fríggjadagur 26. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2010
Talið á klamydiatil
burðum í Føroyum
er vaksið í stórum
seinasta árið. Í 2004
vóru staðfestir 146
tilburðir, sum var
tað hægsta talið til
tá. Men í 2008 vóru
201 tilburðir stað
festir, og tølini fyri
2009 síggja út til at
vera á sama støði.
Tað hevur fingið
Bjørt Samuelsen úr
Tjóðveldi at spyrja
Helenu Dam á Neysta
bø fýra spurningar
um undirvísing um
kynssjúkur og kynslív
í skúlanum
KYNSSJÚKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Vit vita, at kynssjúkur eru
sera vanligar millum ung í
Føroyum.
Hesar
sjúkur
kunnu hava sera álvarsamar
avleiðingar.
Sum
dømi
kunnu nevnast, at klamydia-
ígerð kann hava barnloysi
við sær, eins og HPV-virus
kann elva til krabbamein í
lívmóðurhálsinum.
Tað sigur Bjørt Samuelsen
úr Tjóðveldi í viðmerkingum
sínum til fýra fyrispurningar,
sum hon setti Helenu Dam
á Neystabø, landsstýris-
kvinnu í undirvísingarmál-
um herfyri.
Fyrispurningurin var skriv-
ligur, og mikudagin í farnu
viku fekk Bjørt Samuelsen
so svar (sí yvirav).
Bjørt Samuelsen vísir á,
at 7. hvør føroyingur er
smittaður við klamydia.
Hesi tøl eru grundað á hag-
tøl yvirung, sum hava latið
seg kannað fyri sjúkuna í
fyrraárið.
Talið á tilburðum er
vaksið nógv seinastu árini,
og størstur er títtleikin
ímillum ung í aldrinum 15-
29 ár. Havast skal eisini í
huga, at tað eru verri enn so
øll, sum hava klamydia, ið
lata seg kanna, tí ofta vita
tey ikki av, at tey eru
smittað.
- Tá ein veit, at lætt er at
verja seg ímóti klamydiu
við at nýta hýt, so benda tøl-
ini greitt á, at neyðug fyri-
byrging ikki verður nýtt.
Og tað merkir eisini, at
vandin fyri at verða smitt-
aður við øðrum kynssjúkum
er stórur. Lítið er at ivast í,
at holl undirvísing í kyns-
ligari heilsu, hevði kunnað
gjørt stóran mun til tess at
fyribyrgja kynssjúkur, sigur
Bjørt Samuelsen í við-
merkingunum.
Holl undirvísing
Bjørt Samuelsen fílist á, at
einki verður nevnt um kyns-
sjúkur og fyribyrging av
hesum í fólkaheilsuætlanini
hjá føroyingum. Hon sigur,
at Landslæknin og Fólka-
heilsuráðið gera eitt ávíst
arbeiði at seta fokus á kyns-
sjúkur, eitt nú við at upplýsa
um vaksandi talið av til-
burðum av eitt nú klamydia.
- Men síðani AIDS-ráðið
varð niðurlagt og umskipað
til Fyribyrgingarráðið (nú
Fólkaheilsuráðið),
tykist
fokusið á fyribyrging og
hetta at nýta hýt vera
minkað munandi. Og sum
heild tykist økið ikki at fáa
tað uppmerksemi, tað átti at
fingið, tá hugsað verður
um, hvussu stóran týdning
tað hevur fyri tey ungu og
teirra
vaksnamannalív,
sigur Bjørt Samuelsen í
viðmerkingunum.
Heldur ikki, tá talan er
um undirvísing innan kyns-
sjúkur er støðan nøktandi.
Ein kanning hjá Maluni
Egholm vísir, at hvørki lær-
arar ella næmingar nøgdir
við støðið á undirvísingini í
kynsligari heilsu.
- Í ritgerðini verður víst
á, at skúlarnir fylgja einari
gamlari vegleiðandi lesi-
ætlan frá 1993. Hvørki lær-
arar ella næmingar eru
nøgdir við støðið á undir-
vísingini um kynslív, og teir
lærarar,
sum
undirvísa,
hava ongan serstakan før-
leika at undirvísa ungum
um hetta evnið. Í flestu før-
um eru tað lærararnir í
lívfrøði, ið verða settir at
taka sær av undirvísingini,
sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at lítil ivi er
um, at dygdargóð undirvís-
ing í kynligari heilsu veruliga
kann hava stóra ávirkan á tey
ungu og atburð teirra.
