Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2010 13 Um dagarnar hevur Lands bank­ in barslað frágreiðing um skatt­ ir og búskaparvøkstur. Aftur­ vend andi mantra’ið um, at skatta lættar eru skilaleysir, er nú fánað burtur. Nógv verður gjørt burturúr í greiningini, at høgur parta­ felags­ og inntøkuskattur hevur negativa ávirkan á búskapin og at høgur marginalskattur skaðar produktivitetin við køvandi árini á íverksetaraandan. Eisini verður dentur lagdur á, at høgur skattur hevur vána ávirk an á hugin hjá fólki at fara undir víðari útbúgving og pro­ gressivur skattur virkar reingj­ andi og forðar fyri, at kapitalur og arbeiðsmegi finna saman á mest gevandi hátt. Sum tað var nøkur nýggj­ heit?! Og so kemur svarið, ognar­ skattur. Hetta skattaskepilsið, sum higartil tíbetur er hildið frá durunum, er nú svarið uppá yvirforbrúkið hjá tí almenna. Køvandi skattatrýst Í áravís hava sjónarmiðini um køvandi lutin við høgum skatta trýsti ikki átt nakran góðan í føroysku búskaparfrøðini. At føroyskir løntakarar síðani 1984 eru klintraðir uppeftir progressiva skattastiganum og tí ár undan ári eru skattaðir við einum 60 mio. kr eyka árliga, átti einki afturljóð frá ser frøð ini. At vanlig tímalønt soleiðis frá at vera lágskattað í 1984 til í 2004 at verða marginalskattað, við 54 prosentum av seinast forvunnu krónini, hevði heldur ongan áhuga. Men tá avgerð fyri 5 árum síðani varð tikin um at stilla skattastigan so at lág­ og miðal­ inntøkurnar sluppu undan margi nalskatting, var serfrøðin á gosi. Løgtingið var vorðið ábyrgdarleyst. At skattalættarnir til tey skatt liga mest trongdu gagn aðu 4500 løntakarum í inn­ tøkubólkinum millum 170tús. og 270tús. árliga – tímalønt, handverkarar, starvsett, banka­ fólk, lærarar, assistentar, sjúkra­ røkrarfrøðingar, peda gogar o.s.fr., tað varð dult sum mansmorð. At so hækkanin av Sam­ haldsfasta harafturat hevði eina javnandi ávirkan á skatta­ lættarnar, har útgjaldið til pensionistarnar frá 2005 til 2008 hækkaði samlaðu pensiónina við 32% fyri stakar pensionistar og 37% fyri hjún, var slettis ikki tikið uppá tungu. Gykl At ognarskattur nú skal vera alternativ til aðrar skattir er tí gykl. Eingin í serfrøðini hevur higartil vart neyðugar skatta­ reguleringar. Tvørturímóti hevur heilivágurin verið, at tað almenna skal halda fast við sína útreiðslugongd. At lands húsar­ haldið, kommunurnar ikki íroknaðar, nú kostar hvørjum føroyingi frá vøggu á gravar­ bakka um 100túsund árliga, svarandi til ½ millión, fyri foreldur við trimum børnum, ja, tað hevur ikki vakt serligan serfrøðingaans. Tvørturímóti hevur ligið á ljóði, at tað almenna eigur at brúka sum ongantíð fyrr. Serfrøði, sum skorðar undir politiskan fordeilingspolitikk, har tað almenna rekur eftir­ lætispolitikk við pengunum hjá hinum, er lítið eftirfarandi. Talan er um politikk, sum træl­ bindur samfelagið – bæði politiskt og fíggjarliga. Ignorerað Landsbankin staðfestir, at skatt­ ur á fasta ogn er minst avlag­ andi skatturin yvirhøvur, og at hann í sera lítlan mun ávirkar avgerðir hjá tí einstaka. Hetta eru pástandir sum ikki hava hald í veruleikanum, og sum geva illgruna um, at serfrøðin rennur ørindi fyri ávísa skatta­ hugsjón heldur enn at veita sakliga vegleiðing. Páhald, sum eisini kann gerast alibi hjá teimum, ið politisk ikki tola, at borgarar eiga virði, sum tað almenna ikki sleppur eftir. Serstakliga undrar tað, tá slíkur pástandur verður undir­ bygdur av sjálvsøgdum skatt­ ligum metingum um inntøku­ skatt, sum sama serfrøði antin hevur ignorerað ella beinleiðs hevur mótmælt í áravís. Tí er tað rímiligt at spyrja Landsbankan hví tøgn valdar um almennu rakstrarhækkanina fyri 2010 uppá 190 mio. kr, og hvat serfrøðin sigur til slíkan vøkstur, sum allarhelst eisini í 2011 fer at vera í andsøgn vð tilmælini hjá Búskaparráðnum? Rasshaft Við okkara bústaðarmynstri, har hvør familja eigur egnan bústað, verður tað ein fíggjarlig ólukka, fer tað almenna at fremja ognarskatt. At billa fólki inn, at tað polit­ iskt fer at bera til at lækka inn­ tøkuskattin fyri nýggjan ognar­ skatt er burturvið. Søgan farnu árini hevur sjónliga víst, at politikarar, flokkar og miðlar uttan íhald hava arbeitt ímóti, at løntakarar skulu hava skatta­ lætta, og hava somu uttan íhald borið villleiðandi upplýsingar um faktisku skattligu viður­ skiftini, uttan at serfrøðin hevur lyft hond frá síðu at greina veruleikan fyri borgarunum. Aðrastaðni, har