Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 40 - 26. februar 2010 nøvn Dagurin 26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um. Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann av guðinum Ing varda. Janus Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1881. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Kistan við Arnold Niel­ sen, Strendur, fer úr Lands sjúkrahús kapell­ inum fríggjdagin klokk­ an 16. Jarðarferðin verð ur úr Sjóvar kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Arnold við blómum ella kransum, kunnu í staðin lata Sjóvar kirkju eina gávu. Konta í pen inga­ stovnunum. Heðin Hádal, Tórs­ havn, andaðist á Lands­ sjúkra húsinum týs­ kvøld ið, 46 ára gamal. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahús kapell inum í kvøld kl. 18.30. Jarðar­ ferðin verður úr Hoy­ víkar kirkju leyg ar dagin 27. februar kl 13. Tey, ið vilja minnast Heðin við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagavu til døt ur­ nar, konta í pen inga­ stovnunum. Kathrina Kjærbæk Jen sen, ættað úr Tórs­ havn, búsitandi í Mið­ vági, and aðist sunnu­ dagin, 31 ára gomul. Bønar hald verð ur í Lands sjúkra hús kapell­ inum fríggja dagin kl. 18. Jarðarferð in verður úr Havnar Kirkju leyg­ ar dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Kathrinu, kunnu lata dóttrini eina gávu, konta í Suðuroyar Spærikassa Kim Joensen, sonur Erlu Joensen í Vági, and aðist í Bergen sunnu dagin 21. februar, 25 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður frá Sul­ heim kapell týsdagin 2. mars klokkan 13.30. Andlát og jarðarferðir Mánadagin 1. mars fyllir Høgni Mikkelsen í Havn 60 ár. Høgni er havnarmaður, sonur Sofie Dorthe Bendix, vanliga nevnd Bente, og Einar Mikkelsen el­installa­ tør í Tróndargøtu. Eftir lokna skúlagongd fór Høgni í læru sum elektrikari í fyritøkuni hjá pápanum í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el­innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Síðan hevur hann arbeitt í fyritøkuni. Eins og pápin hevur Høgni eisini stóran áhuga fyri handverkarayrkinum og serliga el­fakinum. Hann var eitt langt tíðarskeið nevndarlimur og formaður í Havnar Handverksmeist­ ara felag, umframt at hann hev ur sitið í stýrinum fyri Tekniska Skúla og Føroya Handverksmeistarafelag. Høgni var eisini sýnsmaður ella sonevndur skuemeistari hjá elektrikaralærlingum frá 1981­2009. Hann var for seti í Lions Tórshavn 1998/99 og økisformaður frá 2000 til 2002. Høgni giftist í 1977 við Sonju, dóttir Jeanne og Holger Jensen í Havn. Tey bygdu sær hús í Gæsugøtu í Havn og eiga børnini Bárð­ ur og Durita, umframt ommu­ og abbadóttrina Maju. Síðan 1980 hava Sonja og Høgni rikið el­fyritøkuna P/F EinarMikkelsen saman. Høgni hevur verið nógv at sæð á Vága Floghavn. Hetta kemst av, at fyritøkan í mong ár hevur havt ymiskar uppgávur har sum t.d. el­arbeiðið í sambandi við nýggja ljósskipan og aðrar trygdarskipanir tá ið lend­ ingarbreytin bleiv nútím­ ans gjørd síðst í 70­unum, umframt at fyritøkan hevur tikið sær av ymiskum trygd­ arskipanum á flogvøllinum. Annars hevur fyritøkan gjørt eitt ótal av el­inn legg­ ingum í virkjum og set hús­ um, bæði í Havn og á bygd. Í nógv ár hevur Høgni verið við í dansifelagnum Dansifrøi. Í løtuni er hann er formaður í bygginevndini í sambandi við at nýggj felagshús hjá Dansifrøi verða bygd í Gundadali. Felagshúsið verður eftir ætlan liðugt í summar, og tá verður 60 ára føðingar dag­ urin hjá Høgna hildin har. ­red Høgni Mikkelsen 60 ár Í juli í fjør høvdu tey verið gift í 60 ár og kundu halda diamantbrúdleyp. Mána­ dag in 14. september í fjør fylti hann 80 ár, og nú mána dagin 1. mars fyllir hon 80 ár. Talan er um hjún­ ini Angelicu og Hilmar Danielsen, hon úr Havn og hann úr Húsavík. Umframt at tey eru ein býarmynd í Havn, eru tey helst best kend frá Yamaha knallert­ og skutarahandl­ in um í Bøkjarabrekku, sum tey róku í meira enn 30 ár. Angelica sæst ofta í bý ­ num við hundinum Silvu, umframt at hon gongur til Bingo í Pálsstovu. Hon hevur faktiskt fingið sær ein nýggjan hund eftir at tann fyrri Silva doyði í fjør, 17 ára gomul. Hilmar gongur høgt upp í fólbólt. Hann er íðin HB við haldsmaður, og í enskum fótbólti er Chelsea hansara lið. Hann hevur eisini bát, sum hann eisini gongur høgt uppí. Hilmar og Angelica eiga 6 børn: Gunnbjørn, Beinta, Frants, Katrin, Jákup og Sámal. Barnabørnini eru 12 í tali og eitt langabba­ og lang ommubarn. ­red Angelica og Hilmar 80 ár Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi Jógvan Evald Jacobsen, Leirvík andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Eina stóra tøkk til Regin, Sylverius og Una Næs, prest, fyri góð og troystarrík orð. Takk til starvsfólkini á Giljagarði fyri, at tit tóku tykkum so væl av honum. Takk fyri blómur og peningagávur. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marjun og Rasmus 40 ára starvs­ dagur Mánadagin 1. mars hevur Marjóna Djurhuus verið í starvi hjá Pf. Leif Mohr í 40 ár. Marjóna hevur øll árini arbeitt í bókhaldinum. Frá bókhaldi ført við hond til nútímans telduskipanir. Serkenni fyri Marjónu hevur allan vegin verið hennara arbeiðssemi og nærlagni. Soleiðis hevur hon øll árini verið eitt av álitunum hjá Pf. Leif Mohr. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra dóttir og systir okkara Kathrina Kjærbæk Jensen ættað úr Tórshavn búsitandi í Miðvági andaðist í heiminum sunnudagin, 31 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Jacoba, Christian, Herdis, Jákup , Valbjørn Derhard og Henny Tey, ið vilja minnast Kathrinu, kunnu lata dóttrini eina gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa, 9870-703.602.8