mánadagur 1. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 41 - 1. mars 2010
viðmerkingar
Stýrissamtykt viðvíkjandi
uppskotum um kommu nala
umskipan.
Hóast einstøku komm unu
stýrini ikki endaliga hava
viðgjørt uppskotið um
kommununala umskipan, so
hevur stýrið fyri Komm
unusamskipan Føroya í fleiri
umførum við stórum áhuga
viðgjørt álitið.
KSF hevur í skrivið til
landsstýrið hin 6. novemb er
2009 áður boðað frá, at
• umskipanin ikki eigur at
verða sett í verk fyrr enn 1.
januar 2013
• tíðarætlan fyri umskipanina
eigur sum skjótast at verða
samtykt av løgtinginum
soleiðis, at talan er um
skipaða heildartilgongd
• løgtingssamtyktin er prin
sippiel politisk avgerð um
høvuðs tætt irnar í
umskipanini soleiðis, at
landsstýrið og
kommunurnar greitt vita,
hvørjar uppgávur skulu
leggjast til kommunurnar,
hvussu hesar skulu
fíggjast, og
hvussu kommunali
bygnaðurin skal skipast
Á fundi 15. februar 2010
hevur stýrið fyri KSF
harumframt samtykt:
• at avgerðarrætturin eigur at
fylgja við málsøkinum –
bæði tann fíggjarliga og
fyrisitingarligi
lógarverkið eigur tí at
virða kommunala
sjálvræðið soleiðis, at
lógarkravd tilboð og
rættindi borgarans kunnu
skipast og til lagast eftir
stað bundna tørvinum og
umstøð unum
kommunurnar eiga
framhaldandi at varð veita
rættin til sjálvar at áseta
egið skattastig og inn
tøkugrundarlag annars,
eitt nú í mun til brúkara
gjøld
kommunurnar eiga
framhaldandi sjálvar at
áseta sítt egna rakstrar
og íløgustøði
• at skipað tilgongd bein
anvegin verður sett í gongd
til tess at leggja fólkaskúlan
og eldra røktarøkið til
kommun urnar at fyrisita
børn og ung 018 ár
kommunurnar fáa betri
skipað saman hang og
heildartilboð fyri øll
børn og ung innan
dagstovnar, fólkaskúla,
frítíðars kúla, musikk
undir vísing, frítíðar
virksemi v.m. eins og
barna vernd
fólkaskúlin er longu
skipaður í rímiliga fastar
lógarkarmar
metti útreiðslutørvurin
komandi 10 árini skal
gerast við støði í ver andi
virksemi og ætl aðum
menningar átøk um ella
broytingum, ið kommun
urnar skulu gjalda
støða eigur at verða tikin
til, hvørjir inni haldsligir
partar av fólkaskúla
økinum ítøki liga verða
lagdir til kommunurnar,
her undir eitt nú hvussu
verður við sernáms
frøðiligi økinum, sum
møguliga kann skipast
við landsfevnandi
felagskommunalum
samstarvi
• eldrarøkt
neyðugir lógarkarmar
fyri eldrarøktarøkið sum
heild skulu gerast sum
skjótast
grundarlag at byggja út
fjølbroytt og fjøltáttað
búpláss og
røktartænastutilboð skal
fáast til vega
metti útreiðslutørvurin
komandi 10 árini skal
gerast við støði í verandi
virksemi og ætlaðum
menningar átøkum ella
broyting um, ið komm
unurnar skulu gjalda
støða eigur at verða tikin
til innihaldslig markamót
við heilsuverkið o.a.
onnur málsøkið, sum
kunnu leggjast til
kommunurnar, eiga
eisini at verða tikin við í
tilgongdina
• at afturberingarskipanin,
sum skotin verður upp í
álitinum, eigur at verða
skipað so skjótt, at fyrsta
stóra økið verður lagt til
kommunurnar
afturberingarskipanin er
solidarisk fyri allar
kommunur
afturberingarskipanin
javnar stóran part av
teimum ójavnum, sum
eru í skatta inn tøku
grundarlagnum
afturberingarskipanin er
tí fortreyt fyri samlaðu
kommunalu fíggingini
framyvir
afturberingarskipanin
kann fíggja uml. 250
mió kr.
• at skattabýtið millum land
og kommunur av lønar
skattinum eftir verandi
progressiviteti eigur at
verða broytt til tess at fíggja
lógar bund nar uppgávur,
sum verða lagdar til
kommunurnar, men sum
ikki kunnu fíggjast við
aftur bering ar skipanini
til ber at broyta
skattabýtið 7% ella uml.
450 mió kr.
