Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 41 - 1. mars 2010 Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen trívist væl í leiklutinum sum fyrstafrúa Danmarks. Hon viðgongur tó, at fjølmiðlarnir hava verið tað truplasta við nýggju rolluni Hvonn Live Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo myndir: Álvur Haraldsen Sólrun Jákupsdóttir Rasmus­ sen, kona forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, segði í samrøðu við Rás 2 leygarkvøldið, at hon trívist væl í rolluni sum forsætis­ ráðharrafrúa. Tað eru níggju mánaðir síðani at Lars Løkke Ras­ mussen tók við sum forsætis­ ráðharri eftir Anders Fogh Rasmussen. Síðani tá hevur nógv fokus verið á familjuni Rasmussen, fyri bæði gott og ringt. Sólrun viðgongur, at fjøl­ miðlarnir hava verið tað truplasta við hesum leiklut­ inum. ­ Eg eru upprunaliga ein nokkso privatur persónur, so tað hevur kravt nakað av til­ venjing, ásannar fyrstafrúan. Men síðani Sólrun Ják­ upsdóttir Rasmussen gjørd­ ist fyrstafrúa Danmarks hevur gerandisdagurin ikki broytt seg so øgiligt. ­ Nei, tað er komið so líð­ andi. Eg fari til arbeiðis, eg koyri børnini í song og so framvegis, so nei, tað er ikki blivið nógv øðrvísi, sigur hon. Vil ikki verða ministari Sólrun Jákupsdóttir Ras­ mussen er sjálv politiskt aktiv, og hevur leingi verið kommunalpolitikari. Men hon hevur ongar ambitiónir um at taka næsta stigið og gerast landspolitikari. ­ Ja, altso eg intresseri meg nógv fyri skúlanum. Mínar politisku ambitiónir eru at fáa heimsins besta skúla í Danmark. Men ikki at gerast ministari. Eg havi tað fínt við at halda meg til kommunalpolitikk. Men eg havi ikki ambitiónir um at koma í landspolitikk. Men hevur tú ongantíð sagt við mann tín, at hann skal seta teg sum ministara? ­ Nei, tað havi eg ikki. Tað krevur eitt heilt annað sinnalag enn tað, sum eg havi. Hvat meinar tú tá við? ­ Ja, tá skal mann hava heilt spískar albogar. Og tað hevur maður tín? ­ Ja, maður mín hevur góðar albogar, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen í sendingini Hvonn Live á Rás 2. Vitja hvørt ár í Føroyum Forsætisráðharrin og frúan eru ikki ókend í Føroyum. Sólrun greiddi leygarkvøld­ ið frá, at tey hava verið her hvørt einasta summar, síðan tey komu saman. ­ Onkuntíð hava vit ikki verið, men so er tað tí vit hava valgt at koma um vet­ urin ístaðin. Men okkum dáma øgiliga væl at koma her, sigur Sólrun Jákups­ dóttir Rasmussen. Seinastu nógvu árini hevur Tórður Mikkelsen fingist við ítrótt í sjónvarpinum. Nú fer hann at gevast við ítróttinum, men millum hendingarnar, hann minnist best, var tá Hjalgrím Elttør skeyt á stongina ímóti Týsklandi í 2002 Hvonn Live Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tórður Mikkelsen var í kvøld gestur í sendingini Hvonn Live hjá Rás2 og har avdúkaði hann millum ann­ að, at millum hendingarnar, hann minnist best frá tíðini í 3­2 hjá sjónvarpinum var tá Hjalgrím Elttør skeyt á stong­ ina og út, heldur enn stongina og inn, tá hann í yvirtíðini gjørdist púra leysur við Oliv­ er Kahn og støðan var 2­1 til Týskland, sum stutt framm­ anundan høvdu verið í HM­ finaluni. Av øðrum hendingum min­ nist Tórður Mikkelsen serliga, tá Føroyar vunnu á Litava fyri kortum, og tá báturin hjá Katr­ ini Olsen var til HM í rógving í Týsklandi, har tær við seinastu tøkunum megnaðu at koma upp á triðja pláss. Tímur ikki motorar Hóast sjónvarpsmanninum dámar so gott sum alla ítrótt, so tímir hann ikki Cric­ket, Golf, Rugby og Motorsport. – Men tað hevði eg kanska, um eg setti meg ordiliga inn í reglarnar, segði hann. Hann segði somuleiðis, at hann sjálvur ikki hevur fingist so øgiliga nógv við at íðka ítrótt, tí hann gekk meira í haganum og fekst við seyð á sínum yngri døgum. Angrar onki Tórður Mikkelsen hevur arbeitt nógv og gjørt nógv. Millum tað hevur hann eisini gjørt nøkur ting, sum kunnu verða nevnd mistøk, men Tórður Mikkelsen angrar onki av hesum. – Tað er í lagið at lata set ríva við. Ítróttarfólkini ganga við lív og sál upp í hetta, so er tað púra natúrligt, at mann gongur upp í tað, segði Tórður Mikkelsen, og viðgekk, at onkuntíð eru nøkur mistøk hend, men at tað má mann bara taka við. Hóast Tórður Mikkelsen nú er givin við ítrótti, tí hann fer at gera sendingar av bygd í sjónvarpinum, so letur hann framvegis hurð­ ina standa opna til ítróttina. – Tað er spurningurin, um mann klárar at halda seg vekk. Tað var onki viku­ skifti, at eg ikki hevði hug at fara til arbeiðis, staðfesti Tórður Mikkelsen á Hvonn Live leygarkvøldið. Tórður Mikkelsen hevur verið sera fegin um tíðina, hann hevur arbeitt við ítrótti. Hann tímur næstan allan ítrótt, og ivast, um hann fer at megna at halda seg burtur Hevði Hjalgrím bara skorað Fjølmiðlarnir hava verið tað truplasta Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen tekur minst eina ferð um árið mannin við til Føroya