fríggjadagur 26. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
16
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Klokkan er farin beint av fimm á
morgni. Volvomaskinan stendur beint
uttan fyri Funning og brummar.
Ein rundleiddur maður við brill
um og við endurskinum á gula Lands
verksjakkanum kemur úr maskinuni, og
bjóðar mær upp í til Gjáar og aftur.
Rutan hjá bygdarleiðum kemur
um hálvgum sjey tíðina, og er nógvur
kavi, so ríður um snarið at fáa vegin
rudd aðan áðrenn tað. So her er onki
at bíða við.
Svarta skuffan verður sett niður
móti vegnum, og maskinan við roynda
vegruddaranum og blaðmanninum
fer niðan gjøgnum brekkuna úr Funn
ingi.
– Tú mást spyrja meg okkurt. Tit
plaga at spyrja so nógv, flennir William
Mackey, sum rundleiddi maðurin við
brill unum eitur. Hann hevur grivið
kava av vegnum til Gjáar í 27 ár, og
koyr ir sum um, hann bara var ein ról
igan biltúr. Onki stríð, onki stress, og
vit hava góða tíð at práta.
Mackey’urin, sum hann eisini ofta
verður nevndur, fer sjálvur í gongd við
at greiða frá tí, sum blaðfólk ofta vilja
hoyra.
– Her er ofta rættiliga ófantaligt. Eg
kann fortelja tær um einaferð, tað var
serliga galið. Tað var í gomlu maskin
uni, tað var nógvur vindur og nógvur
kavi, og tað endaði við, at eg var púra
hvít ur inni í maskinuni. Kanska var
hon ikki líka tøtt sum hendan, men
tú kanst ímynda tær, hvussu galið tað
hev ur verið.
– Hugsað tær um okkurt gekk galið,
hugsar hann hart, og skoytir upp í, at
hann enntá lovaði olmussu, tí tað var
lítið sannlíkt at nakar kundi koma hon
um til hjálpar.
Einsligt og ótakksamt
Hetta, at hann er einsamallur um upp
gávuna, og at tað kann gerast einsligt
ger William Mackey eisini greitt.
– Síðan útvarpið í maskinuni gekk
fyri havi eg merkt tað enn meira, at
hetta er rættiliga einsligt, viðgongur
hann á funningsmáli, har serliga t’ini
eru so mikið bleyt, at tey minna mest
um d.
– Men tað er ikki bara tað. Hetta
er so øgiliga ótakksamt, tí ofta arbeiðir
mann næstan til onkis. Problemið er
ikki, at tað kavar, men onkuntíð fýkur
tað so illa, at eg nóg illa eri komin
til Gjáar, áðrenn tað ikki er koyrandi
niðan úr Funningi. Men í dag er ikki so
galið. Tú skuldi heldur verið her sunnu
dagin, tá var ov mikið at gera, sigur
Mackey’urin.
Tað er heldur ikki so galið við kava
morgun. Eitt følv er á vegnum. Tað
hevði ikki verið koyrandi hjá van
lig um persónbili, men tað gongur so
mikið lætt at grava, at tað bert tekur
trý korter at koma upp um 305 metra
høga Gjáarskarð og til Gjáar, har ljós er
at hóma í myrkrinum í einum hvítum
hús um í bygdini og á Gjáargarði.
Vit venda niðri við niðaru brúnna í
bygd ini, tá klokkan byrjar at nærkast seks,
og fara niðan aftur gjøgnum dalin.
Heldur lív í bygdini
Hóast William Mackey staðfestir, at ar
beiðið bæði er einsligt og ótakksamt, so
hevur hann fingið nøkur rósandi orð
á veg num.
– Ein kona í bygdini sendi einaferð
sms til morgunsendingina, og segði,
at teir, sum grava til Gjáar halda lív
í bygd ini, fortelur William eitt sindur
err in, beint áðrenn vit koma niðan aftur
á Gjáarskarð.
Og hann gongur eisini høgt uppí, at
fólkini í bygdini skulu halda fast við
asfalteraðu lívlinjuna.
– Eri eg tað minsta í iva, um tað
er koyrandi, so fari eg avstað at grava,
for telur William Mackey.
Vit nærkast aftur Funningi. Høgur
kavi er báðu megin vegin, men lítið er
fokið út á vegin, so tað er bara at skava
eitt sindur upp í skuffuna.
Ein onnur. Nógv størri maskina
kem ur koyrandi. Hon kemur úr Funn
ings firði beint nú, og William fortelur,
at hann fer at hjálpa hinum, at fáa tað
sein asta upp á pláss á tí vegnum.
Klokkan er blivin hálvgum sjey. Lítli
blái bussurin hjá bygdaleiðum kem ur
koyrandi. Hann fer til Gjáar eftir børn
unum, sum aftur í dag sleppa í skúlan,
tí Mackey’urin hevur grivið kavan av
vegnum.
Liggur kavi í Føroyum, so Liggur kavi á GJáarvEGnum. Einasta vón hjá
bygdarFóLkinum at sLEppa av bygdini Er, at William mackEy kEmur norður tiL
gjáar við maskinuni, sum Fær mEsta kavan av vEgnum. – Eg kann siga, at Eg havi
grivið í 20 daGar í ár, mEn tað kann Líka skjótt vEra tað dupuLta, sigur WiLLiam
mackEy, sum staðFEstir, at tað hEvur vErið óvanliGa nógv at grava í ár
LívLinjan hjá GjáarfólKI
mynd: eirikur í jákupsstovu
tiL arbeIðIs
Navn: William Mackey
starv: Vegadeildin hjá Landsverki
besta við starvinum: At gera mun, lønin
og tað var spennandi, tá eg var ungur
ringasta við starvinum: Tað er einsligt
og líkist nógv frá degi til dags
størsti dreymur við starvinum: At tað
kundu verið fleiri um at grava til Gjáar,
tá nógvur kavi er
størsta frambrot: At hava fingið nýggja
maskinu, sum larmar minni
starvstíð: 37 ár hjá Landsverki
og grivið til Gjáar í 27 ár
starvsfólk: 155 hjá Landsverki
sett á stovn: 1948
staður: Tinghúsvegur 5 í Havn
stjóri: Oyvindur Brimnes
fakta William
Seinastu 27 árini hevur 58 ára gamli William Mackey
úr Funningi ruddað vegin til Gjáar fyri kava