mánadagur 1. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 41 - 1. mars 2010
Menn fáa 16,3 prosent
meira í løn enn
kvinnur, og verður
hædd tikin fyri
útbúgving, starvsetan,
aldri og øðrum, so er
munurin kortini 2,9
prosent í miðal. Tað
staðfestir ein kanning,
sum Hagstova Føroya
hevur gjørt fyri
Javnstøðunevndina
um lønarviðurskifti
á almenna arbeiðs
marknaðinum
JAVNSTØÐA
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað almenna ger mismun í
javnstøðuspurninginum.
Tað er í øllum førum niður
støðan hjá Hagstovu Før
oya, og kanningini, sum
Javnstøðunevndin
hevur
umbiðið.
Menn fáa 16,3 prosent í
meira í ráari løn enn kvinnur,
og verður hædd tikið fyri
aldur, starv, útbúgving og
øðrum faktorum, so fáa
menn kortini í miðal 2,9
prosent meira í løn, fyri
sama arbeiði, sum kvinnur.
Tað er als ikki nøktandi,
at munurin er heili 16,3
prosent, sigur Kristianna
Winther Poulsen, forkvinna
í Javnstøðunevndini, sum
ætlar at nýta hesa kanning at
fáa tiltøk sett í verk soleiðis,
at kvinnur kunnu fáa somu
løn sum menn á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Børn gera ongan mun
Meðan kanningin vísur, at
menn eru betri løntir enn
kvinnur, so vísur kanningin
eisini,
at
kvinnur
við
børnum fáa somu sømdir,
sum kvinnur uttan børn.
Tað undrar meg eitt sind
ur. Eg kundi ímyndað mær,
at lønirnar hjá kvinnunum
blivu ávirkaðar av, at tær
vóru í barnsburðarfarloyvi,
sigur Kristianna Winther
Poulsen, sum vísir á, at
føroyskar kvinnur fáa í
miðal fleiri børn enn kvinn
urnar í grannalondunum.
Hóast staðfest verður, at
kvinnur við børnum ikki
fáa verri lønarsømdir enn
kvinnur uttan børn, so
samanber kanningin ikki
lønarviðurskiftini
hjá
kvinnum við børnum og
monnum við børnum.
Kanningin staðfestir
bara munin millum kvinnur
við børnum og uttan børn,
og ikki hvørt munur er
millum menn við børnum
og kvinnum við børnum,
sigur Jón Joensen, ið hevur
staðið á odda fyri kann
ingini, sum Hagstova Før
oya hevur gjørt.
Tað almenna virðir ikki javnstøðu
Samráðingarnar
ímillum landsstýrið
og nevndina fyri
Skálafjarðartunnilin,
ganga rættiliga væl
og miðað verður eftir,
at øll loyvi skulu vera
fingin til vega tann
fyrsta november í ár
EySTuroyAr
TuNNiliN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í 2016 verður koyrandi
ígjøgnum undirsjóvartunni
lin nógv umrødda undir
sjóvartunnilin
ímillum
Streymoy og Eysturoy.
Tað
vísir
ein
nýggj
tíðarætlan, sum er løgd eftir
at samráðingar hava verið
ímillum
landsstýrið
og
nevndina fyri Skálafjarðar
tunnilin um treytirnar, sum
felalgið skal lúka fyri at
sleppa í holt við tunnilin.
Tær samráðingarnar hava
gingið so mikið væl, at
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í innlenismálum, nú
hevur borið uppskot niðan í
Løgtingið
um
eina
rammuavtalu fyri treytirnar,
sum felagið skal lúka fyri
at
fáa
loyvi
at
gera
tunnilin.
Umsitingin
hjá
Løg
tinginum gjøgnumgongur
nú uppskotið og er onki at
finnast at orðingunum í tí,
verður tað lagt fyri Løg
tingið í hesi vikuni.
Annika Olsen sigur, at
ætlanin við uppskotinum er
at fáa Løgtingið at sam
tykkja nakrar karmar fyri
eini komandi avtalu millum
landsstýrið
og
tunnils
nevndina um treytirnar fyri
at fara undir tunnilin.
Tað merkir, at endamálið
við uppskotinum er at fáa
Løgtingið at geva lands
stýriskvinnuni heimild at
gera eina endaliga avtalu
við tunnilsfelagið, har felag
ið fær einkarrætt til at gera
tunnilin innanfyri teir karm
ar, sum Løgtingið ásetir.
Góðar samráðingar
Tá ið karmarnir eru lagdir,
verður farið undir ná
greiniligar samráðingarnar
fyri at fáa eina endaliga
avtalu í lag við tunnilis
felagið.
Fyrrenn umsitingin hjá
Løgtinginum hevur góðkent
uppskotið, vil landsstýris
kvinnan ikki koma inn á
smálutir í tí.
Men rammuavtalan snýr
seg bæði um, hvussu stórt
avkastið av eginpengunum
skal vera, nær tunnilin skal
handast landinum aftur,
hvør skal hava ábyrgdin av
at halda tunnilin og hvussu
tað skal skipast o.s.fr.
Annika
Olsen
letur
annars væl at samráðingum,
hóast tær eru bæði um
fatandi og fjøltáttaðar.
