Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 14 VIKUSKIFTI Øll tosa um Karl OVa Kristus, reKlamufidusur, næsti nobelvinnari, lygnhálsur, sKaldsligt sexsymbol. Øll hava eina meining um norska rithøvundan Karl ove knausgård, sum hevur lagt lesarar fyri sínar føtur við eini bók um seg sjálvan Bøkur anna v. ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kvinnurnar gána forelskaðar, mann­ fólkini uppføra seg, sum hava teir end iliga funnið ein vin, ið skilur teir. Um mælarar hava næstan allir lagt seg flat ar, meðan einstaku kritikararnir verða buhaðir út Sum eitt slag av skaldsligari rock­ stjørnu, hevur 41 ára gamli Karl Ove Knaus gård sett norska bókaumhvørvið á hin endan við einum stórverki um seg sjálvan í seks bindum vit heitinum Min Kamp. Fyrstu tríggjar bøkurnar komu út í fjør, tann fjóðra kom fyrradagin og tvær tær síðstu eftir ætlan seinni í ár. Meðan høvundurin skrivar um kapp við tíðina, heldur norska tjóðin ondini og fylgir ferðini hjá Knausgård, sum var hann ein modernaður Nansen á veg móti Norðpólinum, vita norsk bløð at siga. Beint í búkin At okkurt heilt sermerkt er í gerð, eru fá í iva um. Júst hvat tað er, er minni greitt. Ein sjálvævisøga, ja, men hvussu sonn er hon? Ella hvat skalt tú kalla eina sjálvævisøgu, sum ger sær dælt av flestu skaldsøgusnildum á einum máli, sum fer beint í búkin á teimum flestu, men á ein hátt, sum fær tey at siga »Hatta kundi eg eisini gjørt«. Sam stundis fær verkið summi at tosa um eitt nýbrot fyri skaldsøgukynstrið, meðan onnur ávara um, at Min Kamp hevur gjørt skaldsøguhugtakið meinings leyst. Hvussu er og ikki, skrivar Karl Ove Knausgård bara um seg sjálvan og sín gerandisliga gerandisdag, har hann flysir eplir, skolar brokkoli, skift ir blæur ella ilskast inn á at ganga og trilla barnavogn í Stokholm – og kenna seg sum eitt mannfólk tikið úr 1800'talinum, sum stríðist sítt einsamalla stríð móti feminiserað mannfólkaidealinum. Inn ímillum vendir hann stórum til veruspurningum saman við góðum vin monnum, til hann aftur stendur í køk inum og flysir eplir og skolar brokkoli . Bara tá hann skrivar, kennir hann stóra súsið við lívinum, og ein máti at halda fast í tí kensluni er at skriva um tað at sita og skriva. Bók um bókina Sum nevnt komu fyrstu bøkurnar í røðini út í fjør. Og tá Knausgård jú skrivar um sítt lív merkir tað, at um­ mæl ini og nógva kjakið um fyrstu bøk­ ur nar eisini er vorðið eitt av evnunum í seinnu bókunum. Sostatt kann tað meir enn so henda, at teir ummælarar ella journa listar, sum viðgera bøkurnar ella gera samrøður við Knausgård, enda í bók unum. Tað er nevniliga longu hent fyri fleiri. Nú vilja summi so verða við, at hetta eisini er ein orsøkin til, at um mælarar ikki tora annað enn rósa bókunum. Hinvegin kann ongin verða vísur í at verða lýstur »rætt«, tí sambært høv undanum, kann hann bara skriva um fólk og hendingar á tann hátt, hann minnist tær. Hetta hevur fingið 14 fólk í hansara familju at venda hon um baki í einum skrivi í blaðnum Klassekampen herfyri, har tey vilja vera við, at Knausgård fullur av lygn. Judaslitteratur kalla tey bøkurnar, sum sambært teimum eru á tremur við ill­ git ingum, ósannindum, misvísandi per sóns lýsingum og úrlatingum, sum greitt eru brot á norska lóg á økinum, halda tey. Kritisk pipp Ein av teimum fáu, sum ikki skilja nógva hóvastákið kring bøkurnar hjá Knausgård, er rithøvundurin Jan Kjær stad. Hann undrast yvir, at Min kamp verður hildin fram sum nakað heilt nýtt, tí fleiri høvundar hava longu skriv að líkn andi sjálbiografisk verk. Eitt sindur av nýggju klæðir keisarans er yvir tí heila, heldur Kjærstad, men tað er hann ikki komin so langt við. Hann er nevniliga bara øvundsjúkur, halda mong, meðan Knausgård fepurin held ur fram og eftir øllum at døma fær nýggja styrki fyri hvørja av bókunum, sum kemur út. Eitt slag av »reality-skaldsøgu« kalla summi verkið Min Kamp hjá Karl Ove Knausgård, sum hevur sett norska bóka- um hvørvið á hin endan