fríggjadagur 26. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
17
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Droppa vetrar OL
Altso, hvat er meiningin við at vísa fólk í kavaklæðum í
Kanada, tá karneval samstundis er í Brasil? Vit halda, at
Kringvarpið skuldi gingið undan og droppa allar sendinginar
frá vetrar OL. Sendið heldur eitt sindur av karneval frá
Rio – tað er tað, sum vit hava brúk fyri í hesum kavanum!
Eg eri tíbetur vorðin so gamal,
ella eldri ella ikki so ungur longur
fyri at vera politiskt korrektur,
at eg sleppi undan at vera so
leingi í teirri øldini, tá einki ber
til at gera uttan at hava teldu ella
fartelefon, helst bæði.
Alt skal orðnast í telduni,
á netinum, ella við smsum. Tú
kanst ikki keypa eitt heimabakað
ídnaðarbreyð uttan teldu ella far
telefon, ei hetta og ei hatta og ei
pad, haldi eg, okkurt verður rópt.
Og tað, sum nógv verri er,
tú kanst heldur ikki keypa eina
fløsku av snapsi ella eina øl,
orsaka seks øl, uttan teldu ella
fartelefon.
Vónandi fáa vit hvørki teldu
ella fartelefon við í grøvina, tí har
er so einki samband. Sambandið
er verri enn so farið til gravar.
Telefonin kann ikki røkkast seks
føtur niðri. Royn aftur seinni,
ævinleikin er langur.
Hendan ræðumyndin, ikki
tann við grøvini, men turvelvandi
teldur og fartelefonir og ei okkurt
er ikki so langt burturi. Hon
hong ur har í næsta horninum í
lista skálanum í gyltari rammu,
ogn, ikki til sølu.
Nú eru longu nøkur ár síðani,
at eg ringdi (fastnet) til hotellið,
har eg ofta gista, tá eg eri í Keyp
mannahavn.
Nei, tað bar ikki til at bíleggja
kamar í telefonini, als ikki og
kortanei. Ikki, at tað »tíverri og
eg eri kedd av tí« ikki bar til
at bíleggja kamar í telefonini.
Tað bara bara ikki til, ferdigt.
Heimasíðan hjá okkum eitur so
og so, farvæl, farvæl.
Eg á netið, men fekk ikki at
rigga. Hevði tá lítlar, fyri ikki at
siga ongar, royndir at bíleggja á
netinum. Í allari neyðini ringdi
eg tí aftur til hotellið, tí eg vildi
hava eitt kamar. Sama svar.
Segði, at eg hevði longu roynt á
netinum, men tað riggaði ikki.
»Tað riggar hjá øllum øðr
um,« var svarið, eg fekk frá gívr
ini í hinum endanum. Farvæl!
Hon segði tað ikki, men eg
hoyrdi tað kortini: tú ert ein
helvitis idiotur, sum ikki dugur at
bíleggja hotellkamar á netinum.
Tey heimleysu í Keypmanna
havn noyðast at sova úti, tí tey
hava ikki teldu.
Tað lukkaðist tíbetur hjá mær
at finna eitt hotell, sum var so
ótrendy, at tað kundi taka móti
bílegging í telefonini, so eg
noydd ist ikki at sova úti í danska
høvuðsstaðnum..
Hetta eru, sum sagt, longu
nøkur ár síðani. Støðan er bara
versnað síðani tá. Tað er vorðið
ómodernað at tosa saman.
Sam skifta, uttan gjøgnum eitt
tól og við einum tóli. Nú skal
skrivast saman, hóast bara 5% av
fólkinum duga at skriva.
Ein fyrimunur við øllum hes
um er so, at nú ber til at brúka
pengar alt samdøgrið.
Og tey, sum gera teldur og
fartelefonir, hava jóladagar
hvønn dag. Tey fáa nógvar
pengar og havi ikki fingið
fleiri síðani 1999, tá tey pellaðu
fyri øllum heiminum um ein
trupulleika, sum kallaðist ár 2000
trupulleikin. Tann lygnin gav
nógv í kassarnar.
Óhugnaligur tanki annars,
at vit kunnu ikki vera til uttan
hesi tól og amboð. Fyrr bar
ikki til at liva uttan vatn og
luft.... og kjerligheit, vildi onkur
romantikari vera við.
Og vit, sum ikki hava teldur
við á, í, ó, ú og øllum hasum
bókstavunum, sum tey, sum gera
teldur, ikki kenna. Og ikki vilja
kenna og vita av, tí so verður
knappaborðið dýrari at gera og
minni kemur í kassarnar.
Men eg eri øvundssjúkur á
tey, sum hava teldu, sum ikki
krevur tíggju minuttir at koma
í gongd um morgunin, tá eg
sjálvur bara skal brúka tveir. Tað
er ørkymlandi og krevur stórt tol
at bíða og bíða eftir telduni. Og
slíkt tol havi eg ikki.
Men reypi mær av, eins og
Kasparov, at eg eri skjótari enn
teldan.
UmaftUrafturum
høgni djuRhuuS
Ja, hvør annar skuldi tað verið
Posta við nýggjum frímerkjum
Portalurin
Sikken ein kreativ yvirskrift
Diamanti er ein gimsteinur
Sosialurin
Verða teir ikki vístir?
Tríggir nýggir føroyskir filmar
verða í kvøld á skránni í
Norðurlandahúsinum í Havn.
Kringvarp.fo
Danir ímóti dønum
Hvørki føroyska A- ella U21-
landsliðið megnaði at skala
donsku U18-kvinnurnar, sum í
kvøld spæla ímóti Danmark.
Sosialurin
So sluppu tey undan teimum!
Dómararnir fingu ikki boð
Sosialurin
Hvøss pass
Følsk ES-pass sum drápsvápn
Dimma
Melda til politiið
Kavarokið tikið sendara
Portalurin
Ansa líka eftir!
Sørvingar settu seg á steypini
Sosialurin
So er hjálpin farin á skeivt stað
Haiti-hjálp í SMS
Portalurin
Hvussu ger mann tað?
Johan Petur fegnaðist dupult
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Spennandi partabrøv
hesin partabrævahandlarin í Seoul í Suðurkorea keðir seg nakað so forferdiligt.
Vit halda, at hann skuldi sett kós ímóti Føroyum, tí her hendir nakað. hann
hevði neyvan geispað, tá ið Eik kunngjørdi sín ársroknskap.
Tarnagass
Skoytarin Hege Bokko kannar
líka, hvussu standurin er í
skoytuni hjá sær. Og vit siga
bara puha. Hvør hevur hug at
lukta eina skoytu hjá einari
norskari kvinnu? Okay, hatta
luktar kanska líka frætt
sum havnalagið í Bergen.
mynd: pOLFOtO
Lokkanet
mynd: pOLFOtO
mynd: pOLFOtO