fríggjadagur 26. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
15
VIKUSKIFTI
Noyðast at
brenna góð klæðir
Burturmist
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Javnan koma fólk í ymiskum ørindum
inn í móttøkuna á polisttøðini í Havn,
og av og á kemur eisini onkur at spyrja
eftir einum bururmistum luti ella við
einum luti, sum viðkomandi hevur
funnið onkrastaðni. Oftari koma lutir
inn, enn teir fara útaftur.
Í móttøkuni stendur eitt stórt skáp
fult av funnum lutum.
Politisturin Tóri Midjord vísir fram,
hvat liggur í skuffunum í hesum stóra
skáp inum.
Ein kassi er fullur av fartelefonum.
Poli tiið kann í summum førum finna
fam til eigaran, men verri enn so altíð.
Ofta koma fólk inn at spyrja eftir eini
burtur mistari fartelefon, men tey fáa
hana bara, um tey duga pinkoduna.
– Ein maður, sum kom at spyrja eftir
síni fartelefon, sum var her, var ovur
fegin um at fáa telefonina aftur, tí tað
lógu so nógvar mndir inni á henni, og
hesar myndir vildi hann ikki, at onn ur
fólk skuldu síggja, sigur Tórði Mid jord.
Hann og starvsfelagin Helgi Magn
us sen hava ábyrgdina av funnu lut
unum.
Heilt nógvar telefonir koma í land
av Norrönu.
Nógvir lyklar
Politiið goymir bara telefonirnar í
tríggjar mánaðir. So verða tær fyri
beindar.
Ein annar kassi er dýrandi fullur av
lyklum, stórum og smáum. Har liggja
fleiri lyklasett. Eru systemlyklar ímill
um, spyr politiið seg fyri hjá Rukofyri
tøkuni, sum kann upplýsa, hvar lykilin
hoyrir til. Heilt nógvir billyklar eru í
skuffuni, og Tórði Midjord heldur tað
vera løgið, at ikki fleiri bileigarar spyrja
seg fyri hjá politinum, tá ið teir hava
mist billyklin burtur. Annars er tað
rætt iliga vanligt, at fólk koma inn og
spyrja eftir burturmistum lyklum.
Brillurnar eru eisini nógvar, og tað
er ógjørligt at vita, hvør eigur tær. Men
ein stórur partur av brillunum fer út
aftur, tí fólk, sum brúka brillur, kunnu
illa vera tær fyriuttan, og tí spyrja fólk
seg fyri hjá politinum eftir brillunum.
Gull og silvursmúkkur eru nakrar,
og so er ein stórur kassi við pungum
og smáum taskum. Tá ið einki navn er
í, liggja pungarnir og rtaskurnar bara
og bíða, til onkur kanska spyr eftir
teimum.
Krusifiks á uppboðssølu
– Eina ferð kom inn eitt krusifiks, sum
heilt vist varð stolið úr onkrari kirkju
ella onkrum missiónshúsi. Vit lýstu
við, at tað var her, men eingin spurdi
nakrantíð eftir tí. Endin var, at tað varð
selt á uppboðssølu, og ein smágenta
keypti tað fyri 50 krónur, sigur Tórði
Midjord.
Sama var, tá ið ein snøggur virðis
mikil grindaknívur kom inn. Knívurin
varð funnin á vestaru bryggju í Havn,
beint eftir at tað hevði verið grind.
Knív urin, sum var verdur fleiri túsund
krón ur, varð seldur á uppboðssølu fyri
1000 krónur.
Higartil eru 60 lutir komnir inn. Í
fjør vóru teir 473. Okkurt um 70 prosent
fara útaftur.
Klæðir úr øllum ættum
Í kjallaranum á politistøðini er eitt rúm
við størri eigaraleysum lutum.
Har standa fýra sekkir av klæðum,
sum kioskin í Steinatúni í Havn hevur
lat ið inn. Hetta eru klæðir, sum fólk
hava gloymt í bussunum.
Í einum horni standa fimm sekkir
við klæðum av Norrönu.
Nakrir sekkir eru fullir av klæðum,
sum eru komin úr Badmintonhøllini og
Gundadalshøllini. Mest eru tað góðir
ítróttarskógvar og troyggjur, sum eru
nógv verdar. Alt hetta hava børn og
ung fólk átt, tí nummarið á skónum
ligg ur millum 35 og 42.
Tórði Midjord harmast um, at
eing in spyr eftir hesum virðismiklu
klæðunum, og hann harmast iki minst
um, at tá ið klæðini hava ligið eitt ár á
politistøðini, verða tey koyrd á brenni
støðina. Politiið hevur ikki loyvi til at
geva klæðini burtur.
Á gólvinum stendur ein eldsløkkjari,
sum eingin kenst við, og við síðuna av
eitt ølfat. Hetta má vera stolið onkra
staðni. Tað skvaggar eitt sindur í.
Føroya Bjór eigur einki í ølfatinum, og
áskrift in er Carlsberg. Neyvan kemur
nak ar og spyr eftir tí.
Góðar súkklur
Undir einum hálvtaki í garðinum standa
og hanga súkklurnar í stórum tali. Tær
innaru eru allar úr Havn. Uttast standa
fýra góðar barnasúkklur, sum í ett ár
hava staðið á politistøðini í Klaksvík.
Nú eru tær komnar til Havnar, og tær
verða seldar á komandi uppboðssølu
hjá politinum.
Tann uppboðssølan plagar at vera
nakað heilt serligt. Nógv fólk møtir, og
summi eru heppin og ogna sær eitt nú
eina súkklu fyri lítlan pening.
Tað er einki mark fyri, hvaT politið fær inn av funnum luTum. nakað
verður selT á uppboðssølu, men ein sTórur parTur fer buRtuR.
kosTnaðarmikil góð klæðiR hevur poliTiið ikki loyvi Til aT geva øðrum
Tórði Midjord og starvsfelagi hansara Helgi
Magnussen brúka nógva tíð til at leita eftir
teimum, sum eiga allar funnu lutirnar
myndiR: jens kristian vang