fríggjadagur 26. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
Leguhúsið í Nesvík
bjóðar nú øllum flokk
um í framhaldsdeild
ini á seturskúla. Tiltak
ið verður í mai mánaði
NæmiNgar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nesvík: – Ber til at fáa 150
næmingar
úr
ymiskum
skúlum at hugna sær saman
í tvær nætur í leguhúsinum?
Hetta er avbjóðingin, sum
fólkini í leguhúsinum hava
sett sær fyri at prógva.
Tey hava sett sær fyri at
undirhalda hesum næming
um við alskyns tiltøkum,
virksemi,
vitjanum
og
sjálvandi eisini sosialari
samveru.
– Uppleggið er, at næm
ingarnir skulu taka sær av
løttum, meðan vit skipa fyri
ymiskum tiltøkum, verður
sagt úr leguhúsinum.
Av tí at pláss einans er
fyri 150 næmingum ísenn,
verður heitt á skúlarnar um
at tekna seg skjótt.
Dansur og bovling
Í komandi døgum verður
eitt skriv sent út til allar
framhaldsdeildirnar
í
landinum, við einum tilboði
um ein øðrvísi seturskúla.
Leguhúsið í Nesvík verður
karmur um henda seturskúl
an, sum helst er tann fyrsti
av sínum slagi í Føroyum.
Tað mest sermerkta við
hesum seturskúlanum er, at
tað ikki bert verður ein
flokkur, ið verður í Legu
húsinum í senn. Seturskúlin
er skipaður soleiðis, at upp
til 150 næmingar kunnu
hugna sær saman.
Ymisk
ungdómstiltøk
vera á skránni m.a. fótbólts
kapping, svimjing, dyrging
og hugnakvøld, har ið ein
bólkur kemur at luttaka við
umtóktum tónleiki.
Eitt annað heldur óvanligt
tiltak á seturskúlanum er
eitt dansiskeið, har tvey
fólk,
ið
eru
von
við
undirvísing í dansi, fara at
læra næmingarnar hetta.
Ein vitjan verður haraftrat
í
Eysturkommunu,
har
møguleiki verður bæði at
svimja, bovla og at fiska.
Kostnaðurin fyri allan
seturskúlan er 525 krónur
fyri hvønn næmingin.
Á seturskúla saman við hinum
Danska stjórnin
skjýtur upp, at ung
undir 18 ár skulu
ikki kunna keypa
pínustillandi heilivág
í handkeypi. Hetta
er eitt stig rætta vegin,
sigur andstøðan
Heilivágur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Danmark: Tað skal gerast
ólógligt hjá ungum undir
18 ár at keypa henda
heilivágin. Hetta stendur í
arbeiðsætlanini hjá nýggju
donsku stjórnini.
Politiska viðgerðin av
nýtsluni hjá teimum ungu
av
hesum
heiliváginum
riggar als ikki.
Men við hesum átaki
num vilja vit greitt vísa, at
vit virkin vilja royna at
minka um nýtsluna millum
tey ungu, sigur formaðurin
í donsku heilsunevndini,
Preben
Rubiengaard
úr
Vinstraflokkinum
við
Ritzau.
Seinastu tølini frá Heilsu
stýrinum vísa, at sjálv
morðsroyndirnar
millum
ung við pínustillandi hand
keypsheilivági settu met í
2009.
Í november mánaði í fjør
vóru 345 sjálvmorðsroyndir
skrásettar. Metið framman
undan var frá 2007, tá 354
sjálvmorðsroyndir
vóru
skrásettar alt árið.
Best við resept
Hetta heldur keðiliga metið,
hevur eisini vakt áhugan í
danska javnaðarflokkinum.
Haðani verður sagt, at
stjórnin her er á skeivari leið.
Stjórnin átti heldur at
fingið í lag, at ein fekk
smærri pakkar við panodili
í handkeypi. Aldursmarkið
fer ikki hava stóra ávirkan á
tey ungu, sum veruliga eru
í kreppu.
Tey fáa uttan iva fatur í
tí á onkran annan hátt, sigur
Sophie Hæstrup Andersen
úr javnaðarflokkinum.
Hon heldur, at ein í
framtíðini eigur at skipa
soleiðis fyri, at ein skal
hava resept fyri at keypa
pínustillandi
handkeyps
heilivág, um pakkin fer upp
um 100 tablettir.
Preben Rudiegaard skilir
væl
atfinningarnar
frá
javnaðarflokkinum. Hann
er sinnaður at kanna málið,
um ein ikki kann fáa smærri
pakkar.
Vit fara at hyggja posi
tivt eftir hesum í heilsu
nevndini, sum aftur verður
ein fylgja av einum lógar
uppskot, sum fer at seta
aldursmark á.
Hetta skal síggjast sum
ein samlað eind, sigur
Preben Rudiengaard.
Panodil-regla skal
fækka um sjálvmorð
Tað skal verða verri
fyri at fáa pínustillandi
heilivág til ung
Mynd: Jens Kristian Vang
Sjálvmorðsroyndir
millum gentur 12-20 ár
Talið av sjálvmorðsroyndum hjá gentum í aldrinum 12 til 20
ár við pínustillandi heilivági hækkaði sera nógv í 2005, vísa
donsk tøl.
Eftir hetta fækkaði talið nakað, men er síðani farið at hækka
aftur.
Her er eitt yvirlit yvir innleggingar á sjúkrahús, har
sjálvmorðsroynd við heilivági, har acetylsalicylsýra (ella:
magnyl) ella paracetamol (ella: panodil) var í:
2003: 242
2004: 235
2005: 292
2006: 245
2007: 318
Kelda: Sundhedsstyrelsen (Landspatientregistret)
FAKTA
Leguhúsið í Nesvík verður karmur um serstakan seturskúla í mai mánaði
Sarkozy harmast Rwanda
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, viðurkennir nú, at Frak
land og onnur lond í altjóða samfelagnum gjørdu mistøk í
sambandi við fólkadrápið í Rwanda í 1994. Á einum tíð
indafundi í rwandiska høvuðsstaðnum Kigali í gjár segði
Sarkozy, at altjóða samfelagið noyðist at taka sorgarleikin í
Rwanda til eftirtektar og at fyribyrgja, at slíkt skal henda
aftur. Rwandiska stjórnin kvetti sambandið við Frakland í
2006, tí hon vildi vera við, at hópsdrápsmenninir í 1994
høvdu fingið venjing frá franska herinum.
Gaddafi hóttir Sveis
Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, vil hava allar
rætthugsandi muslimar at fara í heilagt kríggj ímóti Sveis,
tí landið vil ikki hava muslimsk biðitorn. Ta avgerðina
tók sveisiska fólkið á einari fólkaatkvøðu í fjør.
Muammar Gaddafi sigur, at teir muslimar, sum hava
nakað samband við Sveis, eru vantrúgvandi og ímóti
islam og Muhammed profeti. Libyski leiðarin hevur fyrr
sagt, at sveisiska forboðið ímóti muslimskum biðitornum
eigur at fáa ST at flyta sínar skrivstovur úr Sveis.