Sjálvandi hava vit, sum
umboða tær almennu Før
oyar, og privata tunnils
felagið hvør sítt útangsstøði,
sum ger, at semja er ikki
um fleiri viðurskifti. Men
mín uppgáva er at røkja
áhugamálinum hjá landin
um og at tryggja áhuga
málini hjá landinum og tí
hevur tað stóran týdning, at
loyvisavtalan verður skrúv
að rætt saman, sigur Annika
Olsen.
Hon sigur kortini, at
samráðingarnar hava gingið
so mikið væl, at hon væntar,
at ein endalig semja kann
verða komin undir land í
vár ella tíðliga í summar.
Eg ivist onga løtu í, at
vit koma á mál, tí báðir
partar hava stórt forstáilsi
fyri støðuni hjá hvørjum
øðrum, leggur hon afturat.
Koyrandi í 2016
Ingi Højgaard, sum er
formaður fyri tunnilsfelagið,
hevur ikki so nógvar við
merkingar til støðuna.
Ímeðan samráðingarnar
eru, hevur landsstýriskvinn
an biðið okkum um ikki at
umrøða máli við fjølmiðl
arnar og tað eftirlíka við
sjálvandi so leingi framdrift
er í samráðingunum, sigur
hann.
Og framdrift er avgjørt í
málinum,
leggur
hann
afturat.
Men hann leggur afturat,
at hetta er ein varði í søguni
hjá undirsjóvartunlinum, at
málið nú verður lagt fyri
Løgtingið, so tað eru tey
stak væl nøgd við.
Ingi Højgaard sigur, at í
seinasta lagi 1. november
hava partarnir miðað ímóti
at verða endaliga lidnir við
samráðingarnar um eina
loyvisavtalu.
Eftir tað skal felagið
brúka tvey ár at fyrireika
tunnilsgerðina,
so
tað
verður klárt at seta spakan í
einaferð í 2012.
Sjálvt tunnilsarbeiðið
tekur fýra ár so gongst sum
ætlað,
verður
koyrandi
ígjøgnum
Eysturoyar
tunnilin í 2016.
Rundkoyring
undir Skálafirði
Sum skilst á grein, sum
Alfred
Olsen,
løgtings
maður, hevur sent fjøl
miðlunum, verður talan um
ein undirsjóvartunnil við
trimum koyribreytum og
rundkoyring
mitt
undir
Skálafirði. Frá rundkoyring
ini
gongur
ein
tunnil
vestureftir og kemur upp á
Strondum og ein tunnil
gongur eystureftir og kemur
upp á Toftum og sostatt eru
báðir armarnir á Skálafirði
bundnir saman í undir
sjóvartunlinum.
Frá Suðurstreymoy til
rundkoyringina er tunnilin
7,1 kilometrar langur og
strekkið frá rundkoyringini
undir Skálafirði yvir á
Strendur er 2,1 kilometrar
langt og strekkið yvir á
Toftir er 1,8 kilometur
langt.
Koyrandi undir Skálafirði í 2016
Samráðingarnar um treytirnar fyri at nevndin fyri Skálafjarðartunnilin, skal fáa loyvi at gera
undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy, ganga væl. Seint í ár skal ein endalig avtala
verða klár og so kann sjálvt tunnilsarbeiði byrja í 2012
Serstøk møtirøð í Betesda
um samkomusannleikar
Komandi tríggjar vikurnar fer Óli á Grømma Jacobsen hvørt
mánakvøld og mikukvøld kl. 20 at tala um meginreglurnar í
Orði Guds fyri, hvussu ein staðbundin samkoma eigur at
skipa og samskipa sínar tænastur. Sum ein liður í arbeiðnum
at skipa samkomuna og tað verk, sum gjørt verður í og út frá
henni, hevur leiðslan í Betesda heitt á Óla á Grømma Jacob
sen, trúboðara, sum dagliga virkar í leiðsluni fyri trúboðara
felagsskapin New Tribes Mission, um at koma heim at veg
leiða og undirvísa í hesum spurningum.
Samkoman á staðnum
Aðalevnið fyri øll møtini er: samkoman á staðnum ella staðbundna samkom
an, har Óli, við støði í Orði Guds, fer at viðgera tær meginreglur, sum eiga at
vegleiða eina samkomu í hennara skipan og samskipan av tænastunum í og út
frá henni. Hesi serligu møtini verða hvørt mánakvøld og mikukvøld klokkan
20 komandi 3 vikurnar. Samkomuleiðsla – hirðatænastan. Møtini verða øll
hesi kvøldini frá kl. 20:00 til 21:15, har byrjað verður við frálæruni frá Óla á
Grømma Jacobsen, og síðan enda møtini við einari stuttari bønarløtu. Miku
kvøldini verður drekkamuður, og vóna fyrireikararnir, at fólk eisini geva sær
stundir til prát og samrøður aftaná. Vit gleða okkum til hesi serligu møtini
og eru spent at hoyra Óla tosa um hesar viðkomandi spurningar, sigur Eyðun
Elttør, sum eisini vónar, at mong nýta høvið at koma til hesi serligu møtini.
Forkvinnan í Javnstøðu
nevndini er bilsin um at
børn onga ávirkan hava á
lønarlagið hjá kvinnum