Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. februar 2010 – Nr. 40 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29 16 ferðir nummar fýra Týska Daniela Anschütz-Thomas gjørdist nummar fýra á 5.000 metrum á skoytum í OL, og tað er ikki løgið, um hon eftir hondini kennir seg heldur óhepna á ísinum. Hetta var nevnliga 16. ferðin, at 35 ára gamla týska skoytukvinnan verður nummar fýravið EM, HM ella OL, og hevur hon soleiðis einki heiðursmerki í heimsins størstu kappingum at vísa á. Og lagið mundi ikki verða betri, tá endaligu tíðirnar vórðu kunngjørdar. Munurin upp til bronsuna var nevnliga lúsa 3/100 sekund. Bridge givin á landsliðnum Wayne Bridge hevur nú sagt alment, at hann ikki vil vera partur av enska fótbóltslandsliðnum. Hetta tí ósemjan millum hann og John Terry, sum gjørdi unnustuna hjá Bridge við barn, er ov stór. – Eg havi hugsað leingi um mína støðu á enska landsliðnum. Fyri meg hevur tað altíð verið ein heiður at spælt á landsliðnum, men støðan í dag er ikki haldbar, og hon kann skapa ov nógv split í hópinum. Tí er tað besta fyri liðið, at eg ikki eri í hópinum, sigur Bridge. Ensku fótbóltsfeløgini eiga heili 56 prosent av fótbóltsskuldini í Europa Enska blaðið, The Guardian prentaði í vikuni eina frágreiðing, sum byggir á fíggjarstøðuna hjá teimum 732 fe løgunum, sum hava UEFA-lisens. Frágreiðingin vísir, at samlaða skuldin hjá teimum ensku feløg un- um er 30 miljardir krónur. Hetta hóast tey ensku feløgini hava tær størstu sjónvarpsinntøkurnar. Tølini í frágreiðingini stava frá roknskapunum í 2007 og 2008. Frá- greiðingin umfatar ikki West Ham og Portsmouth, sum ikki hava UEFA- lisens, orsaka av einari vánaligari fíggjarstøðu. Alt talar fyri, at tølini eru økt síðani 2008. Í frágreiðingini skrivar UEFA- forsetin, Michel Platini, at heilsu- støðan hjá europeiskum fótbólti, er ikki góð. Platini hevur áður lagt eitt upps- kot fram um tað, sum hann nevnir »fíggjarligt fair play«, sum skal tryggja, at tey europeisku feløginini bara hava ta inntøkuna, sum tey sjálvi hava forvunnið. Peikifingurin verður serliga rætt- aður ímóti Manchester United og Liverpool, sum hava 10 miljardir krónur í skuld, tí hesi hava útlendskar eigarar. – Okkurt má gerast fyri, at feløgini skulu klára seg. Tey ensku feløgini hava stórar inntøkur, men hava samstundis eina stóra skuld, sigur aða lskrivarin hjá UEFA, Gianni Infantino. – Tá ein lænir fyri at keypa fótbóltsspælarar, so fært tú trupu- lleikar við at fáa tamarhald á skuldini, tá tú ikki sleppur at lána meir, sigur Gianni Infantino við The Guardian. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 15 14 - 1 43 8 35 17 2 TB 15 11 - 4 38 18 20 13 3 Mjølnir 15 10 - 5 35 21 14 12 4 Fleyr 16 9 - 7 32 27 5 11 5 Dráttur 16 8 - 8 31 26 5 11 6 ÍF 16 2 - 14 7 43 -36 2 7 KÍF 15 0 - 15 2 45 -43 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 15 12 - 3 38 15 23 17 2 SÍ 15 11 - 4 37 20 17 16 3 Fleyr 15 6 - 9 31 32 -1 8 4 ÍF 15 0 - 15 3 42 -39 0 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 16 14 - 1 - 1 477 354 123 29 2 Stjørnan 15 13 - 1 - 1 440 298 142 27 3 Neistin 15 8 - 0 - 7 394 372 22 16 4 VÍF 15 4 - 0 - 11 355 425 -70 8 5 StÍF 15 4 - 0 - 11 357 446 -89 8 6 VB 16 2 - 0 - 14 342 470 -128 4 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 15 12 - 0 - 3 484 394 90 24 2 KÍF 15 7 - 1 - 7 389 408 -19 15 3 H71 15 5 - 3 - 7 400 407 -7 13 4 StÍF 15 6 - 1 - 8 400 412 -12 13 5 Kyndil 15 6 - 1 - 8 358 409 -51 13 6 VÍF 15 6 - 0 - 9 441 442 -1 12 Ensk feløg skylda nógv mest heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Saman við Manchester United stendur Liverpool fyri triðingini av skuldini hjá ensku fótbóltsfeløgunum Hondbóltur Sunset-kappingin 28/02 14.30 VÍF-StÍF 28/02 15.00 Stjørnan-Tjaldur 28/02 15.00 VB-Neistin Atlantic Airways-kappingin 28/02 16.00 H71-Neistin 28/02 16.00 VÍF-StÍF 28/02 18.00 Kyndil-KÍF Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 28/02 14.00 Mjølnir-KÍF 28/02 14.00 ÍF-Fleyr 28/02 15.00 SÍ-TB Eik-ligan, menn 27/02 16.00 SÍ-ÍF 28/02 15.00 Fleyr-Mjølnir Dystir um vikuskiftið