Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 18 VIKUSKIFTI Hon saknar romantikk Góða Rigmor Daman heldur, at eg eri so lítið romantiskur. Men bæði gera vit nógv burturúr ítrótti, og fer tað við nógvari tíð og orku um kvøldarnar. So tá vit at enda hava tíð at seta okkum saman og slappa av, eri eg sum oftast alt ov troyttur til at finna upp á okkurt romantiskt, og havi betri hug at lata eyguni aftur, enn at fara upp at stákast. Góða Rigmor, hvussu geri eg? Vinarliga Óromantiskur Góði óromantiski Huff ja, tað er strævið at fáa sær damu. Daman sigur við teg, at hon saknar romantikk. Eg ivist í, um tú veruliga hoyrir (ella skilir) tað, sum hon sigur. Sum kunnugt eru vit konufólk ekspertar í at siga eitt og meina alt møguligt annað eisini. Vit ganga bara út frá, at tit skilja okkum, ella betri, at tit duga at lesa okkara tankar. So eg skal gera eina roynd at umseta hennara ábendingar: »Eg havi verið burtur frá tær í allan dag. Eg havi longst so illa eftir tær, tí eg elski at vera saman við tær og at vit bæði hugna okkum saman. Eg veit ikki, um tú eisini hevur longst eftir mær, ella um tú í heila tikið tímir meg longur. Eg hevði ynskt, at tú valdi meg fram um alt annað viðhvørt, og at tú hevði orku til mín. Kanska er tað mær tað er galið við. Kanska ert tú slett ikki góður við meg. Eg hevði virkuliga ynskt, at tú vísti mær, hvat tú vilt við mær, tí hetta tími eg barasta yvirhøvur ikki! Eg vil hava ein romantiskan mann, ná!« Okkurt í hendan dur rokni eg við, at hon meinar, tá hon sigur seg sakna romantikk. Tað krevur nakað av báðum pørtum at ganga saman í parlag. Serliga tá fyrsta ørliga forelskilsið hevur lagt seg. Eftirsum tú onki sigur, gangi eg út frá, at tú heldur hana vera nóg romantiska, tí hon skal sjálvandi eisini sjálv vera romantisk, um hon ynskir tað av tær. Minst til at mussa hana, at klemmast og at rósa henni. Tær nýtist als ikki at fara upp at stákast fyri at vera romantiskur. Um tónin í gerandisdegnum er kærleiksfullur, er tað eisini romantiskt. Um tú ert so troyttur, at tú forsømir damuna, mást tú raðfesta øðrvísi, um tú altso vilt hava hana. Tí hon fer neyvan at tíma hatta í longdini. Kvinnur í dag velja mann við hjartanum og ikki við búkinum. Her meini eg, at flestar kvinnur kunnu forsyrgja sær sjálvum og hava í so máta ikki lívs neyð­ ugan tørv á einum (óromantiskum) manni. Nýggj donsk tøl vísa eisini, at í meiri enn 75 prosentum av førunum er tað kvinnan, sum tekur stig til hjúnaskilnað. So tað krevur sín mann, at vera maður í einum modernaðum parlagi. Men góða eydnu við tí. v. rigmor Sonurin vil búgva hjá pápanum Hey Rigmor Eg og maðurin fóru frá hvørjum øðrum fyri tveimum árum síðani. Eg valdi at flyta til mín heimstað við synum okkara, sum eru 3 og 7 ár. Eg og maðurin vóru ikki serliga samd og tað hevur verið nógv skeldarí millum okkum. Hóast tað, fungerar tað hampiliga væl nú, við at synirnir eru hjá pápanum annaðhvørt vikuskifti. Sjálv havi eg eisini funnið mær ein góðan sjeik, sum er góður við meg og dreingirnar. Trupulleikin er, at tann elsti sonurin trívist onki serliga. Hann er ofta keddur og óður, og hevur tað trupult í skúlanum. Honum leingist illa eftir pápanum og sigur, at hann vil til pápan at búgva. Hetta særir sjálvandi meg, og eg meti ikki, at hetta er besta loysnin fyri hann. Hugsi kanska um at lata hann vera eitt sindur meira hjá pápanum, men eg veit ikki um tað loysir trupulleikan. Heilsan hin staka Góða staka Í øðrum londum eru tey farin frá heitinum foreldra­ myndugleiki til at brúka orðið foreldraábyrgd. Hetta er eitt nógv betri orð, tí tað tekur atlit til rættin hjá barninum og ikki hjá foreldrunum. Sonur tín var fimm ár, tá heimið fór í sor og pápin ikki longur var ein partur av gerandisdegnum. Sjálvandi reagerar hann uppá tað, tað er púra natúrligt. Sum 99 prosent av øllum børnum hjá fráskildum foreldrum vildi hann nógv heldur havt, at tit framvegis vóru saman. So sjálvandi leingist honum eftir pápanum. Ongin kann vita, um tað er rætta loysnin, at hann flytir til pápan at búgva, men pápin hevur líka góðan rætt til drongin sum tú – og so er tað líka mikið, um tú verður »særd«, sum tú sigur. Tað mást tú liva við. Tú hevur sjálvandi lítla samkenslu við x­manninum, tí fóru tit eisini hvør til sítt. Men hann er pápi at sonin­ um, og sjálvandi elska teir báðir hvønn annan. Beint nú er tað umráðandi, at tú vísir dronginum, at tú hoyrir og sært hann, og at tú gert alt, sum tú ert ment, fyri at hjálpa honum burtur úr trupulleikunum. Um hann sjálvur følir, at tað hevði verið betur at búð hjá pápanum, mást tú seta teg sjálva til viks, lurta og taka tað til eftirtektar. Hann kann altíð koma til tín aftur, um tað ikki riggar. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Orðið 'tjóð' er sama orð sum tað týska 'deutsch' og hevur bara týdningin 'fólk' ella 'hópur av fólki'. Tí kalla íslendingar týskarar fyri tjóðverjar. Men onnur orð eru, sum eru líka ljót. Til dømis 'altjóða gerð'. Hetta skrímslið er ljótt upp á fleiri mátar. Tað minnir um pressuger og illgerð og brotsgerð. Og so er tað eisini rimpað saman við makt. Vit høvdu fenomenið 'inter nationes' = millum fólkini, fólkanna millum. Tað verður brúkt í politiskum týdningi (fæloysingar í øllum londum, gangið saman!), og ein vakur sangur eitur eisini internationali. Vit kenna eisini orðið 'transnationalt', sum verður brúkt um kapitalistiskt virksemi tvørtur um lond og fólk – ikki at forveksla við tað internationala, sum sameinir fólkini. Men hvønn semantiskan førning hevur so 'altjóðagerðin'? Skulu vit internationaliserast, og hvat er so tað? Nógv hentari er orðið 'globalisering'. Øll kenna (og summi eiga) ein globus. Navnframir globetrottar eru Leivur Hepni og Christoffer Columbus, so globaliseringin hevur altíð verið. Nakað annað er, at hon er nógv intensiverað hesa seinastu tíðina, hóast tær virðisleysu pengamilliardirnar satt at siga ikki tykjast hava so stóra bindikraft. Lat okkum varðveita orðið 'globalisering'. Tá ið vit kunnu spasera og fernisera og modernisera og tapetisera, so kunnu vit eisini globalisera. (MT) Um ljót orð verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð