Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 40 · 26. februar 2010 12 VIKUSKIFTI Kalda Kríggið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í einum samfelag, sum er grundað á ar beið arahugsjónina, er ikki tørvur á ein um fakfelag. Í einum samfelag, sum er grundað á vísindaliga ástøði fyri allari framdrift, er ikki tørvur á eini kirkju. Omanfyristandandi tesur eru á hvør sín hátt hornasteinar í komm­ unistisku samfelagsfatanini, og tí skak aði tað allan eysturheimin, tá súl urnar fóru at rilla. Jimmy Carter og Leonid Brezjnev høvdu við SALT­semjuni sett hol á eina vápnaavdubbing, sum í besta føri tóktist kunna fastfrysta støddirnar á kjarnorkuvápnagoymslunum hjá USA og Russlandi. Men tá goymslurnar longu undan hesum vóru ríkiliga stórar til at spreingja jarðarknøttin í pinku pettir, kundi hvørki SALT­I ella ætl aða SALT­II gera nakran enda á kalda krígnum. Og tær forðaðu ikki Sovjetsam veld­ inum í at nýta hermegi í royndunum at frelsa sosialismuna um allan heim. Tað høvdu teir gjørt í Kekkoslovakia í 1968, og tá teir gjørdu tað sama í Afghanistan í ’80, økti tað spenningin somikið, at USA valdi at boykotta Olympisku leik irnar, sum hetta árið skuldu haldast í Moskva. Hartil bar arabiska oljublokadan frá 1973 við sær, at Sovjetsamveldið sum stórur oljuútflytari áhaldandi kundi nýta ovurstórar upphæddir úr lands kassanum til hermegir sína. Hetta sam stundis sum USA av bæði fíggjarligum og politiskum ávum noyddist at skerja hern aðar­ útreiðslurnar við eini helvt. Elektrikarin Búskaparliga stóð tó ikki so væl til hjá Russlandi, sum leiðararnir royndu at látast. Brezjnev og hansara menn høvdu í fyrsta lagi bygt áhaldandi út reiðslugildið á ein oljuprís, sum ikki kundi halda sær í allar ævir. Og hartil var russiski herurin um at koma í stórar trupulleikar í eitt nú Afghanistan. Sum heild tóktist russiski aðal­ skrivarin ikki sum nakar sterkur leið ari við greiðum visjónum, og tað skapti rúm fyri øðrum leiðarum í bæði eysturi og vesturi at skaka komm unistisku sjálvs fatanina. Í USA var ein fyrrvernadi sjónleik­ ari, sum nú var radiovertur – Ronald Reagan – í ferð við at vinna sær mest sum ófatuligan popularitet við sínum greiðu sjónarmiðum um globalu støð una. Í Onglandi vann Margareth Thatcher fram í stórum við sínum ultra liberalu búskaparsjónarmiðum. Og í Kina var Deng Xiaoping farin undir eina roynd við kapitalismu í einum landi, sum annars hevði komm unismu og mao ismu sum grundar stein. Og so var tað eisini lítli pólverjin úr Gdansk: Lech Walesa. Longu í 1976 varð hann sagdur úr starvi sínum á skipasmiðjuni í bý­ num, tá hann royndi at skipa arbeiðs­ menninar í fakfelag. Tann 14. august í 1980 var aftur upp reistur á somu skipasmiðju. Stjórin royndi at sissa arbeiðsmenninar, tá Walesa brádliga stillaði seg á eina gravi maskinu við orðunum »minnist tú meg?« Tvær vikur seinni var Soli dar noscs – Solidaritet – veruleiki. Stjórn ar­ skipanin, sum segði seg byggja á alt tað, sum ar beiðarafjøldin stóð fyri, hevði fingið sína mótvekt í einum fakfelag. Sjónleikarin Pennurin, sum Walesa skrivaði stovn­ ingarsamtyktina undir við, var prýdd­ ur við eini mynd av Johannes Paul II, páva. Karol Jósef Wojtyla var upprunaliga sjónleikari úr Wadowice í Póllandi. Hann var fyrsti pávin, sum kom úr ein um kommunistiskum landi, og treyta leysur næstrakærleikin var tað, ið fyrst og fremst eyðkendi tey nærum 27 árini, ið hann sat sum pávi. Hann varð móttikin sum hetja, tá hann í 1979 vitjaði heimlandið, og fyri Walesa gjørdi tað allan munin, tá katólski leiðarin segði: “Óttist ikki. Broytið ímyndina av landinum – av hesum landinum. Fram um so nógvar aðrar eginleikar, so var tað tó sjónleikaraevnini, sum gjørdu Johannes Paul II til nakað heilt serligt. Betur enn nakar av undan­ monn um sínum megnaði hann at dramatisera kenslurnar á ein hátt, sum fólkið tók til sín. Eingin annar pávi hevur vitjað eins nógva staðni, sum hann gjørdi tað – í 129 londum. Og á hendan hátt vísti hann eisini, at fyri hann var vælferðin hjá øðrum fólki ikki líkamikið. Tað var tó ikki øllum, ið dámdu eins væl framferðina hjá nýggja páv anum. Og serliga mundi tað fella harðrendum kommunistum fyri bróstið, at pávin, sum kom úr einum komm unistiskum landi, á henda hátt eggjaði til humanismu, til frælsið og til rættin hjá øllum at vera serstøk individ. Tað er ongan tið prógvað. Men tað er nógv, ið bendir á, at morðroyndin móti pávanum í mai mánaði 1981 var løgd til rættist av hernaðarligu fregn artænastuni hjá Sovjetrusslandi. Pávin var deyðanum nær, men ein fimm tíma long skurðviðgerð bjargaði lívi hansara. Avleiðingarnar At siga at teir báðir pólverjarnir Tað kravdi sTerkar persónlIgheItIr, Tá kalda jarntjaldIð skuldi TogasT niður. MilluM fleiri aðrar vóru Tað Tveir pólVerjar, suM áTTu sín risasTóra leikluT, Tá múrUrIn ikki vísT seg aT vera so sterKUr hóasT alT rivu jarn- tjaldið ElEktrikarin og sjónlEikarin greInarøð Keldur: Den kolde krig, John Lewis Gadd, 2005 Hitler and Stalin, Alan Bullock, 1992 Erindringer fra krig og genopbygning, Leonid Brezjnev, 1978 Perostrojka, Michael Gorbatjov, 1987 Stalin – Den røde zar og hans hof, Simon Sebag Montefiore, 2004 wikipedia