• at blokkstuðulsskipan úr
landskassanum eigur ikki at
verða skipað
blokkstuðulsskipan
brýtur grundleggjandi
við fíggjarliga
avgerðarrættin
• at fíggjarlig serskipan skal
gerast fyri Sand oyarøkið,
so at økið framhaldandi
kann verða sjálvstøðug
kommunal eind
• at fíggjarlig serskipan skal
gerast fyri tær kommunur,
sum røkja lógarbundnar
uppgávur á útoyggj
• at skipað verður mill um
kommunal javn ingar skipan,
ið fevnir bæði um inn
tøkujavning og útreiðslu
javning
skipanin eigur at vera
einføld og gjøgnum
skygd
skipanin má ikki at darva
framburði og vøkstri
skipanin eigur í fyrsta
lagi at verða sett í verk,
tá ið
• kommunali bygnaðurin er
komin uppá pláss
• fyrsta stóra málsøkið er lagt
til kommunurnar
• afturberingarskipanin er
sett í verk
• at øll umskipanar til gongdin
eigur at verða gjørd í
neyvum sam starvi og
samráðing millum land og
komm unur
tilgongdin og
um skipanin skal grund
festast væl politiskt, so at
grund arlagið fyri fyri
sitingarligu verk set ing ini
er greitt
Ásannandi, at kommunala
umskipanin er stórt politiskt
mál, og at full semja neyvan
er um allar tættir í um skip
anini hvørki millum komm
unur, millum land og
kommunur ella í lands stýr
inum/løgtingin um, fer Komm
unu sam skipanin framhaldandi
av viðgera uppskotið til um
skipan á einum so breið um og
demokratiskum grundarlagi
sum møguligt.
Í hesum sambandi savnast
allir kommunu stýrislimir í
limakomm un unum til ein
evnisdag í Klaksvík 26.
februar 2010. Á evnisdegnum
verða ymsu tættirnir í ætlaðu
kommu nalu umskipanini við
gjørd ir neyvari. Endamálið er
at veita grundarlag fyri felags
fatan og felags støðutakan í
kommununum til um skip anar
ætlanirnar.
Tórshavn 15. februar 2010
Kommunusamskipan Føroya
Heðin Mortensen, formaður
Tórshavnar kommuna
Gunvá við Keldu,
næstforkvinna
Klaksvíkar kommuna
Magnus Rasmussen
Runavíkar kommuna
Kristin Michelsen
Tvøroyrar kommuna
Sigurd S. Simonsen
Fuglafjarðar kommuna
Kirstin Strøm Bech
Vágs kommuna
Brandur Sandoy
Sands kommuna
Kommunala umskipanin
Bispurin og tær
fimm konurnar
Peter O. K. Olofson. Missionær, viceforstander på
Chuo cha Theologia, Mlimani Sumbawanga, Tanza
nia. Soleiðis ljóðaði yvirskriftin
Eg gjørdist rættiliga kløkk og hugsaði við mær
sjálvum, nei, nei, er Jógvan bispur nú farin at taka
Bíbliuna so bókstaviliga, at hann er farin at kappast
við kong Dávid? Nei, so galið var tað ikki.
Eftir skrivinum at døma, er Olofson einki broyttur,
síðani hann stríddist ímóti teim kvinnuligu
prestunum. Olofson skrivar víðari: »Eg haldi, at vit
eiga at hugsa okkum um, og lata Guds Orð avgera.
Lata vit ikki Guds Orð avgera fyri okkum, so seta vit
okkum í Guds stað, og tá er vandi á ferð«.
Jú men er hetta ikki júst tað, ið Olofsen ger: »Vit
kunnu framvegis lesa Jesu orð í Bíbliuni: Hvør tann,
ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, drívur
hor; og hvør tann, sum giftist við konu, ið skild er frá
manninum, drívur hor (Luk. 16,18). Um onkur vil
stoyta Jesus frá sær, tí hann sigur hetta, so er tað
teirra avgerð og ábyrgd. Eg havi ikki myndugleika til
at seta orð Jesusar úr gildi, og eg kenni heldur ikki
nakað menniskja, sum hevur tað«.
Mær vitandi hevur Jesus einki skrivað. Olofson
vísir sjálvur til Lukas, hví sigur hann tá, at tað er
Jesus? Um Jesus havi eg bert funnið, at hann skrivaði
við fingrinum niður í jørðina, aftaná at hann hevði
svarað teimum, ið vildu fella hann við spurningunum
um konuna, ið var tikin í hordómi. Svarið, hann gav
teimum, var: »Tann av tykkum, sum syndaleysur er,
kasti fyrsta steinin á hana«. Johs. Kap 8, v.78.
