Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2010 Tá nýggi Tróndur í Gøtu í gjár kom aftur at royndartúri og skuldi leggja at, so bakkaði skipið inn í grótkastið í Skagen. – Tað kann vera, at vit ikki enn er nóg vanir við skipi, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari, um orsøkina til óhappið, sum enn ikki heilt veit, hvussu umfatandi skaðin er Óhapp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tróndur í Gøtu, sum skuldi koma til Gøtu í morgin, verður nú enn meiri seink­ aður, tí skipið rendi á í Havnini í Skagen, eftir at skipið var royndartúr. – Tá vit komu inn í Skagen, so skuldu vit leggja at, men tað er trongt at koma inn, og so bakkaðu vit inn í eitt grótkast. So tað er ein skaði komin á skrúv­ una, greiðir Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari, frá. Um orsøkin sigur hann, at skipið er nýtt, og at teir kanska ikki kenna skipið nóg væl, umframt at tað ger mun, at teir eru farnir frá einum minni skipi til ein stórt skip. Tekur eina viku Hóast hetta bakkast, sum at síggja til, fer at kosta nakrar 100.000 krónur, tí bløðini á skrúvuni hava fingið skaða. ­ Tað er trý bløð, sum hava fingið snudd, tí tey hava virkað sum ein grót­ knúsari, men í kvøld fer skipið í dokk og so verður tað vónandi liðugt um eina viku, sigur Dávið Jacobsen, sum er á staðnum. Hann leggur afturat, at skipið vónandi verður í Gøtu fyrra part í aðru viku. Keðilig støða Dávið Jacobsen greiðir frá, at sjálvandi er hetta ein keðilig støða, men tað er ikki verri enn nógv annað. – Tá tú arbeiðir við skip­ um, so kemur altíð okkurt óvæntað. Tað er ikki nakað sum órógvar okkum sum so, men sjálvandi er tað keðiligt, sigur Dávið Jacobsen. Í gjár rendi nýggi Tróndur í Gøtu á kaiina í Skagen. Hetta hevur við sær, at meiri arbeiði skal gerast, enn roknað var við, men hetta tekur ikki mótið frá reiðarínum Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Nýggi Tróndur í Gøtu rent á land Tíðindaskriv Norðuratlantsbólkurin Norðuratlantsbólkurin er í hes­ um døgum á fundarferð í Jút­ landi. Høgni Hoydal og Sofia Rossen byrjaðu í gjárkvøldi norðuri í Aalborg við einum væl­ eydnaðum fundi í Grønlendska húsinum, og í dag gongur leiðin so til Aarhus, har fundur verður klokkan 17 í Áarstovu. Ætlanin við ferðini er at kunna um virksemið hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, og at hitta før­ oyingar og grønlendingar sum búgva í Danmark, so fólk­ atingslimirnir kunnu fáa eitt prát við útisetarnar um hvussu tey trívast, og vónandi eisini fáa nøkur góð hugskot til, hvat tey halda at Norðuratlants­ bólkurin átti at arbeitt við á Fólkatingi. Í Áarstovu í Aarhus er, í so máta, einki at ivast í hvat fer at standa ovast á dagsskránni, nevniliga fíggjarligu trupul­ leikarnar hjá Føroyingafelag­ num. Støðan er so ring skilst, at vandi er fyri at felagið dettur niðurfyri, og at føroyingar í Aarhus missa síni hús. So er spurningurin, hvat politiskt kann gerast við tað? “Eitt av høvuðsmálunum hjá Norðuratlantsbólkinum hevur alla tíðina verið støðan hjá teimum mongu føroyingunum uttanlands, og ikki minst hvussu vit kunnu varðveita teirra tilknýtið til heimlandið. Vit hava gjørt stórar kanningar, sum m.a. hava víst á, at føroysk feløg, samleiki og mentanarligt tilknýti til Føroya hava stóran týdning í hesum sambandi. Tí er eingin ivi um, at politisk tiltøk skulu gerast fyri at føroyska húsið kann halda fram, og fíggingin kann fáast í trygga legu, sigur Høgni Hoydal. Tí verður spennnandi at viðgera hetta saman við føroyingum í