Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. februar 2010 – Nr. 40 Wall Street Journal rósar Noregi Tað kenda amerikanska fíggjarblaðið, Wall Street Journal sparir ikki uppá tey rósandi orðini, tá blaðið umrøður søguligi avrikini hjá Noregi í vetrarolympiskum høpi. Blaðið nevnir avrikini ”The Mystery of Norway” - loynidómurin hjá Noregi. Wall Street Journal hevur givið gætur, at Noreg higartil hevur vunnið 298 OL-heiðursmerki á vetrarleikunum, og tað er sambært Wall Street Journal ein risafongur, tá ein hugsar um, at tað búgva bert 4,7 miljónir fólk í Noregi. USA sum hevur yvir 300 miljónir íbúgvar hevur vunnið 242 OL-heiðursmerki, 56 færri enn Noreg, og tað heldur Wall Street Journal verað merkisvert. Blaðið skrivar, at fólkatalið í Noregi kann sammetast við fólkatalið í Detroit, og at tað tí er talan um eitt norskt megnaravrik. Anderson úti í hálvt ár Manchester United hevur havt nógvar spælarar á skaðayvirlitinum hetta kappingarárið. Nú er so aftur ein langtíðarskaði komin á hetta yvirlitið. Miðvallarin, Anderson er nú eisini skaddur, og hann verður ikki tøkur, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Brasilski spælarin fekk ein álvarsaman krossbandsskaða týskvøldið, tá Manchester United á heimavølli á Old Trafford vann 3-0 ímóti West Ham. Man chest er United boðar frá á almennu heimasíðu sínari, at Anderson verður úti við skaða í heilar seks mánaðir. Venjarin hjá Manchester Uni ted, Sir Alex Ferguson sigur, at hann vónar, at tann 21 ár gamli brasilski spælarin verður tøkur aftur, tá kappingarárið 2010/2011 byrjar í august komandi. Dysturin í Klaksvík sunnu­ dagin, tá Stjørnan tekur ímóti Tjaldri, kann verða avgerandi fyri, hvat av liðunum verður við yvir­ lutan, tá lands kapp ingin endar Í allan vetur hevur oddastríðið í Sunset-kappingini bara snúð seg um tvey lið, Stjørnuna og Tjaldur, og sunnudagin møtast tey í Klaksvík. Hetta kann gerast ein sera avgerandi dystur at vinna, tí tað liðið, sum endar fremri í landskappingini, fær fyrimunin av heimavølli í einari møguligari triðju FM-finalu. Stjørnan, sum herfyri vann steypakappingina, tykist hava havt munin á Tjaldri – ikki minst í steypakappingini – so tí liggur helst størri trýst á gestunum úr Runavík, sum sunnudagin fingu ein hvøkk, tá VB bara var eitt mál frá at taka ein javnleik. Skal Tjaldur vinna í Klaksvík, verða ikki ráð til 10 málleysar minuttir hesa ferð… Nú endaspurturin skal setast inn, mundi tepri ósigurin í Runavík koma væl við hjá VB, sum leingi hevur verið avskrivað, tí so illa hevur gingist. Hesa ferð tekur VB ímóti Neistanum, og megnar VB enn eina ferð at spæla ein góðan dyst, er ikki ómøguligt at vinna tvey sera týðandi stig. Triði dysturin verður í Vestmanna millum VÍF og StÍF, ið hvørt í sínum lagi royna at sleppa leys av VB, ið bara er fýra stig aftan fyri tey. Vinnarin í hesum dystinum kann neyvan kenna seg heilt tryggan enn, men taparin er í størri vanda fyri at enda í tungum sjógvi, nú dystirnir fækka. Skal tað eydnast TB at røkka heilt í finaluna í Eik­liguni hjá kvinnum, er næstan neyðugt at vinna á oddaliðnum, SÍ, sum tekur ímóti sunnudagin Eftir eina viku í stórari steypagleði, skulu tey í Sørvági nú fáa armarnar niðuraftur, tí enn eru ikki allar súður syftar í landskappingini. Serliga hjá kvinnunum stendur ein krevjandi dystur fyri framman, tí sunnudagin kemur eitt sært TB-lið á vitjan. Gamaní, eru tvørakvinnur eisini styrktar, tí Sólvá Dimon nú kann spæla við, men ósigurin fyri Fleyr í farnu viku tók fast. Og skal TB, sum framvegis er næstfremst, halda fast í møguleikanum fyri FM-finalu, er tað næstan eitt krav, at liðið megnar at vinna á SÍ. Í hølunum á TB er Mjølnir, sum á heimavølli tekur ímóti botnliðnum, KÍF, og har roknar eingin við nøkrum øðrum enn einum tryggum 3-0 sigri til Mjølnir. Eisini er Fleyr, sum eftir TB-sigurin av nýggjum hevur meld- að seg inn í heiðursmerkjastríðið, favorittur á útivølli ímóti ÍF. Fleyr kann gera vørr Menninir hjá SÍ spæla longu í morgin, tá teir í Sørvági taka ímóti ÍF. Her er lítil ivi um, at steypavinnararnir eru favorittar ímóti greipuvinn ar un- um frá í fjør, ÍF, sum ikki hava fingið nakað at riggað í vetur. Tá er avbjóðingin hjá Mjølnir held ur torførari, tí klaksvíkingar skulu á útivølli spæla ímóti monn- un um hjá Fleyr, sum ikki hava meira at spæla fyri, men í allan vetur hava verið akkurát ov stuttir í kapp ingini við tey bæði fremru liðini. KÍF kann økja munin Um kollfirðingar gera sítt og vinna á Kyndli, samstundis sum hini úrslitini ganga eftir vild, kann KÍF økja munandi um finalumøguleikarnar Eftir fyrstu umførini í Atlantic Airways-kappingini sá alt út, sum tað plagdi. KÍF lá heilt har afturi og so roknaðu tey flestu við, at hini so spakuliga skuldu fara avstað. Men soleiðis vildu kollfirðingar tað ikki, og í løtuni eru teir heitastu favorittarnir at møta Neistanum í FM-final- unum. Sunnudagin skal KÍF til Havn ar at spæla ímóti Kyndli, sum fyri einari viku síðani fekk ein avsmurning á Skála. Lítið er at ivast í, at bæði lið fara at stríðast fyri lívinum, men endar KÍF sum vinnari, kann finalu- sessurin koma uppaftur nærri. Tað krevur tó, at hini úrslitini eisini ganga eftir vild. H71, sum er á triðja plássi tekur á heimavølli í Hoyvík ímóti Neist anum, sum púra óvænt- að tapti á heimavølli fyri VÍF sunnudagin, men tó má met- ast sum favorittur. Dysturin í Vestmanna mill- um VÍF og StÍF er millum teir báðar stóru vinnararnar frá síðstu viku, og her fæst so at síggja, um VÍF megnar at lyfta seg av botnplássinum ella um StÍF langt um leingi er vaknað, eftir at fleiri mánaðir hava ver- ið millum sigrarnar. hil Toppdystur millum SÍ og TB einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Oddasessurin upp á spæl Fyri sættu ferð í vetur bresta Stjørnan og Tjaldur saman sunnudagin – hesa ferð í Klaksvík Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen