fríggjadagur 26. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
11
VIKUSKIFTI
Fakta Bjørghild djurhuus
Aldur: 57
Familja: maður, trý børn og fýra ommubørn
Bústaður: Argir
Starv: Heilsufrøðingur og ráðgevi í egnu
fyritøkuni Tvinna - www.tvinna.fo
Dømir uppá spurningar
sum Bjørghild hevur svarað í
Góðan morgun Føroyar
mynd: jens kristian vang
Tað er torført at fyrireika hann upp á at ger-
ast stóribeiggi. Tað, sum tú kann gera, er
at fortelja søgur um stórabeiggjar og um
ný føð ingar. Hugsa um, at tað skal vera á
hans ara støði.
Fyrireika hann eisini upp á, at tað ikki er
ein spælivinur, hann fær, at lítlibeiggi ikki
dugur at snakka og ikki at spæla. Tosa við
pápan um, at teir báðir kunnu gera okkurt
sam an, tá tú verður upptikin av tí lítla
Tá barnið er trý ár, kann tað at fáa syskin
upplivast sum at fáa ein konkurrent, ið er
komin. Øvundsjúka er natúrligt í hesum, og
hann má vita, at tað er í lagi at vera súrur,
men hann má ikki sláa.
Trý ára gomul kunnu blíva meir »bab-
yslig« av at fáa lítil syskin. Tey kunnu byrja
at brúka suttu og blæðu aftur, hóast at tey
eru givin við tí.
Henda tíðin, tá eitt nýføtt er komið inni
í familjuna, er ikki rætta tíðin hjá tí trý ára
gamla at flyta út úr kamarinum ella gevast
við nøkrum.
Hóast tú verður upptikin, so royn at gera
okkurt av tí, sum tit bæði høvdu saman,
áðrenn lítlibeiggi kom.
Lat hann verða heima í barnagarðinum
og merkja eitt sindur av fríheit, um hann
vil tað. Annars kann barnagarðurin eisini
fungera sum eitt frírúm hjá honum, tí har
er alt líka.
Minst altíð til at systkin eru ein gáva, vit
geva børnunum.
Góða eydnu!
Eg gevi lurtarnum fullkomiliga rætt – vit
vaksnu høvdu ikki funnið okkum í tí, sum er
gerandisdagur hjá børnunum. Skúlarnir liva
enn í tí, at børnini skulu heim í døgverðatíma
og hava ikki fylgt við, nú hetta er broytt og
børnini eta matpakka í skúlanum. Eg haldi,
at ein kantina burdi verið til staðar, áðrenn
tann skipanin varð broytt. Tað er væntandi
virðing fyri børnum og ungum at ikki hava
eina kantinu. Foreldrabólkar kundu kanska
gørt vart við seg í hesum máli. Men vit
kunnu ikki bíða, til nýggir skúlar verða
bygd ir. Hetta má raðfestast nú. Kanningar
vísa eisini, hvussu nógv tað hevur at siga
fyri inn læringina, at næmingar fáa góðan
mat at eta.
Umstøðurnar føroyskir næmingar hava,
fremja ikki hetta.
Tað optimala hevði verið at havt eina
kantinu, har børnini eisini høvdu møguleika
at keypa sær ein sunnan matpakka.
Góða eydnu!
Hvussu fyrireiki eg ein 3 ára
gamlan uppá at blíva stórabeiggja?
Eg eri uppá vegin og skal eiga skjótt. Eg eigi ein son sum er 3 ár og havi fortalt
honum at hann skal blíva stóribeiggi, og hann gleðir seg. Men eg skilji,
at hann ikki skilur, hvat hetta inniber. Hvussu fyrireiki eg hann best uppá hetta?
Hví hava skúlarnir ikki kantinu?
Flestu arbeiðspláss hava eina kantinu. Hví raðfestir man ikki at
hava eitt rúm, har børnini í skúlunum kunnu eta sín matpakka?
Nú verða tey noydd at sita í trongu skúlastovuni og eta matpakkarnar?