Aarhus.” Framtíðin hjá Áarstovu til viðgerðar í dag Nei til val Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, vísir aftur kravinum frá andstøðuni um nýval til tjóðartingið. Tað segði hann aftan á ein fund við Ilker Basbug, herovasta og Abdullah Gül, forseta um støðuna í landinum. Veruligur spenningur hevur verið í Turkalandi teir seinastu dagarnar, eftir at fleiri leiðandi heryvirmenn eru tiknir og skuldsettir fyri at hava havt ætlanir um kvett ímóti stjórnini. Erdogan segði eftir fundin við herovastan og forsetan, at hann hevði verið gagnligur, og at partarnir eru samdir um at halda landsins lógir. Fordømir Politiken Danski blaðteknarin Kurt Westergaard er sera vónsvikin av, at blaðið Politiken hevur biðið muslimar um um­ bering fyri, at blaðið gekk teimum ov nær við at endur­ prenta tær umstríddu tekningarnar av Muhammed profeti. Kurt Westergaard, sum teknaði ta best kendu tekningina av profetinum, sigur við DR, at við umber­ ingini er Politiken gingið frá tali­ og skrivifrælsinum. Fleiri danskir politikarar finnast eisini hvassliga at Politiken. Pia Kjærsgaard er í øðini og hevur mælt øllum hinum donsku bløðunum til at prenta tekningar­ nar eina ferð afturat. Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum Komandi sunnudag, 28 februar, verður ein serstøk tónleikaframførsla á Tjópalli Føroya. Talan er um bólkin "Christian Vuust Dynamo" sum í løtuni eru á norður­ lendskari konsertferð í Før­ oyum, Danmark, Svøríki og Íslandi. Konsertin er ein samanrenning millum jazz, skaldskap og videomyndlist. Á konsertferðini fer bólkurin at spæla a saman við nøkrum av bestu skøldum í Norðurladnahum. Skaldið, Peter Laugesen, er ein partur av grundstammuni í bólkinum og er hann við á øllum konsertunum. í Íslandi fer t.d Einar Már Gu∂munds­ son at verða við. Í Føroyum Jóannes Nielsen og í Svøríki er tað skaldið Jörgen Lind. Christian Vuust Dynamo er ein danskur tónleika­ bólkur við fimm sera viður­ kendum jazzónleikarum. Men tað er ikki einans jazzur, tey kalla hetta eina samanrenning millum "jazz and poetry­digter par excellence", við skaldinum Peter Laugesen og video­ listakvinnan, Iben West. Tónleikarnirí Dynamo eru: Christian Vuust, tenorsaxo­ fon og kompositión; Jakob Buchanan, flygelhorn og trompet, Jakob Bro á gittar, Nicolai Munch­Hansen á bassi og Jeppe Gram á trummum.. Fyrsta fløgan hjá Christian Vuust Dynamo "Strøm" kom út í 2009. Henda fekk sera jalig ummælið. ”Stemnings­ mættet intenst” skrivaði jazznyt.blogspot.com. ”Dynamoer i stærk strøm” stóð í Århus Stiftstidende. Samstarvið millum Vuust og Laugesens kundi borið heiti nýmótans "jazz and poetry". Tá ið Peter Laugesen letur síni orð smella inn í tónleikin, er kenslan heilt serlig og frumkend. Tað snýr seg um ein serligan orginalan danskan yrkjara, sum við síni eyðkendu rødd megnar at smelta inn í tónleikin og rútmurnar, bæði tá ið tað snýr seg um orð, tempo­ skiftið, harmonisering og rútmui. Limirnir í bólkinum hava tilknýtið til ymsikar genrur t.d. jazz, rocki og elektron­ ika,. Onkur spældir t.d. við Bill Frisell, Steffen Brandt, Pauseland, Marilyn Mazur og Nikolaj Nørlund. Sagt verður at bólkurin Dynamo hevur eina opna og frælsa tilgongd til jazzin. Videolistakvinnan Iben West ger konsertupplivingina enn størri við sínum livandi kolasjum, ið verða sýndar á løriftið á pallinum. Iben West arbeiðir m.a. saman við Nephew og Sorten Muld. Gleði tykkum til eitt heilt serligt sunnudagin, kl. 16.00 á Tjóðpallinum. Jóannes Nielsen saman við jazzi og videokolasjum á Tjóðpalli Føroya