fríggjadagur 26. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 40 - 26. februar 2010
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Matvørumentan
og samleiki
Málið, kvæðini og náttúran verður oftani tikið fram,
tá tosað verður um okkara serføroyska samleika.
Hetta er so eisini partur av tí, sum ger okkum til
serstakt fólk, sum fær fremmandafólk at vitja oyggjar
okkara og sum skapar fortreytir fyri eini ferðavinnu.
Tað er sjálvandi so nógv annað eisini, sum hoyrir til
og skapar okkara samleika. Okkara serføroysku siðir,
okkara list ja okkara geografiska plasering sum eitt
sandkorn mitt úti í tí velduga Atlantshavi eru alt
nakað, sum byggir upp undir henda samleika.
Men oftani síggja vit ikki skógina fyri berum trøum.
Og eitt, sum væl kann koma undir hesa málsiping
eru okkara serføroysku matvørur og matvørusiðir
ella einfalt okkara matmentan. Eins og serstakur tón-
leikur og list eyðkenna hvørt einstakt land, so gera
maturin og matsiðirnir tað eisini. Hetta er eisini tað,
sum ferðamaðurin leggur til merkis og fer eftir, tá
hann vitjar. Hvat eta tit, hvat eiga tit av matvørum,
sum bara finnast júst her eru spurningar, sum fremm-
andafólk oftani seta.
Ikki fyrr enn hesi seinastu árini hava einstaklingar
her á landi roynt at gera almenningin varugan við
tað gullnám, sum okkara matmentan í veruleikanum
er. Feløg og stovnar hava gjørt sítt til at gera mat-
ment anina meira sjónliga. Matstovan Gourmet,
sum tíverri mátti stongja, varð eitt nýbrot og ein
roynd at varpa ljós nettupp á henda veruleika. Og
undangongumaðurin Mortan ì Hamrabyrgi hevur
við sínum ótroyttiliga leikluti eisini roynt at gera
føroyingar varugar við tann dýrgrip, sum okkara mat-
mentan fevnir um. Tað var tí eisini eitt herðaklapp
til bæði hansara og til matmentanarhugtakið sum
heild, tá Ársins Átak fór til júst Matvørufestivalin, sum
Mortan skipaði fyri.
Herfyri fór so Hotel Føroyar undir eitt tiltak, sum
nettupp setur fokus á okkara serføroysku matvørur.
Ein kann kalla tað “FM í skerpikjøti” um ein vil. Júst
í dag situr eitt stórt panel á hotellinum og smakkar
turt kjøt frá 7 ymsum føroyskum bóndrum. Og í
annaðkvøld skal so fólkið tala, tá 200 gestir skulu
royna skerpikjøtið og vera dómarar. Eitt frískt og
frálíkt tiltak, sum er við til at varpa ljóð á hetta okk-
ara so týðandi tilfeingis og mentanarliga gullnám,
føroyska matin.
Nú frætta vit so eisini, at útbúgving og skeið inn an
matvøruøkið skulu raðfestast hægri í útbúgv ingar-
skipanini. Alt hetta er bara at fegnast um, tí her er
veruliga nakað, sum ikki bert kann vera við til at
gera okkum meira spennandi og forkunnug sum
ferðamannaland, men har eisini føroyingar sjálvir
kunnu fáa eyguni upp fyri tí serføroyska tilfeingi,
ið bara finst her. Sum vit harvið kunnu bera víðari
til komandi ættarlið men sum vit eisini – um vit
eru meira miðvís – kunnu fáa nógv meira burtur
úr við nýhugsan og nýroyndum, nakað, sum eitt
nú Gourmetverkætlanin og seinast Matfestivalurin
royndu at seta út í kortið. Latið okkum øll taka
eitt tak fyri matmentan okkara og ikki minst rætta
undangongufólkunum eina hjálpandi hond.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Sum ein beinleiðis av leið
ing av, at neyðugt er at
halda aftur í almennu
útreiðslunum, verður nú
dag og dagliga mælt til at
skerja talið av aðal ráð
um. Onkur sigur fýra,
annar sigur seks og ein
triði sjey. Eisini er onkur
so frammalaga, at nøvn
verða sett á, hvørji ráð
skulu niðurleggjast.
Hetta eru í ein ávísan
mun leysar ballónir, tí
millum mangar føroy
ingar verður hildið, at er
tað eitt stað, har sparast
kann, so er tað hjá tí
almenna. Men innast inni
er hetta eisini ein ásann
an av, at vit ongantíð
komu heilt upp á pláss
við miðfyrisitingini eftir
stóru kollveltingina hjá
Edmund Joensen, táver
andi løgmanni og Finn
NormannChristensen
miðskeiðis í 90´unum.
Men hvat er so frægast
nú at gera?