ognarskattur er gerandiskostur, eru húsa­ eigarar og ognarar eisini komnir í fíggjarligt rasshaft av hækk­ andi almennu virðisásetingini. Harafturat hevur tað har verið freistandi at hækka ognar­ skattaprosentið fyri at halda fast við vaksandi almenna forbrúkið. Borgaranir hava jú ongan kjans at verja seg móti slíkum politisku skattaatgerð­ unum. Tí er ognarskattur politiskur gloypibiti hjá ábyrgdarloys in­ um, tí sum Landsbankin rætt sigur, so er fastognarskatturin serstakliga staðbundin, tá tað illa ber til hjá ognaranum at flyta aðrastaðni. Ella sagt øðrvísi, ognarin verður skatttrælur í egnum bústaði. Løntakarar og pensionistar, sum trúliga hava strevast fyri at fáa tak yvir høvdið, og sum illa hava ráð til annað enn til lívsins uppihald, skulu við ognarskatti rinda skatt av íløgu, sum teir frammanundan eru skattaðir av. Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Verða ráðini hjá Landsbankanum fylgd, hvar verður so markið fyri ognar­ skatti? Við sethúsini, óðals­ jørðina, neystini ella allari fastogn? Livst so spyrst. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Ognarskatt, nei takk! Skulu løntakarar og pensionistar nú verða skatttrælir í egnum bústaði? tíðargreinin Bjarni Djurholm, løgtingsmaður Tíðargreinin Olmussudýrini Tað rann mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hoyrdi politisku frá boð an­ ina frá nýggju leiðsluni í Sands Kommunu. Nú skulu onnur enn vit sjálvi gjalda fyri okkara egnu dálking. Á einum øki sum fult og heilt er kommunal ábyrgd. Javnbjóðis rættindi á økjum sum landið umsitur Yvirskipað eiga vit rættin at tryggja okkum javn bjóð­ is rættindi av samfelagsins tilfeingi, eins og allir aðrir borgarar landsins. Við øðr­ um orðum so hava vit sama rætt til tær tænastur sum er undir landsins veingjabreiði, á saman hátt sum aðrir føroyingar. Kommunalar raðfestingar Hinvegin hava vit fullan raðfestingarrætt, og skyldu, á teimum økjum sum er løgd undir kommunalt vald. Her kunnu vit sum kommunalt vald, t.d. velja at styrkja um skúla og mentanarumhvørvi, og eitt nú, í minni mun lívga lokalu vinnuligu entre pre­ nørunum, við frynsum her og har. Tað er at raðfesta politiskt innan fyri teir karmar sum eru. Vit á lista C. hava saman við góðum stuðlum og góðum skattgjaldandi borgarum fingið til vega, nýggjan banaskúla, bóka­ savn, barnagarð, listasavn, eldratilhald og kunning ar­ stovu. Harafturat er mið­ víst arbeitt fyri ítróttar­ høllini í eini átta ár, men í eini ætlan sum legði upp til at vit sjálvi stóðu fyri verkætlanini, eftir nøku­ lunda somu treytum sum onnur í landinum. Ikki sum eitt “halt munn bomm” í loysigjaldi, fyri at góðtaka eitt nei til Sandoyar­ tunnilin. Undan okkum hava onnur kommunustýri á Sandi, raðfest eitt nú havna útbygging, útstykk­ ingar og bygging av røktar­ heimum og sambýlum. Takk skulu tey hava fyri tey megnaravrik. Uppgávulyndi Øll hava vit í lívinum avbjóðingar á leiðini. Bæði politiskt og persónliga. Í flestu førum speglast persónligi førleikin aftur í politisku royndunum. Meti tað vera avgerandi neyðugt fyri okkum menniskju og fyri okkara framhaldandi møguleikar í lívinum, ikki at geva okkum undir ræðis­ rættin hjá øðrum. Um vit harafturat hava fullan førleika, so er tað einki minni enn vanærandi at seta seg í slíka menn iskja­ liga skuld. Í so máta er ein kommuna einki annar­ leiðis. Latið okkum ikki biðja um at vera viðfarin annar­ leiðis enn hini, á økjum sum vit hava fullan ræðisrætt á. Latið okkum taka tað ábyrgd á okkum, sum vit eiga. Tí annars kunnu onnur ikki taka okkum fyri fult. Vit eru ikki olmussudýr og hava ikki tørv á at vera viðfarin sum slík. Ítøkiliga uppgávan er ikki størri enn so, at hon við rættari raðfesting kann loysast, um tað er tað ein vil. Fyribyrgjandi tiltøk móti størstu dálkingar­ vandunum, og fram hald­ andi útbygging av verandi kloakkskipan, so minni av óreinsaðum vatni rennur í Sandsvatn, eru tvinni boð. Skulu Føroyar taka upp eftir okkum? Serliga undrar hugburðurin hjá nýggju kommunalu leiðsluni, sum við vápnum har einki var nóg skitið, skuldi hava valdið í Sands Kommunu. Nú tá ið ábyrgdin tyngir, velur henda eina so lítið virðiliga støðu, at biðja allar Føroyingar, um at taka upp eftir okkum. Til tess er bert at siga, at eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan. Tað er ein himmalvíður munur á at krevja ein javnbjóðis rætt, og sjálv­ boðin at gera seg til eitt olmussudýr. Páll á Reynatúgvu