Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2010 Hvønn dag hesa vikuna hava fleiri menn verið uppi á fjøllunum kring Klaksvík við skíðum Kavi Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hóast fleiri ár eru liðin, síðan stórkavi var seinast, er henda ítróttargrein ikki burturdottin í Klaksvík. Tá ið hesin kavin legðist, leitaðu fleiri ungir og tilkomnir menn í Klaksvík sær skíðirnar fram og struku niðan í fjøllini. Nakrir byrjaðu sunnu­ dagin við at fara í Eystur­ oynna fyri at royna nøkur støð har. Teir gjørdu ein túr oman móti Syðrugøtu, ein túr oman móti Skipanesi, og so vóru teir eisini á Oyndar­ fjarðarvegnum. Tað var óført, men betur var á høgu fjøllunum á Borðoynni, hildu teir. Mánadagin gingu teir niðan á Kjøl og óku oman í Gravardal og víðari oman á Gravarbø. Týsdagin vóru teir uppi á Klakki og óku allan vegin oman. Miku­ dagin fingu 14 menn tyrl­ una at flyta seg niðan á Myrkjanoyrafjall og óku so allan vegin heilt oman á Gravarbø. Langt at ganga Tað eru teir mest hugaðu skíðararnir, sum fara heilt niðan á fjøllini, og tað er ikki bara sum at siga tað. Teir brúka hálvan triðja ella tríggjar tímar um at ganga niðan, og so tekur tað bara fáar minuttir at koma oman aftur. Ein lættari teinum, sum teir hava funnið sær, er at byrja nakað uttan fyri brunnarnar á Fossum og so oman eitt gott petti frá ídnaðarøkinum, tí har eru eingi hegn. Higartil hava skíðararnir í ár bara verið menn, men sum skilst, ætla onkrar kvinnur sær nú upp í spælið. Enn hevur eingin skíð­ kapping verið, men hetta er esiini fyrsti stórkavi í ár. Onkur tosar um at skipa fyri skíðkapping leygar­ dagin, men ivasamt er, um tann nógvi kavin liggur so leingi. Verður nøkur kapping, koma boðini sum grindaboð. Á fjøllunum hvønn dag Kavamaðurin í garðinum við politi­ støðina í Havn er á vakt dag sum nátt Kavaspæl Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í kava blíva nógv vaksin fólk sum børn aftur, og tað er eisini galdandi fyri politistar. Í góða kavaveðrinum hava starvsfólk á politi­ støðini í Havn verið úti í garðinum og gjørt ein kavamann. Menninir siga, at kvinnurnar hava skapt mannin. Hann stendur har so fittur við langari nøs, í politistabúna og kolli niður yvir eyguni. Púra klárur Mynd: Jens Kristian Vang Skíðararnir lata væl at likindunum at aka á skíðum av fjøllunum kring Klaksvík. Tá ið teir fara heilt niðan, eru eingi hegn, sum forða Fleiri kommunur hava longu brúkt alla játtanina til kavarudding Bara tveir mánaðir eru farnir av árinum, og fleiri kommunur hava longu brúkt tað mesta av játtanini til kavagrevstur. Undanfarin ár hevur ikki verið so nógvur kavi sum í ár, og tí hevur væl staðið eftir á kavaruddi­ kontuni hjá fleiri kommunum við árslok. Summar kommunur, eitt nú Sunda kommuna, loyvdi sær tí at lækka kontuna í ár. Og so kom kavin. Sunda kommuna hevur nakað eftir í ár, men har vóna tey bara, at kavin skjótt fer, og at kavi ikki kemur aftur í ár. Sunda kommuna er tó heppin á tann hátt, at sjálvt um kommunan er stór til víddar, eru fleiri av vegunum landsvegir, og teir grevur Landsverk. Um játtanin verður brúkt upp, hava kommunur loyvi til at taka av øðrum kontum. Vágs kommuna hevur brúkt sína játtan, men kava­ ruddingin heldur tó fram við at salta, sanda og rudda fyri kava. Har er tað hent, at starvsfólk hjá kommuni og onnur ólønt hava verið úti og ruddað kava. RJ Dýrt at grava kava Tikið helmingin av oljuni Er tann seinasta metingin hjá norska Oljustýrinum bein, hava norðmenn kanska brúkt millum ein triðing og helm­ ingin av oljuni og gassinum á norska landgrunninum. Higartil hava norðmenn framleitt 5,3 milliardir rúmmetrar av landgrunninum, og serfrøðingarnir hjá Oljustýrinum hava roknað seg fram til, at 4,8 og 11,7 milliardir rúm­ metrar eftir í undirgrundini. Í fjør funnu oljufeløgini 28 nýggjar leiðir, men tær hava ikki víst seg at vera serliga stórar, sigur Oljustýrið. Tað minsta var 0,3 milliónir rúmmetrar og tann størsta 38 milliardir rúmmetrar. Broyting broytti lítið 77 prosent av teimum donsku veljarunum hava somu hugsan um donsku stjórnina nú, sum teir høvdu, áðrenn hon bleiv umskipað fyrst í vikuni. Tað vísir ein kanning hjá Analyse Danmark og Rostra Kommunikation. 60 prosent av teimum spurdu siga, at tey hava hvørki størri ella minni álit á Lars Løkke Rasmussen sum forsætis­ ráðharra aftan á broytingina. 39,6 prosent siga hinvegin, at tey hava størri álit á evnum hansara nú. Kanningin avdúkar, at Lykke Friis er tann best umtókti ráðharrin hjá Vinstra og Lene Espersen hjá teimum konservativu.