði felagið annars frá, at kappingin varð útsett til 20. mars, men nú verður aftur sagt, at kappingin verður hildin leygardagin, 27. februar. Orsøkin til ætlaðu flytingina var, at tilmeldingin í ávísum bólkum var ov lítil, men heldur enn at útseta gjørdi felagið ístaðin av at leingja freistina fyri tilmelding. Á aðalfundinum hjá FSF verða kappingarreglurnar ætlandi broyttast, so leið is at tað nú verður staðfest, hvørji undan tøk eru fyri flyting av spæli loyvum uttan fyri flytingar vind­ eyga Tað kann væl vera, at Cristiano Ronaldo fekk nógv pláss í miðlunum, tá hann í summar skifti til Real Madrid, men her heima var tað tó fyri einki at rokna móti tí, sum var at hoyra um flytingina hjá Christiani Restorff Mouritsen. Grein 17 í kappingarreglunum gjørd ist mest sum gerandisorð hjá fótbóltshugaðum føroyingum, og valla fanst tann fjepparin, ið ikki hevði eina meining um avgerðina, sum loyvdi spælaranum at skifta til B36, sum hevði gloymt at sent um ­ sóknina um flyting av spæliloyvinum inn, áðrenn flytingarvindeyga klams aði aftur á ólavsøku. Grundgevingin, sum Kappi ngar­ nevndin nýtti, var, at spælari kundi flyta uttan fyri flytingarvindeyga, um talan var um heilt serligt føri. Og nevndin metti, at talan her var um serligt føri Eitt upprit frá løgfrøðingi staðfesti annars, at í fyrsta lagi átti ein ná ­ greinan av hugtakinum »heilt serligt føri« at gerast, og hartil metti jurid­ iska ráðgevingin ikki, at B36 hevði grundgivið fyri, hví talan var um serligt føri. Og skal metast eftir lógarbroyt­ ingini, sum nú verður løgd fyri aðal­ fundin, so var talan eftir øllum at døma ikki um serliga serligt føri. Skotið verður nevnliga upp, at flyting ar av hesum slag bert er loyvd ar, um talan um flyting av mál­ monnum ella tá felag er farið á húsa gang ella hevur mist luttøku­ loyvi. Hartil stendur tað Kapp ingar­ nevndini frítt at frítaka ávísar deildir frá regluni. Størri og drúgvari lands l iðs­ samlingar, ein dýrari venjari og øktar lønar út reiðs lur til dómararnar er partur av frágreiðingini hand an dapra FSF­rokn skapin Í blaðnum í gjár staðfestu vit, at talan verðu um hall upp á hálva sjeyndu millión, tá roknskapurin fyri 2009 verður lagdur fram á aðal­ fundinum hjá FSF. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking til hesi tøl undan evsta­ marki okkara, men eftir døgurða í gjár segði virkandi aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, at frávikini høvdu sínar avgjørdu orsøkir. – Ein av tungu postunum er lands liðsarbeiðið, har frávikið er heilt stórt. Eisini um tær gott og væl fimm milliónirnar í bonus­upphædd verða frároknaðar. – Her er ein stórur partur av frá­ greiðingini, at útreiðslur til A­lands­ liðið vóru óvanliga stórar í fjør. Vit høvdu ein nýggjan venjara, sum ikki er bíligari enn fyrrverandi vernjarin. Og fyrsta samlingin hjá honum var drúgvari enn vanligt, eins og hon eisini innihelt fleiri spælarar, enn vanligt er. Vit gjalda jú dagpengar til spælararnar, og tí kostaði tann samlingin væl meira enn vanligt. Hartil var talan eisini um 22­manna hóp, sum fór til Fraklands og Rumenia, og fýra persónar eyka kosta altso í ferðing, uppihaldi og dagpengum, sigur Virgar Hvidbro. – U21­landsliðið kostaði eisini nógv, men her var støðan tann, at 10 av teimum 12 dystunum í hesi und­ ankappingini vórðu spældir í 2009, og tí verður tann útreiðslan munandi minni í 2010. – Viðvíkjandi umsitingini, so er størsta frávikið her, at semja í fjør varð gjørd um, at FSF rindar helm­ ingin av dómaraútreiðslunum til mansdystir, har FSF ásetur dómaran, og allan kostnaðin til kvinnudystir. Hetta eru útreiðslur, sum áður hava ligið á feløgunum, og tá semjan varð gjørd, eftir at fíggjarætlanin varð løgd fram, hevur hetta ávirkað nega­ tivt við á leið 800.000 krónum, sigur Virgar Hvidbro. -mørk Christian hevði ikki sloppið í 2010 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Dýrari landslið og dómarar Hóast hann at enda slapp at skifta felag, so er eingin ivi um, at Christian Restorff Mouritsen heldur enn fegin vildi verið alt fjølmiðarokið fyri­ uttan, tá hann gjørdi av at fara úr HB til B36. Nú er ætlanin, at ein dagføring av kapp ingarreglunum skal áseta púra greiðar treytir fyri, nær talan er um serligt føri og ikki