- Holl undirvísing um
kynslív er neyðug - bæði til
tess at fyribyrgja kynssjúk-
um og at sleppa undan
álvarsomum trupulleikum
sum barnloysi, men eisini
fyri at geva teimum ungu
førleika til sjálvi at taka
avgerðir, seta mørk og vera
búgvin at skapa sær eitt
sunt og gott kynslív, sigur
Bjørt Samuelsen.
Internetið ávirkar
Løgtingskvinna Tjóðveldi
minnir eisini á, at vandi er í
hvørjari vælferð, tí meðan
undirvísingin í skúlunum
letur nógv eftir at ynskja,
floymir tað við kunning um
sex á internetinum. Og tað
er langt frá bert av tí góða.
- Ofta er harðskapur og
eyðmýking sentralir partar
av innihaldinum, har gent-
urnar verða settar fram sum
ein vøra, man kann gera har
nær sagt hvat sum helst við,
eins og dreingirnir kunnu
fáa eina mynd av, at bonsk
framferð og harðskapur er
vanligur partur av einum
kynslívi. Hetta kann skeikla
fatanina hjá teimum ungu
av kynslívinum, sigur Bjørt
Samuelsen.
Hon heldur, at stóri spurn-
ingurin er, hvørt ung fólk,
sum standa á gáttini til
vaksnamanna- og kynslívið,
hava neyðugu filtrini at
sortera og fyrihalda seg krit-
isk til handilsgjørda kyns-
lívið, ella um tey eru í vanda
fyri at fáa fatanina av at
“soleiðis eigur ein at gera”.
- Hetta sera álvarsama
evnið varð eisini umrøtt á
norðurlendsku ráðstevnuni
um Javnstøðu í skúlunum,
sum varð hildin í Føroyum í
fjør summar. Ein niðurstøða
var, at skilagóð undirvísing
og kjak í skúlunum kundi
givið teimum ungu neyðuga
mótvágina, so tey duga at
taka dagar ímillum og at
vera kritisk til floymin av
kommersiellari upplýsing
um kynslív, sigur Bjørt
Samuelsen at enda í við-
merkingum sínum til fyri-
spurningin.
Føroyskir ungdómar kynsliga óansnir
Bjørt Samuelsen vil vita frá landsstýriskvinnuni,
hvat hon ætlar at gera við vaksandi talið av
klamydia tilburðum millum tey ungu
Mongum brestur ætlan
Ein roynd hjá amerikonsku stjórnini at seta kílar ímillum
Sýrialand og Iran hevur eftir øllum at døma fingið tey bæði
londini at nærkast hvør øðrum. Eftir ein fund í Damaskus í
gjár kunngjørdu forsetarnir Bashar al-Assad og Mahmoud
Ahmadinejad (myndin), at teir høvdu gjørt av at gera tað
lættari hjá fólki at ferðast millum londini bæði. Tað var ikki
ætlanin, tá USA herfyri gjørdi av at seta ein sendiharra í
Sýrialandi. Tvørturímóti ætlaði USA at fáa Sýrialand at
virka fyri friði í Miðeystri og tættari tilknýti til Vestur-
heimin. Men úrslitið bleiv tað beint øvugta, skrivar AP.
Løgreglustjórin skotin
Ósemja í teirri ovastu leiðsluni í algerisku løgregluni
hevði í gjár við sær, at landsins ovasti løgregluleiðari
bleiv myrdur inni á sínari egnu skrivstovu. Sjónvarps-
støðin al-Arabiya sigur, at drápið var hevnd, og at
drápsmaðurin er ein týðandi embætismaður í løgregl-
uni, sum varð uppsagdur herfyri. Algerisku fjølmiðl-
arnir siga, at tann myrdi ovastin var illa umtóktur
millum tær víðgongdu islamistisku kreftirnar, tí hann
royndi at fáa fleiri kvinnur upp í løgregluna.