fríggjadagur 26. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 40 · 26. februar 2010
10
VIKUSKIFTI
Vit kenna hana sum røddin aftanfyri tey góðu ráðini í sendingini
»góðan morgun føroyar«. Bjørghild djurhuus, heilsufrøðingur,
mamma, omma og ráðgeVi, heVur nógV jørn í eldinum
Eg ErI troytt
aV orðInUm
happIng
Børn
inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Bjørghild Djurhuus tekur ímóti í gong
ini í gráari, bundnari troyggju, gráum
kjóla og hvítum ullsokkum. Heim henn
ara hevur fyri stuttum verið í Rákinum,
tá tað handlaði um, hvussu ein inrættar
seg eftir, at børnini eru flutt heimanífrá.
Bjørghild og maðurin Martin eiga trý
børn og fýra ommu og abba børn.
Bjørghild er útbúgvin sjúkrarøktar
frøðingur og heilsufrøðingur. Aftrat tí
hevur hon tikið nógvar eftir út búgv
ingar, og umframt arbeiði sum skúla
heilsufrøðingur fæst hon við sítt privata
virki.
– Eg fyrilesi nógv. Beint nú arbeiða
eg og ein starvsfelagið við einum trivn
aðar skeiði, sum eitur »Tað ber til, at
trívast«, ið leggur dent á at fáa børn
at læra seg at síggja møguleikar fram
um trupulleikar, sigur Bjørghild Djur
huus.
Hon er troytt av orðinum happing.
Hon vil helst sleppa frá at brúka tað
orðið. Heldur vil hon tosa um trivnaðin
í skúlunum.
– Heldur tú veruliga, at øll trívast,
bara tí ongin verður happaður? Nei, tað
gera tey ikki. Vit vilja økja um trivnaðin
í skúlunum, og tí fara vit runt til alla 6.
flokkar við hesari verkætlanini, sigur
hon.
Brennur fyri tannáringum
Bjørghild ráðgevir ikki bara í Kring
varpinum, men eisini í egnu fyritøkuni
»Tvinna«. Hon brennir serliga fyri
tann áringum, tí hon heldur, at tey eru
ein yvirsæddur bólkur, ið ein oftast
bara gremur seg um og ikki skilur.
– Tað er nógv granska um heilan
hjá tannáringum, og nógv av tí, sum
er komið fram, er, at tey kunnu ikki
gera við, at tey eru, sum tey eru. Tað
er heilt einkult nøkur ting, sum ikki
eru komin uppá pláss hjá teimum enn,
greiður hon frá.
Bjørghild vendur sær eisini frá orð
inum »problembørn« – tað eru ongi
slík til – tey eru børn við problemum,
og tað ber til at loysa.
Best dámar henni at tosa við alla
familjuna hjá einum barni, ið hevur
trupulleikar, og tes skjótari tey venda
sær til hana tess betri.
Tíðarmangul
Ein av trupulleikunum, hon ofta sær
hjá børnum og familjum, er mangul
upp á tíð.
– Børn sakna tíð saman við foreldrum
sínum. At man setur seg niður og tosar
um dagin, sum hevur verið, uttan at
telefonin ringir, sjónvarpið stendur frá
og mailurin tikkar inn í telduna.
Nógvir av trupulleikunum innan
familjur í dag høvdu kunna verið
loystir við betri kommunikatión.
– Spyr barnið. Spyr hví, vís áhuga í
tínum barni, sigur Bjørghild.
Sjálv sigur Bjørghild seg hava ver
ið ein rættuliga strang mamma, og ein
morgun tá eina dótturin hevði hoyrt
hana í útvarpinum ringdi hon og segði
»Mamma eg hevði ynskt, at tú var
mamma mín nú, tí soleiðis segði tú
ikki, tá eg var 16«. Bjørghild flennur
at minn inum, men sigur at man lærir,
so leingi sum man livir og sjálvandi
gera vit øll feilir.
Dámar ikki »Nanny«
Tey sokallaðu »Nannysendingarnar«
gevur Bjørghild ikki nógv fyri.
– Tær seta børnini inn í eitt kamar,
tá tey eru ill. Hugsa tær sjálv, hvussu
ill tú hevði blivið, um maðurin hjá tær
hevði læst teg inn í einum kamari, til
tú var blíð aftur? Eg hevði so blivið ras
andi, sigur Bjørghild.
Harafturímóti tekur hon undir við,
at nógv av foreldrunum í »Nanny
send ingunum« hava brúk fyri at traðka
í karak ter og blíva týðilig vaksin.
At verða ein góð fyrimynd fyri sín
um børnum er eisini nakað, Bjørghild
vendur aftur til fleiri ferðir undir sam
røðuni.
– Av tí sum børn arva frá okkum
for eldrum er bara átta procent tað, vit
siga, restin er títt kroppsmál, tín máti
at tosa við og um onnur fólk og títt
menn iskjasýn, sigur hon.
Nógv dømi eru upp á børn, ið eru
sligin, sum lova at soleiðis skulu tey
ong antíð gera við síni børn, men tá tey
koma í somu støðu sjálvi, er tað júst tað
tey gera, eftisum tað er einasti háttur, tey
hava lært at loysa trupulleikar uppá.
Áðrenn eg og Bjørghild siga farvæl,
má eg sjálvandi spyrja, hví 2 ára gamli
son urin ikki vil eta, og hvat hon heldur
um vinkonurnar, sum bara lata páp
arnar at børnunum sleppa at hava tey
annaðhvørt vikuskifti. Bjørghild er von
við slíkar spurningar. Hon fær tað at
ljóða lætt at fáa sonin til matarborðið
og minnur meg á, at matur er ein háttur
at gera vart við seg hjá børnum, eftisum
tey vita, at svangan vil mamma so ikki
hava meg at ganga.
Hin trupulleikin er sjálvandi tor før
ari, men at pápar í Føroyum mugu uppá
barrikadurnar eru vit báðar rørandi
einigar um.
Bjørghild hevur longu næstu sam
røðu nakrar minuttir, eftir at eg eri far
in. Síðani gongur leiðin út á bygd, har
hon heldur á fram við arbeiðinum at
fáa meiri trivnað inn um skúlagátt.
mynd: jens kristian vang
Bjørghild Djurhuus vil leggja dent á
at fáa skúlabørnini at trívast.