fríggjadagur 26. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
13
VIKUSKIFTI
einsa mallir áttu heiðurin fyri, at
kalda kríggið nærkaðist endanum, er
kanska at taka munnin ov fullan. Men
at teir áttu sín velduga leiklut í hesum,
er eingin sum helst ivi um. Leiklutir,
sum al tjóða samfelagið eisini hevur
heiðrað teim um fyri við hvør sínari
Nobel-virðis løn.
Tí fyrst og fremst vísti hetta veik-
leikar, sum eingin kendi til í eystur-
blokkinum. Russiski leiðarin, Leonid
Brezjnev fanst hvassliga at pólversku
kammeratum sínum, og eisini KGB-
ovastin, Jurij Andropov, ávaraði um
ávirk anina, sum hetta kundi hava á
russ iskar frælisstríðsmenn.
Men í Kreml vóru leiðararnir bæði
møddir og bangnir. Carter-stjórnin
í USA hevði reagerað ógvusligt,
tá sov jett iskir hermenn fóru inn í
Afghan istan, men tað var fyri einki
at rokna móti tí, sum kundi væntast
frá Reagan, um herlið eisini vórðu
send til Póllands.
Drúgva kríggið í Afghanistan – og
kommunistiskur stuðul aðrastaðni
við – hevði mergsogið búskapin. Og
tí vildi ein møgulig handilsblokada
havt vanlukku ligar fíggjarligar
avleiðingar.
Og hartil var uppreisturin hjá
Walesa øðrvísi enn tann í Prag á
vári í 1968. Ta ferðina var tað polit-
iski myndugleikin, sum gjørdi upp-
reistur móti Moskva. Hesa ferð var tað
arbeiðarafjøldin, ið gjørdi uppreistur
móti sjálvari skipanini. Og hóast
hvøssu atfinningarnar frá Moskva,
so vildi russiska stjórnin ikki geva
her inum boð um at skjóta móti sín-
um egna fólki.
Í desember mánaði 1981 stóð greitt,
at sonevnda Brezjnev-doktrinin var
deyð. Ein politikkur, sum hevði til
enda máls at skapa kommunistiska
ávirk an um allan heim. Sambært
Andropov kundi Russland ikki
gera nakað, hóast Solidaritet skuldi
fáa vald ið í Póllandi. Snøgt sagt, tí
tað hevði størri týdning at savna
seg um tað, sum hendi í Moskva.
Tað var tó ikki fyrr enn seinni – tá
skjalagoymslurnar gjørd ust alment
atkomuligar, at hendan grein ingin
sá dagsins ljós. Hevði hon gjørt tað
í 1981, er ikki víst, at tað skuldi taka
átta ár afturat, áðrenn múrurin fall.
Pro let ar arnir, sum kommunisman
skuldi verja, høvdu sjálvir fordømt
somu komm unismu, uttan at valdið
tordi at gera nak að við tað.
Ístaðin eydnaðist tað russiku
leiðar unum at sannføra pólverja um,
at russ iski herurin var um reppið
at leggja upp í politisku støðuna í
Póllandi. Og so gjørdi stjørnanin
hjá Wojciecj Jaru zelski av at lýsa
undantaksstøðu, banna Solidaritet
og senda Walesa í fongs ul. Men ikki
uttan tey væl kendu orð ini: »Hetta
er seinasti seymurin í kommunistisku
líkkistuni«.
Og seymurin gjørdist av tí sjey-
tumma langa slagnum í 1989.
Jarntjaldið var um at rapa, og bú-
skapurin var í sorið, tá Jaruzelski
gjørdi av at loyva einum demokrat-
iskum vali, har flokkurin hjá nú
leys lætna Walesa fekk loyvi at stilla
upp.
Walesa tók av, hóast hann ikki
ivaðist í, at valsvik fór at verða
framt, men hann fekk annað at síggja.
Við ein um einstøkum undantaki
vann Soli daritet allar sessir, sum
stillað varð upp til í bæði undir- og
yvirhúsinum. Walesa sjálvur var
púrasta skelkaður og segði skemtandi,
at hann nú hevði heystað meira,
enn hann hevði rúm fyri í korn-
goymsluni. Í Moskva segði nýggi
russiski leiðarin, Michael Gorbatjov,
at stjórnaskipanin í Póllandi var nak-
að, sum pólverjar sjálvir máttu syrgja
fyri, og tann 24. august í 1989 tók so
fyrsta ikki-kommunistiska stjórn in í
eysturblokkinum við. Eitt stjórnar-
skift ið, ið var somikið skelkandi, at
nýggi for setin, Tadeusz Mozowicki,
svímaði, tá hann skuldi takast í eið.
Stuðulin til Walesa var
treytaleysur, tá Solidaritet í
1981 varð bannað av pólversku
stjórnini. Myndin er tikin, meðan
bíðað verður eftir avgerðini hjá
dómsvaldinum um kravda bannið
mynd: polfoto
mynd: polfoto
Tilvitað ella ikki, so hevði tað ovurstóra ávirkan á heimspolitikkin, tá
Karel Wojtyla varð valdur til páva í 1978. Fyri fyrstu ferð kom katólski
ovastin úr einum kommunistalandi, og við sjónleikaraevnum sínum og
treytaleysa boðskapinum um næstrakærleika megnaði hann við trúnni
at flyta meira, enn vesturlendskir leiðarar høvdu roynt í tvey áratíggju