fríggjadagur 26. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
Fuglfirðingar stinga høvdini saman
Í gjárkvøldið var
almennur býráðs
fundur í Fuglafjarðar
kommunu, og eftir
býráðsfundin var
framløga fyri býráðs
limunum av eini
verkætlan, sum ætl
anin er at reisa á føtur
í Fuglafirði
FuglaFjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hevur havt frænir
av, at fuglfirðingar eru
farnir at stinga høvdini
sam an um, hvussu skipast
kann fyri, at fóðurvirkið
Havs brún kann fáa meiri av
rá vøru til sína framleiðslu.
Fóðurframleiðslan
hjá
virk inum í Fuglafirði er
grund arlagið undir einari
gevandi føroyskari alivinnu,
ið stendur fyri týðandi parti
av føroyska útflutnings
virð inum.
Rávørunøgdin hjá Havs
brún er raslaði niður sein
astu árini og virkið, sum
áður kundi keypa eini
300.000 tons av rávøru um
árið, fekk í fjør bert ein
stór an triðing av hesi nøgd.
Landingarskylda
Í eina tíð hava fuglfirðingar
og ivaleyst aðrir við arbeitt
við ætlanunum um, hvussu
grundarlag kann skapast
fyri einum pelagiskum virki
í Fuglafirði, har hesi fiska
sløg verða meirvirkað, og
at Havsbrún síðan keypir
fráfallið til sína fram
leiðslu.
Í fjølmiðlunum hevur eis
ini verið frammi, at minni
enn 20% av pelagiska til
feinginum, sum Føroyar
eiga, kom upp á land í Før
oyum í fjør.
Øll hini 80% vórðu seld
uttanlands.
Politiskt hevur seinastu
tíð ina eisini verið róð fram
undir møguliga at seta land
ingarskyldu í Føroyum á
ein part av tí pelagiska til
feingi, sum vit hava møgu
leika at fiska.
Herfyri segði sjálvur løg
maður,
at
hann
kundi
hugsað sær, at 1/3 av hesum
til feingi kom upp á land í
Føroyum beinanvegin, og
at nøgdin síðan stigvíst
veks ur yvir eitt 5áraskeið.
Virkisætlan
Í løtuni fæst einki ítøkilig
at vita um framløgufundin í
Fuglafirði gjárkvøldið.
Sosialurin var í Fuglafirði
í gjárkvøldið og lúrdi uppá,
at okkurt ítøkiligt møguliga
var at rætta.
Borgarstjórin,
Sigurd
Simonsen, váttar, at fram
løgufundur var í gjárkvøldið,
men samtykt varð sam
stundis, at einki skal sigast
al ment, fyrr enn vinnan í
øk inum er kunnað nærri
um ætlaninar.
Sosialurin hevur skilt, at
ætlanin er at byggja eitt
nú tímans pelagiskt virki
mill um Havsbrún og bygn
ingin hjá Bergfrost.
Vit fara at venda aftur til
málið, tá borgarstjórin helst
í komandi viku vil lata okk
um vita meiri ítøkiligt um,
hvussu henda for vitnis liga
verkætlan sær út.
Sum skilst, er tað á hesum
økinum millum Havsbrún
og bygningin hjá Bergfrost
í Fuglafirði, at ætlanir eru
frammi um at byggja eitt
framkomið pelagiskt virki
Mynd: Vilmund Jacobsen
Spenningur í Bretlandi
Spenningurin á tí politiska pallinum í Bretlandi økist í
hvørjum, so hvørt sum tað styttist til parlamentsvalið.
Fyri stuttum góvu meiningakanningar konservativa
andstøðuflokkinum greiðan meiriluta, men nú vísa
kanningar, at stjórnarflokkurin hjá Gordon Brown fær
flest umboð í Parlamentið á valinum. Sambært blaðnum
The Daily Telegraph gevur kanningin konservativa
flokkinum 37 prosent og Labour 32, men vallógin ger, at
Labour kortini fær fleiri umboð í Parlamentið.
Ríkmaður svikari
Í Italia hevur løgreglan handtikið ríkmannin Silvio
Scaglia, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur
verið ein av høvuðspersónunum í einum stórum máli
um svik. Scaglia bleiv tikin á flogvøllinum í Rom,
júst sum hann var komin hagar í sínum privatflogfari.
Frammanundan hevur løgreglan tikið 56 fólk í
sambandi við tað sama málið. Ákæruvaldið sigur, at
talan er um svik fyri meiri enn tvær milliardir evrur
ella næstan 15 milliardir krónur.
Fuglfirðingar hava
stórar ætlanir við
teimum útbygg
ingum, sum gjørdar
eru framvið sjósíðuni.
Býráðið ætlar, at
Fuglafjørður skal
verða ein tænastuog
tilfeingisdepil hjá
okkara sjóvinnu
FuglaFjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At fuglfirðingar hava hjarta
fyri sjóvinnu, sæst skjótt, tá
hugt verður eftir, hvussu
havnalagið og havnaøkið er
út bygt gjøgnum fleiri ár.
Fuglafjarðar havn hevur
havt vøkstur í skipatalinum,
sum vitja á Fuglafirði, og
hesin vøkstur stendst ikki
minst av, at stór skip nú
kunnu bunkra tungolju á
Fugla firði.
Rættiliga nógv virksemi
er fram við havnalagnum í
Fuglafirði ein vanligan dag
og gjøgnum eina viku.
Stór skip bunkra tungolju,
útlendskir trolarar umskipa
veiði, skip leggja frystigóðs
upp til Bergfrost, skip taka
nótir umborð, og útlendsk
skip landa til Havsbrún.
Soleiðis kann ein dagur
ganga á havnalagnum í
Fugla firði.
Jóhan á vitjan
Fyri eini tíð síðan bjóðaði
Fuglafjarðar býráð lands
stýrismanninum í vinnu
mál um, Jóhan Dahl, til
Fugla fjarðar at hoyra, hvat
býráðið hugsar sær í fram
tíðini.
Jóhan Dahl sigur, at
bý ráðið á hesum fundi læt
hann vita, at Fugafjørður
ynskir at gerast ein tænastu
og tilfeingisdepil.
Hetta var ein fundur, har
eg á breiðum grundarlagi
fekk at vita, hvørjar ætlanir
Fuglafjarðar kommuna hev
ur á hesum øki. Á fund inum
fekk eg eisini kunn leika um
tær ætlanir, sum eru frammi
um eitt nýtt pelagiskt virki í
Fuglafirði, sigur landsstýris
maðurin í vinnu málum.
At framløga var í Fugla
firði í gjár um virkisætlanir
á pelagiska økinum, og at
býráðið fyri nøkrum vikum
síðan kunnaði landsstýris
mannin í vinnumálum um
Fuglafjørð sum tilfeingis
depil, bendir á, at hetta eru
ætlanir, sum meiri fer at
hoyr ast um í tíðini, sum
kem ur.
Jóhan Dahl á kunningarfundi í Fuglafirði