Vit vóru rættiliga mong,
sum longu aftur í 1996
sóu, at leisturin hjá Nor
mannChristensen fór
ongantíð at gerast tann
heilt rætta miðfyrisitingin,
sum kom at hóska til okk
ara lítla land. Leisturin hjá
NormannChristensen var
jú eitt neyvt avrit av einari
stórari og tungari danskari
skipan. Fleiri spurdi eisini
tá, um ein skipan til 5 mió.
fólk var tann rætta til 50
tús. fólk? Vit vóru mong,
eisini leiðandi fólk í fyri
sitingini, sum dugdu at
síggja, at hetta fór at gerast
ein skipan, sum kom at
kosta okkara lítla landi alt
ov nógv. Hetta hevur so
eftirtíðin í ríkiligan mát
prógvað.
Javnaðarflokkurin fór úr
tí samgonguni, tí leisturin
hjá NormannChristensen
skuldi gjøgnumførast “no
matter what”. Fólkaflokk
urin tók yvir í juni 1996,
og hevur hesin flokkur
síðan verið sera virkin
partur í at økja og dýrka
mið fyrisitingina.
Men nú 14 ár seinni eru
vit komin hartil, at sjálvt
Edmund Joensen og eisini
onnur úr Sambandsflokkin
um og enntá onkur úr
Fólkaflokkinum mæla til
broytingar. Nakað er hóast
alt í danska orðatakinum
“Af skade bliver man klog,
men sjældent rig.”
Vit í Javnaðarflokkinum
heilsa øllum hesum upp
skot um vælkomnum. Vit
fóru til val í 2004 við
boðskapinum um seks
aðal ráð. Tá vóru eisini
níggju aðalráð. Hetta var
seinasta fullveldis lands
stýrið hjá Anfinn Kalls
berg. Saman við serliga
Sambandsflokkinum, sum
eisini tók undir við seks
aðalráðum, fingu vit hálað
tað niður til sjey, men
longur niður vildi
Fólkaflokkurin ikki fara.
Nú er so spurningurin,
hvat kann lata seg gera?
Er tað realistiskt her mitt
í einum valskeiði at tosa
um eina nýggja kollvelting
av miðfyrisitigini. Ein slík
hevur jú djúpar avleiðingar
fyri tey fólk, sum starvast í
miðfyrisitingini, og tí
krevst, at eitt slíkt tiltak
verður væl fyrireikað.
Neyðugt er tí at leita upp
allar óhepnar avleiðingar,
soleiðis at bindast kann
fyri tí ringasta.
Tí vil eg heldur mæla til,
at vit fremja nakrar eyð
sýndar sparingar í mið
fyrisitingini her og nú. Og
her hava vit nøkur boð.
Síðan vil eg mæla til, at
nú flestallir flokkar melda
út um skerjing av aðalráð
um, at vit taka hvønn
annan upp á orðið og
skerja talið av aðalráðum
eftir komandi løgtingsval.
Vilja flokkarnir hava seks
aðalráð, og tað haldi eg er
eitt hóskandi tal, so lat
okkum gera tað av longu
nú. So eiga vit at seta eina
nevnd av skilagóðum
fólkum til at gera okkum
eitt upplegg, sum kann
liggja klárt, tá vit koma
hartil. Eina nevnd, sum
skal gera tilmæli um,
hvørji ráð skulu burtur og
hvørji ikki, og hvussu
bygnaðurin annars skal
verða. Í hesari nevnd nyttar
lítið bert at seta fólk, sum
tóku NormannChristensen
til sín av heilum hjarta.
Her mugu eisini skeptik
arar sleppa framat.
Tá tað snýr seg um
sjálvan bygnaðin, er ein
hópur at endavenda. Er tað
rætt at hava deildir, har
stjórin er einsamallur til
arbeiðis, um einasta starvs
fólkið er skjúkrameldað.
Er tað rætt, at eitt ráð ikki
kann virka, uttan at man
fløkist í deildum og
deildarstjórum.
Eg hugsi eisini her um
teir tankar, sum m.o.
Annita á Fríðriksmørk
hevur verið frammi við
mangan um at fáa sterkari
tvørráðsligar eindir av t.d.
løgfrøðingum og búskap
arfrøðingum. Hetta er av
gjørt nakað, sum neyðugt
er at taka við, tí vit vita nú
av royndum, at verandi
skipan, har alt verður
tægað sundur í níggju smá
og størri kongaríki, ikki
virkar nóg væl.
Í samband við, at Løg
mansskrivstovan nú søkir
eftir enn einum aðalstjóra í
lønarflokki 39, áttu vit
heldur at steðgað á. Vit
hava sum er níggju aðal
stjórar og einar fimm
fyrrverandi aðalstjórar,
sum enn sita við somu løn
frá tí almenna. Um vit eftir
komandi løgtingsval
megna at fáa talið av
aðalráðum niður á seks, so
fáa vit tríggjar aðalstjórar í
avlopi. Tá verða fleiri
fyrrverandi enn núverandi
aðalstjórar. Hví so ikki
bíða við at seta fleiri
aðalstjórar beint nú?
JóANNES
EIdESgAArd
Miðfyrisitingin í kjakmeldrinum