Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 40 - 26. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Føðingar 15. desember fingu Mette Skaarup Pedersen og Heðin Magnussen, Herlev, ein son. Hann varð doyptur í Húsavíkar kirkju 21. februar. Hann eitur Magni Skaarup Magnussen. Hann er avmyndaður saman við stórusystur sínari Ellu. 4. februar fingu Ann Anthoniussen og Allan Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3950 gr. 13. februar fingu Durita Poulsen og Rógvi Delmars­ son Kjærbo, Sumba, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3120 gr. 19. februar fingu Gunnvør og John Høgnesen, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3150 gr. 22. februar fingu Annika Hansen og Ólavur J. Østerø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3950 gr. 22. februar fingu Kristianna Sørensen og Høgni Fagraberg, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3850 gr. 23. februar fingu Sólvá Høj og Rúni Petersen, Skála, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 23. februar fingu Vár í Ólastovu Árnastein og Dan Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3200 gr. Mánadagin 1. mars verður Martin W. Tórgarð 85 ár. Martin er havnarmaður, men vaks upp í Nólsoy. For eldrini vóru Valborg Eide úr Nólsoy og H.C.W. Tórgarð, arkitektur úr Havn. Tey fingu sjey børn: Jens, Elinborg, Anna, tví­ burarnar Axel og Poul, Mart in og Hans, vanliga nevnd ur Hansemann. Tá mamman doyði á barsilssong í 1927 við yngsta soninum Hanse­ mann, vórðu fleiri av børn­ unum sett út. Fýra teirra ­ Jens, Elinborg, Anna og Axel vórðu verandi í Havn hjá pápanum, Poul vaks upp hjá mostrini Mariu Eide, sum var lærarinda í Funn ingi, Martin vaks upp hjá einari aðrari mostur, Anna, sum búði í Nólsoy, og Hansemann vaks upp hjá eini fastur síni í Havn. Martin hevur siglt sum skipari og stýrimaður, m.a. sigldi hann við Fame. Mið­ skeiðis í fimtiárunum fór hann at føra læknabátin Reyða Kross og var skipari á honum í mong ár, til hann legði frá sær fyri aldur. Fleiri av Tórgarðsbrøðru­ num hava verið og eru til­ tiknir góðir kvøðarar, og Martin smæðist ikki burtur ímillum í so máta. Hann er kendur í øllum dansifeløgum í landinum. Umframt at kvøða, hevur hann eisini sung ið inn á band til Út ­ varpið. Martin giftist við Sign­ hild úr Nólsoy. Tey fingu børnini: Helgi, sum doyði í 1992, Valborg, sum doyði smágenta, Fritjof, Tóra, Anna og Martin, sum mong munna kenna frá skemti­ tekningunum í Dimma lætt­ ing. Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 28. febru ar, har tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 millum kl. 14 og 17. -red Martin Tórgarð 85 ár 25 ára starvsdagur 2. januar hevði Bjarni Reynagarð 25 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr. Bjarni hevur arbeitt sum goymslu og sølumaður tey fyrstu nógvu árini. Fyri tíð síðan fór hann í annað starv, og stendur nú fyri vørumóttøku og útkoyring. Bjarni hevur hesi 25 árini verið við til stórar broytingar hjá Pf. Leif Mohr, og við hegni og nærlagni hevur hann verið við til at føra fyritøkuna fram til dagin í dag. 30 ára føðingardagur 27. mars fyllir Ruborg Haraldsen, Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjókafeini kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Ruborg, kunnu tekna seg á tlf. 310826 ella 256345 áðrenn 23. mars. 70 ára føðingardagur 26. feb. verður Maud Thomasen, 70 ár. Dagurin verður hildin á Marknalíð 13 frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 28. feb. verður Edna Beck, Tvøroyri, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Kari Ann frá kl. 15. 75 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verður Nicolina Davidsen, Heiðavegur, Saltangará, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 85 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verður Martin W. Tórgarð 85 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. og tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 ímillum kl. 14 og 17. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava Oddvør og Kornelius Johannesen við Gjógv gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum við Gjógv leygardagin 27. feb. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava hjúnini Jóhanna og Arnold Højgaard, Kráargøta 56, Klaksvík, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava Kristianna og Jacob Dam Simonsen í Norðragøtu gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn manadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Konfirmatión Dýra Biðidag 30. apríl 2010 konfirmerast Sára Kristiansen, dóttur Ib og Thyra Kristiansen, í Stubbæk kirkju. Adr. Buen 63 ­ 6200 Stubbæk ­ Tlf. 48415615 / 20645615 / 22215605 Merkisdagar Heðin M. Klein 60 ár Sunnudagin 28. februar fyllir Heðin M. Klein í Havn 60 ár. Heðin er gjáarmaður. Foreldrini vóru: Hanna, f. Kristiansen (1919­2005), og Leivur Klein (1916­ 1965), bæði frá Gjógv. Sum 15 ára gamal fór Heðin til Havnar at ganga í realskúlanum í Hoydølum frá 1965­67. Eftir tað fór hann á Føroya Læraraskúla, og sum útbúgvin lærari fekk hann í 1972 starv sum lærari við Sandoyar Megin­ skúla. Hann var á Sandi til 1983, tá hann tók við sum lærari á Eysturskúlanum Havn. Í 1998 gjørdist hann dagligur leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann fór aftur til sítt starv á Eysturskúlanum. Umframt at hava verið lærari hevur Heðin eisini verið bæði løgtings­ og landstýrismaður fyri Tjóð­ veldisflokkin í tíðarskeið­ num frá 1974 til 1981. Hann hevur eisini sitið í bygdaráráðnum á Sandi. Heðin er eisini rit høv­ undur, sum hevur givið út fleiri yrkingarsøvn, um ­ framt at hann eisini hevur týtt bøkur til føroyskt. Í 1985 fekk hann M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir. Kona Heðin er Malan Matras Joensen úr Klaksvík. Dóttirin Suffía er búsitandi í Norra. -red