Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 6 VIKUSKIFTI tips lagt tIl rættIs: Turið Johannesen og Inna Törnroos Grátt Virkar til: tín við ljósum húðtóna, ljóst hár, og blá ella grøn eygu. Blanda tað við bláum og svørtum fyri eitt harðari look. Ella við pastel og kremlitum fyri at virka meira feminim. Ansa eftir: tann grái liturin kann gera húðina ov bleika. tí burdi tú nýt kinnareytt. Troyggja frá Soulmade Lilla Virkar til: Næstan øll – tað er nuansan, ið tað snýr seg um. Ein køld lilla virkar til ljóst hár og blá eygu, tí hon fær skarið í hárinum at síggjast betur, og eygnaliturin verur meira klárur. Heit lilla virkar væl við myrkum hárið og brúnum eygum, tí brúnt er eisini ein heitur litur. Ansa eftir: skríggjandi litir saman við lilla. Lilla kann lættliga blíva for nógv, og tú fert at líkjast einum málingablikki, ið er farið í luftina. Troyggja frá Navia tips til tína húð Øll kunnu nýta allar litir – lat okkum fyrst sláa tað fast. men tú gerst VAkrAri í summum litum. Her eru sjey tips til tín húðtónA. Korall Virkar til: Ljóshærd við ljósari húð. Koral gevur sjálvt teimum bleikastu lit, og tú sært væl uppløgd út í kavanum. Liturin kann eisini blandast við krem, svørtum og gráum. Ansa eftir: Um liturin gerst ov reyðligur, so virkar liturin for harður til ljósu húðina. Velour kjóli frá www.einglabassin.fo Hvítt Virkar til: tín við myrkum undirtóna og brúnum ella reyðum hári og gullittari sminku. Nýt hvítt saman við øðrum pastellum, um tú vilt hava eitt óskyldigt, fitt look. Ella tú kanst fara í kontrast við svørtum fyri at fáa eitt kulari, harðari gerandislook. Ansa eftir: Hvítt við einum sterkum liti, til dømis pink, blívur skjótt kiksað. Ansa eftur at tað ikki blívur alt ov hvítt, so at tað ikki verður eitt rotið 80’ara look. T-shirt frá www.lindex.dk (sendur til Føroya) Beiga Virkar til: Øll, ið hava ein myrkan undirtóna. Um tú hevur myrkt hár og brún eygu, styrkir liturin gløðina, sjálvt meðan kavi er. Liturin er vakur við silvurprýði og kovboybuksum til gerandisdagar. Um tú fert í ball, so kanst tú fara í ein myrkari beigaðan lit, og gullprýði. Ansa eftir: Nýt ikki beigifarvaða blusu og buksir saman. tá er vandi fyri at tú líkist eini pylsu, Kjóli frá VILA Pink Virkar til: Ljósa húð. pink virkar væl til blá eygu og myrkablond hár. set litin saman við grundleggjandi litunum, svørtum, gráum og denim. sterkari litir órógva lookið. Ansa eftir: Um tú ert platinblond, fær pink teg at síggja yngri og barnsligan út. Skjúrta frá Vero Moda Turkis Virkar til: tín við myrkum undirtóna. tá burdi tú gingið í køldum bláum litum, tí tú strálar av orku, og eyguni og húðin fáa eitt vakurt skar. tú kanst fara í sartar pastellitir, so fært tú eitt bleytt og gentuligt look. Ansa eftir: turkis er ein kraftigur litur, ansa eftir ikki at brúka ov nógva kraftiga sminku og ov ógvuslig prýði. Opin troyggja frá www.lindex.dk (sendur til Føroya)