Ein vinmaður, ein sera hugnaligur maður, ið dámdi
væl at tosa um dagsins mál, tað verði seg úr bløð un
um ella útvarpinum, hevði eitt orðatak, tá ið hann
helt eitthvørt vera heilt burturvið. Tá segði hann stutt
og greitt ”Piss og kanel”. Tað kendist løgið, tá ið eg
hevði lisið tað, ið Olofson hevði skrivað. Tá hoyrdi
eg fyri mær sama orðatakið.
Ofta verður víst til Bíbliuna fyri at undirstrika, at
tað, sum ein sigur, er satt. Bíblian er skrivað soleiðis,
at vit til eina og hvørja tíð kunnu finna eitthvørt, ið
vit kunnu brúka ímóti okkara næsta. Ofta verður tikið
til Paulus. Har er ikki nógv at finna um javnstøðu,
sum annars er høgt í metum í dag. Paulus sigur fleiri
ferðir: Eg vildi ynskt, at tit vóru sum eg, tað vil siga
ógiftir.
Somuleiðis sigur hann, at kona skal tiga í kirkju
samkomununum. 1.Kor. 14,3435. Eisini sigur hann:
Men eg gevi ikki kvinnu loyvi til at vera lærari ella at
taka sær ræði av manninum, men at vera í kvirri.
1.Tim.2,12. Lesa vit Gl. Testamenti er ikki mætari, tá
er kvinnan mett sum ein býtisvøra.
Sjálvt um vit ikki eru samd við Paulus ella Gl.
Testamenti, ber væl til at liva eitt kristiligt lív í sátt
og semju.
Tórshavn 22. februar 2010
NicoliNa
JeNseN Beder
Løgtingsformaðurin og
for mansskapur tingsins
hava viðgjørt kæru tygara,
dag fest 23. februar 2010,
har tygum boða frá, at
tygum á tingfundinum
sama dag skuldu vera
fram søgumaður í tveimum
málum:
1. 1. viðgerð av tingmáli
nr. 87/2009: Uppskot til
samtyktar um tilráðingar
frá Norðurlandaráðnum
í 2009 og um frágreið
ing um virki ráðsins í
2009
2. 1. viðgerð av tingmáli
nr. 95/2009: Uppskot til
samtyktar um tilráðingar
frá Útnorðurráðnum
2009
Kært verður um fram søgu
viður skifti tingsins í hesum
málum, sum vóru nr. 8 og
9 á skránni.
Sjey tingmál stóðu á
skránni undan hesum mál
um. Tá færri enn seytjan
tingmenn vóru á fundi,
vóru hesi mál flutt aftur í
røðina, til tingið var mann
að at viðgera tey, so sum
vanligt er.
§ 69 í tingskipanini
ásetur, at tá mál kemur til
1. viðgerð, spyr løgtings
formaðurin, áðrenn orða
skiftið byrjar, hvørjir fram
søgumenn biðja um orðið.
Teir fáa tá orðið eftir
floksstødd.
Løgtingsformaðurin um
sat skipanina eftir hesum
ásetingum og kunnaði
harafturat um, at framyvir
skuldu framsøgumenn
tekna til beinanvegin, um
teir annars skuldu fáa talu
tíð sum framsøgumenn og
fáa orðið eftir floksstødd.
Talan var ikki um nakra
nýggja skipan, sum tygum
siga í kæru tygara, men um
eina neyvari handfaring av
skipanini, sum formans
skapurin hevði samtykt, og
sum fráboðað var tinginum
undan viðgerðini.
Farið varð undir máls
við gerðina av løgtings máli
nr. 87/2009, kl. 11.05.
Tá eingin framsøgu mað
ur teknaði til fyri Tjóð veldi
1. ferð, fekk Tjóðveldi
onga framsøgurøðu 1. ferð,
(20 min.), og tá Tjóðveldi í
seinnu umførunum hvørki
teknaði til 2. ferð, (10
min.), ella 3. ferð, (5 min.),
fekk Tjóðveldi onga fram
søgurøðu í hesum umfør
um heldur.
Farið varð undir máls
viðgerðina av løgtingsmáli
nr. 95/2009 kl. 13.44, og tá
somu viðurskifti tóku seg
upp í hesum máli, útihýsti
Tjóðveldi seg eisini sjálvt
frá hesi viðgerðini.
Tað er tí ikki rætt, sum
tygum siga, at stórsti
flokkur á tingi ikki slapp at
flyta fram síni sjónarmið.
Talan er ikki um óvan
liga ódemokratiska fram
ferð frá tingsins síðu, og
heldur ikki fatar for mans
skapurin seg um nakra
juntu, ið stjórnar við
dekretum, sum ikki eru
fráboðað ella sett í verk í
óðum verkum. Talan er
tvørturímóti um greiðar
umsitingar av tingsins
reglum, so sum tær eru
ásettar í tingsins skipan.
Svar til Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann
løgtingsformaður
Hergeir
NielseN