Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2010 Eg ætli mær at taka spurningin upp við landsstýrismannin í heilsumálum fyri at umrøða, um skúlaverkið og Fólkaheilsuráðið áttu at samskipað eitt átak at forða fyri, at so nógv ung verða smittað av kynssjúkum, sigur Helena Dam á Neystabø í svari sínum til Bjørt Samuelsen KYNSSJÚKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Fyrst ein tøkk til spyrjaran fyri at hava reist nakrar við- komandi spurningar, og vil eg eisini takka spyrjaranum fyri nakrar væl úr hondum greiddar viðmerkingarnar. Soleiðis byrjaði Helena Dam á Neystabø svar sítt til Bjørt Samuelsen. Hon sigur í svarinum, at Mentamálaráðið er í ferð við at endurskoða og dag- føra náms- og lesiætlanirnar í fólkaskúlanum og í vinnu- og miðnámsskúlunum. - Heilsukunnleiki og seksualupplýsing eru sam- bært fólkaskúlalógini kravt undirvísingarevni, sum næm- ingar á hóskandi aldursstigi og í hóskandi lærugreinum eiga at fáa undirvísing í. Harumframt er evnið partur av lærugreinini lívfrøði, sigur Helena Dam á Neystabø í svari sínum. Hon sigur, at bæði læru- greinin lívfrøði og tey kravdu undirvísingarevnini í fólkaskúlanum verða dagførd eisini við atliti at skipa undirvísingina soleið- is, at kynssjúkur, kynslív og fyribyrging verða viðgjørd. - Tað eru einstøku skúlar- nir, sum við støði í ítøkiligu lesiætlanini skipa undirvís- ingina. Og tí er tað kanska ymiskt frá skúla til skúla, hvussu undirvísingin um kynslív verður framd, sigur Helena Dam á Neystabø. Men tað er ein sannroynd, at talið av tilburðum av kynssjúkum t.d. klamydia sambært hagtølum hjá Landslæknanum er økt munandi tey seinastu árini. Hetta er nakað, sum øll, ið varða av ungdómi, eiga at taka í størsta álvara. - Sum landsstýriskvinna í undirvísingarmálum varði eg m.a. av fólkaskúla og vinnu- og miðnámsútbúgv- ingunum og fari at taka stig til, at lesi- og námsætlanir innihalda greiðar reglur um hesi viðurskifti. Eg ætli mær eisini at taka spurningin upp við landsstýrismannin í heilsumálum fyri at umrøða, um skúlaverkið og Fólka- heilsuráðið áttu at samskip- að eitt átak at forða fyri, at so nógv ung verða smittað av kynssjúkum, sigur Helena Dam á Neystabø. Linjugreinalestur Viðvíkjandi næsta spurningi um, hvat landsstýriskvinnan ger fyri at tryggja, at dygdargott og tíðarhóskandi undirvísingartilfar er til undirvísingina í hesum evni, er svarið stutt. - Skúlabókagrunnurin er júst í ferð við at útvega dygdargott og tíðarhóskandi undirvísingartilfar í lív- frøði. Fyrsta bókin í røðini er komin út, og miðað verður eftir, at ein bók kemur út um árið, til tíðar- hóskandi undirvísingartilfar er tøkt í øllum árgangum, sigur Helena Dam á Neystabø. Heldur ikki svarið til triðja spurning er rúgvis- mikið. Har sigur lands- stýriskvinnan, at lærarar í fólkaskúlanum, sum undir- vísa í lívfrøði og heilsu- kunnleika og seksualupp- lýsing, hava flest allir linju- lærugreinalestur í lívfrøði, og at lærarar í vinnu- og miðnámsskúlunum hava allir hægri útbúgving í teimum lærugreinunum, teir undirvísa í. - Møguleiki er at skipa serstøk skeið í hesum evni, annars er evnið partur av linjugreinalestri í lívfrøði. Um lærarar, sum undirvísa í kynssjúkum og kynsligari heilsu, skulu hava serút- búgving, dugi eg ikki at svara uppá, men eg ætli mær í samráð við Lærarskúlan at kanna henda spurningin gjøllari, sigur Helena Dam á Neystabø víðari. Neyðug mótvág Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið við lærutil- gongdini hjá næmingunum í fólkaskúlanum er at virka fyri, at næmingarnar nema sær kunnleika, fimi og arbeiðshættir, sum stuðlar teimum í fjølbroyttu per- sónligu menningini. Í tilgongdini at søkja sær vitan er internetið í dag ein natúrligur miðil, sum næmingarnir brúka í nógv- um lærugreinum, umframt at teir samskifta og leita sær vitan í frítíðini. Ein partur av tilgongdini at leita sær upplýsingar og tilfar á internetinum er at læra velja ímillum fakligt grundað tilfar og handils- gjørt tilfar, og er hetta ein týðandi førleiki, sum skúlarnir leggja dent á, at næmingarnir ogna sær. Hetta er ikki bara galdandi fyri undirvísing í kynslívi, men í øllum viðurskiftum. Men eins og spyrjarin vísir á, er harðskapur og eyðmýking sentralir partar av innihaldinum í handils- gjørda tilfarinum um kyns- lívið (porno), har genturnar verða settar fram sum ein vøra, og er hetta sostatt eisini ein spurningur um javnstøðu. - Eg eri samd við spyrjar- an í, at skilagóð undirvísing og kjak í skúlunum kundi givið teimum ungu neyðuga mótvágina. Eg havi ikki nakrar ítøkiligar ætlanir á hesum øki, men eg havi biðið mína umsiting kanna, hvussu hetta evnið verður viðgjørt í skúlum í øðrum londum, og hvussu vit í Føroyum kundu gjørt eitt átak á hesum øki, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon heldur fram. - Hendan, eins og hinar spurningarnar, spyrjarin reisir, kundi eg eisini hugsað mær, vórðu tiknir upp við viðkomandi umboð fyri skúlaleiðarar, lærarar, foreldur og næmingar, tí teirra sjónarmið kunnu ikki undirmetast, tá ræður um at finna ein hóskandi hátt at samskifta og kunna um tílík evni, sigur Helena Dam á Neystabø í svari sínum til Bjørt Samuelsen upp á skrivligan fyrispurning. Ganga saman at verja tey ungu Stovna ferðavinnufelag í Vestmanna Í kvøld verður stovnandi aðalfundur av Norðstreymoyar Ferðavinnufelag á Fjørukrónni í Vestmanna. Fundurin verður klokkan 20. Fyrireikararnir sigar, at nógv ferðavinna er í økinum, og tí verður felagið sett á stovn. - Á fundinum verður høvi hjá luttakarunum at kunna um sínar ætlanir fyri framtíðina og at kjakast um. hvussu vit best menna og nýskapa ferðavinnuna í økinum, sigur Fróði Skúvadal, sum er ein av fyrireikarunum. Endamál felagsins verður at virka fyri nýskapan og menning innan ferðavinnu. Feløg, enstaklingar og fyritøkur kunnu gerast limir. Eisini verður høvi at vitja nýggja Søgusavnið á loftinum á Fjørukrónni eftir fundin. Helena Dam á Neystabø ætlar at ganga saman við landsstýrismanninum í heilsumálum fyri at samskipa eina betri undirvísing innan kynsliga økið