Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 5 VIKUSKIFTI Fakta HØGNI Høgni Reistrup er føddur í Havn tann 18. januar 1984 og tað er eisini í Havn, at Høgni Reistrup er uppvaksin. Seinastu árini hevur Høgni Reistrup slept Føroyum og Havnini, hann flutti til Århus og tók eina útbúgving sum bachelor í mediuvísind á Århus Universitet. Síðani flutti Høgni Reistrup til Keypmannahavn, har hann fór undir at eina candidat útbúgving og er júst byrjaður at skriva høvuðsuppgávu sína. Fløgan Trý fet frá tilveruni er tann næsta hjá Høgna Reistrup. Hin fyrra bar heitið Hugafar á ferð og varð útgivin í 2007. Umframt fløguútgávurnar hevur Høgni Reistrup eisini verið partur av bólkinum Lawets, sum millum annað gjørdi vart við seg á Prix Føroyar í 2003 og 2005. Í dag kenna tey flestu Høgna Reistrup best sum sangara og gittarspælara, men hann hevur eisini spælt cello í mong ár, og var tá ein partur av Føroya Symfoniorkestri. meira enn tíggju løg, so er hon umleið 50 minuttir til longdar. Tað merkir, at hvør sangur er umleið fimm minuttir til longdar. Á lagnum »Oyggin við oynna«, sum varð útgivin sum single herfyri og kom beint inn á fyrsta plássið á 15 teimum bestu í Útvarpinum, verður Høgni Reistrup stuðlaður av Tórshavnar Mans kóri. Á onkrum øðrum løgum á fløguni luttaka blásarar og strúkarar. – Eg haldi henda fløgan hevur meiri tyngd og er kanska eitt sindur myrkari, sigur Høgni Reistrup, sum hevur givið fløguni heitið Trý fet frá tilveruni. Høgni hevur flutt seg Høgni Reistrup greiðir frá, at hann á hesi útgávuni onkursvegna virkar sum eitt slag av eygleiðara. – Eg taki meg aftur, standi á síðu­ linjuni og eygleiði tað, sum hendir í veruleikanum rundan um meg, sigur Høgni Reistrup, sum harvið eisini sigur, hví fløgan hevur fingið navnið Trý fet frá tilveruni. – Hetta er ein fløga um ein ungan mann og hansara ferð gjøgnum dag­ sins samfelag. Tí er eisini okkurt at­ finningarsamt um okkara samfelag og soleiðis sum tað er háttað, fortelur Høgni Reistrup, sum kortini ikki er nakar samfelagsrevsari. Men í mun til fyrstu fløguna, er henda ikki líka pen, men leitar heldur meira tann óreina vegin. – Hin fløgan var kanska eitt sindur naiv og fitt, og tað eri eg so farin burt ur frá, sigur Høgni Reistrup. Men hóast fleiri broytingar, so er ein felagsnevnari fyri fløgunar báðar føroysku yrkingarnar. Hetta hevur Høgni Reistrup hildið fast við, hóast hann hetta tíðarskeið hevur livað sum føroyingur í útlegd, har hann hevur búð bæði í Århus, Keypmannahavn og Dublin, og tískil kanska heldur átti at yrkt á donskum ella enskum. – Eg kenni tað ikki sum nakra skyldu, men vil gjarna yrkja á føroyskum. Eg kundi sjálvandi valt at goymt meg aftanfyri enska málið og verið meira bersøgin í mínum yrkingum, men mær dámar væl føroyska málið og havi eisini fleiri litir á føroyskum, sigur Høgni Reistrup og leggur aftrat. – Eg vil heldur raka eina lítla fjøld, sum hevur stóran áhuga fyri mínum tilfari, enn eina stóra fjøld, sum hevur lítlan áhuga fyri tí, eg geri. Høgni Reistrup, sum býr í Christianshavn, kemur til Føroya á konsertferð í apríl og fer at spæla kring alt landið